Fyrr í vikuni varð kunngjørt, at Jákup Mikkelsen tók við venjarasessinum hjá ÍF eftir Aleksandar Jovevic. Eisini hjálparvenjarin er skiftur út. ÍF boðar í dag, at tað verður Ólavur Larsen, sum skal røkja hesa uppgávuna.
Ólavur er 31 ára gamal og hevur áður verið formaður í felagnum í fýra ár. Hann er ikki heilt óroyndur sum venjari. Hann hevur verið ungdómsvenjari í felagnum, umframt at hann hevur tikið sær av næstbesta liðnum í eitt tíðarskeið.
Ta tíðina, tá ið ÍF ongan venjara hevði og bíðað varð eftir Jákupi Mikkelsen, var tað Ólavur Larsen, sum tók sær av venjingunum. Hann sleppur at royna seg sum hjálparvenjari fyrstu ferð sunnudagin, tá ið KÍ kemur á vitjan í Fuglafirði.