B36 nýggjan formann

B36 hevur fingið nýggjan formann eftir Heiðriki Christiansen

Tað eru nakrar vikur siðani, at Heiðrikur Christiansen boðaði frá, at hann í løtuni ikki hevur umstøður til at røkja formanssessin í B36. Heiðrikur hevur verið formaður síðani summarið 2013, og bæði á og uttan fyri vøllin hevur hann leitt felagið við hepnari hond hesi árini.

 

Á starvsnevndarfundi í gjár gjørdi nevndin av at umskipa seg, og fram til aðalfundin í vár verður tað Rúni Herup Olsen, sum tekur sæti í formansstólinum. Rúni hevur seinnu árini verið tiltakslimur í nevndini, og eingin ivi er um, at hann eigur sín stóra lut í framstigunum, sum eru hend seinnu árini.

 

Heiðrikur sjálvur verður tó ikki longur burturi enn so, at hann yvirtekur sessin hjá Rúna sum tiltakslimur.