Muturgølan í FIFA rullar víðari. Sepp Blatter, Jean-Michel Aulas og Michel Platini vera allir kannaðir av etisku nevndini hjá FIFA, men í dag hevur nevndin lagd eitt navn aftur at listanum. Týsku fótbóltshetjuna Franz Beckenbauer.
Umframt Franz Beckenbauer er forsetin í spanska fótbóltssambandinum eisini undir eftirliti, saman við 8 øðrum.
Mett verður, at tað eru søgurnar í týska blaðnum Der Spiegel, um at Týskland mutraði seg til rættindini til HM í fótbólti í 2006, sum hevur fingið etisku nevndina at hugt nærri at Der Kaiser. Franz Beckenbauer var formaður í fyrireikingarnevndini og skal hava vitað um muturin. Der Spiegel vil vera við, at týska umsóknarnevndin hevði ein svartan kassa, sum teir rindaðu mutur til fifaleiðarar úr.