Foreldrini: Hon veit hvat hon vil

Mamman tordi onki at siga. Pápin helt, at hon hevði ein møguleika, men fríggjakvøldið spenningurin var øgiligur heima hjá foreldrunum hjá Guðrun

Tónleikavinnari

? Guðrun er ein dáma, sum veit, hvat hon vil.
Ási Jacobsen á Tvøroyri dylir ikki fyri, at hann er eitt sindur stoltur á dóttrini.
Og tað kann hann eisini saktans vera. Ikki minst hetta hetta fríggjakvøldið 31. januar 2003.
Dóttir hansara hevur júst lagt alt Danmarkar Ríki fyri sínar smáu føtur við eini frálíkari framførslu av sanginum ?Promise Me? hjá Beverly Craven.
Heima hjá Guðruni og teimum á Tvøroyri varð sum vera man stórur spenningur, nú sendingin ?Stjerne for en aften? var á skránni.
Dóttir teirra hevði sungið seg ígjøgnum tað tronga nálareyga og varð sloppin við í kappingina og nú skuldi tað standa sína roynd.
?Eg ivaðist ikki í, at hon hevði ein møguleika í hesi kappingini, so væl kenni eg hana, sigur Pápin, Ási Jacobsen.
Hann sigur, at ikki minst hevur hann verið styrktur í trúnni, nú hann hevur sæð, hvussu nógv fólkini í Danmarks Radio, sum gera sendingina, hava hjúklað um Guðruna og tað var nokk so skjótt, at onkur av teimum fór at kalla hana ?Danmarks Radios Nattergal?, so tað boðaði frá góðum.
Hetta fríggjakvøldið liggur stak illa fyri at fáa orðið á Mammuna, Gitte, tí hon hevur úr at gera við at svara telefonini, sum ringir uttan íhald, bæði hiðani av landi og uttanlands.
Men hon fær tó sagt, at hon tordi onki at siga, tó at hon sjálvsagt vónaði tað besta.
Ási sigur, at tað er ikki so undarligt, at Guðrun er farin at syngja, tí har í slektini syngja øll í bæði borð. Sjálv hevur hon altíð sungið og hon hevur ein beiggja, sum syngur í MC Hár, so sangur og tónleikur er langt frá fremmandur í teirra húsi.
Men tað er eisini ein spurningur um persónsmensku.
?Guðrun veit, hvat hon vil og hon hevur bæði beinini á jørðini. Hon er ikki løtt at ávirka og eg haldi eisini, at tað var sjónskt, at hon sang sína egnu tulking av sanginum, uttan at vera bundin av upprunaligu útgávuni, sigur hann.
Sí eisini fleiri aðrar greinar í blaðnum um sama evni.