har ella um onkur annar man hava lagt teir har, møguliga fyri at villeiða løgregluna. Samleikaprógv Birnu Brjánsdóttir varð funnið umborð á Polar Nanoq og ein av manningini hevur greitt frá, at úlpa sín, [...] Løgreglan vil ikki siga nakað um, hvørt annar maðurin er undir illgruna fyri grovari lógarbrot enn hin. Annar teirra er tó undir illgruna fyri at hava smuglað 20 kilo av hassji, sum íslendska løgreglan [...] hann í fleiri tímar, áðrenn hin grønlendingurin kom á staðið. At enda datt hann av og varð burturvístur av staðnum. Løgreglan er av tí fatan, at Birna Brjánsdóttir er farin í reyða Kia Rio bilin í Reykjavík
klandrast, fara tey at klandrast, heldur Jacob Vestergaard og sigur, at hann heldur at tá er neyðugt at onkur sker ígjøgnum, tá einki annað er praktiskt gjørligt. - Ja, tað er nakað annað, tá rætturin má taka [...] ráðharrin, sum vegna Landsstýrið skal leggja hetta ríkislógartilmælið á tingborð. Hann metir, at hendan lógin fer at javnseta føroyskar pápar í mun til ta eldru lógina, men hann viðgongur, at henda nýggja [...] vit sæð, at fyrr góvu menninir skarvin yvir beinanvegin, sigur Jacob Vestergaard, ið tó vísir á, at so er framvegis talan um, at menninir vinna í 12 % av førunum. Landsstýrismaðurin heldur, at rættarskipanin
er ein gomul ætlan sum av og á spøkir, tað er longu langtsíðani at eg fyrstu ferð sá tekningar av hesum. Papír er takksamt, men eg væntaði heilt erligt ikki at nakar politikkari, sum er bara eitt sindur [...] góður við Havnina og Havnardal fór at taka hetta í álvara! - Hugsanin er helst at hetta skal lætta komandi ferðslutrýstið av sandoynni, tá tunnilin kemur. Men her er onkur sum heilt hevur miskilt nyttuna av [...] hundafólk, reiðfólk, skótar, sílafiskarir og frítíðarskúlin Spírin - Og Ikki at gloyma viðarlundina sum nú veruliga er við at koma fyri seg. Eisini er alt økið samanbundið við frálíkum lendisgøtum har fólk
ongantíð hin stóra, tí sum teir siga: - Tað er so einfalt, at nærri tú ert við land, styttri er at svimja. Vandin fyri at koppa úr kajakkini er tó heldur ikki hin stóri. Rógvarin er so at siga skoraður niður í [...] men hóast hetta, er einki at ivast í, at talan er um eitt sjógott far. Spurdur, at tað ikki er nógv stríð av at byggja eina slíka kajakk, heldur Jákup, at tað kann man kanska siga. Einir 100 arbeiðstímar [...] greiðir frá, at hetta er komið í lag, eftir at teir hava fingið eina innbjóðing úr Grønlandi um luttøku. Áður hevur tað verið soleiðis, at tað bert hava verið grønlendingar, sum hava havt møguleika at luttaka
ikki eitt skarvalop út í óvissuna?! Var tað onkur, sum segði orðafloymur? Løgið, kortini, at allir hesir musketerarnir av ideologisku uttastu skerum, skulu velja at taka til sín sjónarmið sosialdemokratanna [...] HH verður samanborið, sum rættuliga ræðumynd, við ?stóra lopið frammá? hjá Mao. Eg meini tað. Vistu vit ikki betur, skuldu vit trúð, at harra Guttesen nú kastar fyrsta steinin sum ein av teimum ideologiskt [...] eg heldur siga segði) seg vera visioneran heldur enn doktrineran sosialist; tað ger eisini efinett tað sama: múririn fall, og elitan á Oyggjaframa og øðrum rakstrarópskendum a-4 avísum fekk sum vátan vøttin
ger eisini, at tað loysir seg ikki at fara av landinum, tí nøgdirnar gerast ov smáar. Hinvegin er ikki óhugsandi, at teir línubátar, sum í løtuni eru undir Íslandi, fara at gera eina roynd at fara av landinum [...] serliga góðar vónir um, at gongdin fer at batna út á várið, tí bæði veiða og marknaðarútlitini eru so døpur. - Sjálvandi eiga vit ikki at missa mótið, og vit vóna, at viðurskiftini fara at broytast til tað betra [...] brúkiligur. Veiðan er at kalla bara hýsa, sum lítið og einki fæst fyri. Nú vártíð er, og hetta skuldi verið besta tíð norðanfyri, hava vit eisini roynt á leiðum, har várfiskur plagar at koma, men her var
spælið nógv meira tilvildarligt og lítið umhugsað. At tey bæði málini, sum tá komu, vóru tvey kloddamál av hvør sínum slag, var nokk heldur einki at siga til… [...] Aristide, ið annars plagar at vera trygdin sjálv í verjuni hjá AB, gjørdi sín lívs brølara, tá hann í 70. minutti legði bóltin aftur til málverjan hjá sær, Tórð Thomsen. Støðan var at byrja við púra vandaleys [...] saman at spæla bóltin frá sær, og brádliga var hann umgirdur av B36-arum. Tá hann so endiliga spældi bóltin frá sær, var tað við einum dukkufreti av einari afturlegging, sum var so neyðarslig, at bólturin
fara ikki at áleggja nøkrum at bróta lógina. Men tey leggja kortini afturat, at hvør einstakur fær høvi at gera tað, sum neyðugt er at gera, fyri at bjarga hvali og springara. Tey leggja afturat, at verður [...] fara tey at gera alt, sum stendur í teirra makt, uttan at elva til skaða á fólk, fyri at steðga drápinum. - Onkur av okkum endar kanska í fongsli, men tað er ein lítil prísur at rinda fyri at bjarga einum [...] eisini boðað frá, at tey hava lítil, ómannað flogfør. Men samstundis lýsa tey framvegis eftir fólki sum vilja koma til Føroyar at vera við í átakinum. Tey gera greitt, at endamálið er at gera enda á grindadrápi
loyvda veiðu. Fiskar onkur meira enn kvota er til má gjaldast, antin til annan reiðara, ið hevur nakað at lata, ella til tað almenna. Óneyðugt er at siga, at tað verður dýrt keypt kvota. At miða eftir størst [...] eina heimagjørda dagaskipan. At dagaskipanin er okkara eygna, er helst orsøkin til, at hon ikki fyri langari tíð síðan er vrakað, tí at hon hevur rigga væl, er synd at siga. Úrslitini hjá heimaflotanum [...] bindingum tryggjar, at fiskivinnan ikki megnar at fiska meira enn lívfrøðiliga ráðiligt? Vildi ikki ein floti, sum megnaði tað dupulta, ella kanska væl meira, men ikki slapp vegna kvotuavmarkingar, fiska bíligari
Tí ber tað ikki til at siga, at eg gekk við einum innilæstum dreymi, sum eg ikki slapp at royna. Hinvegin hevði eg neyvan evnini, um tað skuldi verið, heldur Sædis. ? Sovorði tvætl, brýtur Eivør av. Mamma [...] hevur gjørt tað lætt hjá mær at siga mína hugsan, tí eg veit, at hon ikki fellur í fátt, fyri tað um eg ikki eri samd. Tað má vera uppgávan hjá foreldrunum at læra síni børn at trúgva uppá seg sjálvan. Og [...] altíð vitað, at ongin her í húsinum kemur og sigur, "Hvat segði eg?", um tingini kiksað, tí tað kann ongin brúka til nakað. Tað bara brýtur niður, sigur Sædis avgjørd. ? Tá plagar hon at siga, at gongur tað