Brakið um Havnina flutt til sunnudagin

Dysturin ímillum HB og B36 í steypakappingini er fluttur frá leygardegnum til sunnudagin.

Brakið um Havnina ímillum HB og B36 í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum skuldi vera leygardagin kl.15.00, er flutt til sunnudagin kl.15.00.


Finnbogi Arge, formaður í HB, sigur við in.fo í kvøld, at tað vísir seg, at færri áskoðarar eru til fótbólt í Havn leygardagar, og at hetta er orsøkin til at dysturin er fluttur.


Hann sigur, at tað ikki hevur verið nakar trupulleiki við at fáa dystin fluttan frá leygardegnum til sunnudagin.


- Tá ið tvey feløg semjast um tað, so er eingin trupulleiki. Dómarin hevur eisini givið grønt ljós, sigur hann.


Dagfinn Forná verður dómari í fyrsta brakinum um Havnina í ár, sum altso verður sunnudagin kl.15.00.