Í gjárkvøldið var spælarafundur á Svangaskarði. Nevndin í Tofta Ítróttarfelag kunnaði spælararnar um, at teir hava gjørt nýggjan sáttmála við venjara hjá 1. deildarliðnum fyri komandi kappingarár.
Nýggi venjarin er Petur Simonsen, og sáttmálin ímillum hann og B68 er galdandi fyri kappingarárið 1998.
Niclas Davidsen, formaður í B68, sigur, at teir eru sera fegnir um, at tað hevur eydnast at fáa ein av mest royndu og virdu føroysku venjarunum í landinum at taka sær av liðnum komandi ár.
Vit vilja fegnir hava frið og støðug viðurskifti í og kring felagið og liðið, og tað rokna vit við, at vit fáa nú vit hava gjørt sáttmála við venjara, sum vit kenna, og við venjara, sum kennir føroyskan fótbólt út og inn, og sum eisini veit, hvat vit hava at bjóða her á Toftum, sigur Niclas Davidsen.
Vánaligar royndir av útlendingum
At B68-formaðurin undirstrikar, at teir ynskja støðug viðurskifti og frið kring liðið, er kanska ikki so undarligt, tí tað hevur verið sjón furi søgn, at teir á Toftum seinnu árini ikki hava verið so hepnir við venjarum. Í áttati árunum var danin John Kramer venjari í fleiri ár, og við honum vi róðri vann B68 FM bæði í 1984 og 1985, og seinni í áttatiárunum vunnu teir við sama venjara bæði silvur og bronsumerki.
Síðani Kramer gavst hava toftamenn roynt fleiri venjarar, men tað var bara í 1992, fyrra árið sum Jógvan Norðbúð vandi teir, at tað lá væl fyri. Tað árið vann B68 FM fyri triðju og higartil seinastu ferð.
B68 hevur hesi seinnu árini havt tríggjar útlendskar venjarar og við teimum við róðri hevur tað ikki gingið nakað serligt. Ein svii kom ikki aftur eftir summarsteðgin, ein dani gavst í fjør, eftir at hann hevði verið ett hálvt ár í felagnum, og í ár fór jugoslaviski venjarin til hús, tá fyrra hálva av kappingarárinum var av. Í summar kom Johan Nielsen til B68, og tað er einki at ivast í, at toftamenn høvdu viljað longt samstarvið við hann, tí bæði nevnd og spælarar hava verið glaðir fyri samstarvið. Men Johan Nielsen valdi at fara aftur til GÍ komandi ár.
Vóna at styrkja spælarahópin
Tað hevur ljóðað, at onkrir av eldru spælarunum há B68 hava spælt fyri síðstu ferð í fremstu røð, men Niclas Davidsen sigur seg rokna við at teir flestu fara at halda fram.
Tað er ið hvussu so er greitt, at Abraham Hansen og Súni Fríði Johannesen eisini komandi kappingarár fara at spæla við toftamonnum, og so skuldi tað ikki undra, um Kjartan Nesá eisini í 1998 fer at geva yngru monnunum kapping um plássið millum stólparnar.
Niclas Davidsen sigur, at teir arbeiða við at fáa fleiri spælarar til felagið, men at tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvat úrslit fer at spyrjast burtur úr hesum.
Í summar fór Øssur Hansen úr B68 til GÍ at spæla, og tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av, at rokna við, at ein av royndunum hjá B68 at styrkja um spælarahopin, er at fáa landsliðsmannin út aftur á Toftir.
B68 misti undan kappingarárinum 1997 eisini ein annan góðan spælara. Tað var Arnbjørn Danielsen, sum valdi at spæla við B36, har hann gjørdist ein av stuðulsspælarunum á FM-liðnum, og royndist so mikið væl, at hann kom inn í landsliðshitan hjá Allani Simonsen.
B68-formaðurin dylur ikki, at teir vilja hava betri úrslit, enn teir hava fingið tey bæð seinastu árini.
Bæði í 1996 og 1997 hava vit stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað hevur akkurát eydnast. Vit halda ikki, at B68 hoyrir heima í tí stríðnum, og vit halda, at vit við at seta Petur Simosen sum venjara, hava fingið ein týdningarmiklan part av grundarlagnum fyri at røkka betri úrslitum í 1998 í ordan.