Fakta um atkvøðurætt

Formansval

Helgi Abrahamsen, skrivari í Sambandsflokkinum, sigur, at skipanin við formansvali á landsfundi Sambandsfloksins er hon, at valfeløgini, sum eru sjey í tali, hava hvør sínar fimm atkvøður, Ungmannafelagið Samband hevur somuleiðis fimm, starvsnevndin hevur 3, og síðan hava løgtings-og landsstýrismenn floksins hvør sína atkvøðu. At enda hevur kassameistarin í Sambandsflokkinum eina atkvøðu.
Skrivarin váttar, at tað eru fýra limir í Sambandsflokkinum  og ikki fýra valfeløg, sum hava stillað Jóhan Dahl upp til formansvalið fríggjakvøldið.
Helgi Abrahamsen hevur onga viðmerking til valið, sum verður í flokkinum, men heldur, at tað er óheppið, um formaðurin verður skiftur út ov ofta.
Kaj Leo Johannesen hevur sitið sum formaður í Sambandsflokkinum og í landsnevnd floksins í tvey ár.