flokkinum í Havn. Í dag sigur Annika Olsen við Rás2, at farið er farið og nú skal standast saman um at vinna kommunuvalið. Men Símun Gullaksen, formaður í Norðoyari Fólkafloksfelagið, finnur seg ikki í tí, og [...] Fólkaflokkurin er veruliga komin í andglettin nú valevni í Havn, Jan Christiansen, finst at flokksleiðsluni fyri at vera konservativ og harvið at hava slept Havnini á fjall. Jakob Vestergaard, tingmaður [...] og heitir á formannin um at agera beinan vegin. Innanhýsis stríð tykist tí merkja flokkin í hesum døgum. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Miðlahúsinum, greinaði støðuna fyri Rás 2.
Gerðalíð og Gudmund Mortensen, formaður, fyriskipar, verða í næstu viku við klaverleikaranum Torsten Juul-Borre. Torsten Juul-Borre er sera virkin sum konsertpianistur, bæði í Evropa og USA, eisini hevur [...] Nýggj nevnd er sett í Konsertfelagnum, og nýggja nevndin hevur longu stáplað fyrstu konsertirnar upp á beinini. Fyrstu konsertirnar, sum nýggja nevndin í Konsertfelagnum, Ann Mari Hentze, Jakku Heinesen [...] Konsertirnar verða hósdagin 3. september klokkan 20 i Mentunarhúsinum í Fuglafirði og leygardagin 5. september klokkan 16 í Norðurlandahúsinum.
gamal, nú hann doyði. Umframt borgarstjórastarvið í Horsens og formansstarvið í danska kommunufelagnum var hann fólkatingsmaður í mong ár og ráðharri í fleiri umførum. [...] Jan Trøjborg, fyrrverandi borgarstjóri í Horsens og formaður í danska kommunufelagnum, sum doyði av einum hjartatilburði fyri nøkrum døgum síðani, fór til gravar fyrrapartin. Klosterkirken var full av [...] stóðu uttan fyri kirkjuna, har hátalarar vóru settir upp, so fólk kundu hoyra tað, sum fyrifórst inni í kirkjuni. Millum teirra, sum fylgdu Jan Trøjborg, vóru Helle Throning-Schmidt, forsætisráðharri og
Aðalfundur var í føroyingarfelagnum í Århus leygardagin. Yvir 30 fólk møtti til aðalfundin, sum varð hildin í nýggju hølinum hjá Áarstovu. Nýggj nevnd bleiv vald og í hana komu Kári Sigvardsen, Bogi Eliasen [...] Nýggjur formaður gjørdist Kári Sigvardsen, sum avloysir Boga Eliasen, sum nú er næstformaður. Símun á Høvdanum er kassameistari, Hans Jákup Danilsen skrivari og Erik Johannesen nevndarlimur. Nevndin í før [...] føroyingarfelagnum í Århus er longu farin til verka. Eitt tað fyrsta málið er at fáa limatalið upp, heimasíðuna meira tíðarhóskandi og at leggja ætlanir fyri virksemi hjá felagnum í eina fasta legu.
Oyggjaleikunum á Álandi í fjør. Tá svam hann teinin við tíðini 1:05.50. Tí betraði hann um tíðina við hálvum øðrum sekundi. Jón Hestoy er formaður í Svimjisambandinum. Hann sigur í stuttari viðmerking við [...] taka lut í HM-finaluni í 1500 metrar frí um tríggjar vikur. Við metinum hevur hann prógvað, at hann er væl fyri í løtuni. Pál Joensen vann fleiri gullmerki leygardagin. Hann var eisini fremstur í 400 metra
Í ár verður familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í skúlanum á Eiði. - Byrjað verður klokkan 10 við morgunmati og hugna. Umframt spæliplássið í garðinum og stóru ítróttarhøllina [...] Poulsen, formaður í felagnum. Á aðalfundinum, sum byrjar klokkan 14 aftan á døgurðan verða tvær framløgur. Yohan Borðoy, sum er ættleiddur úr Kolumbia, fer fyrst at siga frá síni ferð til Kolumbia í fjør, [...] har hann arbeiddi og las í seks mánaðir. Kári Leivsson sálarfrøðingur fer síðani at hava eina framløgu undir heitinum »Hvør eri eg? ? samleikamenning í ungdómsárunum.«
Hvør bókstavur í skrivinum skal takast í fullum álvara. Tað er eisini út frá hesum skrivinum, at samráðingarnar fara fram í løtuni. Tað boðar John Johannesen, formaður í tingbólkinum, frá í kvøld. Sjónvarpið [...] Sjónvarpið bar tíðindini í kvøld, at krøvini frá Javnaðarflokkinum til løgmann eru broytt til eina vinarliga áheitan. Tað er, sambært John Johannesen, ikki rætt. Javnaðarflokkurin heitir á løgmann at boða frá [...] gið saman við Javnaðarflokkinum. - Svarið síggja vit ein av komandi døgunum, sigur John Johannesen í skrivi, sent fjølmiðlunum.
kannað og fáa úrslitini í nøktandi tíð til at kunna møta upp við Djúpumýru og spæla dystin. Ferðalagið úr Riga er á veg til Føroya, og flogfarið væntast í Vágar kl. 12.00. - Vit í KÍ fegnast um, at dysturin [...] dysturin verður spældur í dag, og vit gleða okkum til dystin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. [...] Nú er avgerð tikin um, at seinni dysturin í fyrsta umfari í ECL millum KÍ og FK RFS er útsettur ein tíma. Tað merkir, at dysturin verður bríkslaður ígongd kl. 20 heldur enn 19 sum upprunaliga ætlað. Á
num er í LUFTINI, men hann er jú eisini formaður í FLOGbóltsambandinum! KÍ-kvinnurnar fara at venja bonkpress í allan vetur, bara fyri at fáa mótstøðu! Hini kvinnuliðini burdu kanska stovnað eina "Mót [...] sum er oftari í karantenu enn Mikkjal Thomassen! Summir lærarar eru DANSANDI óðir um sanguppskotið hjá mentamálaráðharranum! Fólkaskúlin skal hava fleiri STREINGIR at spæla uppá! Formaðurin í Lærarafelagnum [...] nevndar "AFTER EIGHT" Dimma sigur, at Annita á Fríðriksmørk hevur mest talutíð í Løgtinginum, og at Sverre Midjord møtir ringast upp í tinginum. Hvat við, at Annita keypti TALUTÍÐ frá Sverra??
Tað váttar formaðurin í Hondbóltssambandinum fyri Dimmalætting. Sjey spælarar hava fingið leikbann, eftir eina hending í Bosnia í fjør, og tann fyrsti at verða leikbannaður var Heini Hanusarsson. Hann [...] sigur Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, við Dimmalætting. Leikbannið hevur við sær, at Heini Hanusarson ikki verður við til seks teir seinastu dystirnar í EM-undankappingini. [...] aftur á landsliðnum í ár. - Orsøkin er ein blanding av øllum. Heini hevur úttalað seg um øll møgulig viðurskifti, sum hann er ónøgdur við, men hann hevur ongantíð tosað við okkum í HSF um hetta, sigur