Mugu brynja okkum við toli

-Vit mugu brynja okkum við toli. Vit eiga eitt sera stórt øki, og tað skuldi verið løgið, um tað ikki onkra staðni finst olja, sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP, sum viðgongur, at boringin miseydnaðist men at tað kortini nú er prógvað, at her er ein virkin oljuskipan.

 


Oljuleiting



Fyrsta oljuboringin hjá BP og Shell á føroyska landgrunninum gjørdist eitt vónbrot ? í hvussu er fyri tey mongu, sum høvdu roknað við, at veruligt oljufund fór at verða gjørt. Hóast sannlíki fyri at finna olju var 42% undan boring, so vunnu tey 58% . Olja varð funnin men langt frá í nóg stórum nøgdum til at fara undir eina lønandi framleiðslu.


Føroyski stjórin hjá BP, Hjarnar Djurhuus dylur ikki fyri, at hann er vónsvikin, men hann hevur tó so langt frá mist alla vón. - Vit mugu brynja okkum við toli. Vit eiga eitt stórt øki. Tað skuldi verið løgið, um tað ikki onkra staðni fanst olja. Nú er tað so prógvað, at her er ein virkin oljuskipan.


Hann leggur aftrat, at rsøkin til at tú ikki finnur størri nøgdir av olju ? í hvussu so er ikki í BP brunninum ? er tann, at tú manglar eitt dekklag ella loft, sum oljan kann savnast undir. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri at finna nógva olju.


Tá oljuspor verða staðfest kundi hent, at har vórðu nøgdir til at framleiða, men tá einki er, sum heldur uppá oljuna og forðar henni at hvørva, so er hon spakuliga likin út. Tað takið, dekklagið sum kann sammetast við eitt regnhjól var ikki til steðar í Svínoyarbrunninum. Tað er so eingin, sum sigur, at hetta nýtist at verða støðan aðrastaðni í føroyska økinum. Men tá tað ikki ber til við seismikkinum at síggja, hvar dekkløg, har oljan kann savna seg, finnast, so er ómøguligt at gera sær nakra greiða niðurstøðu um hetta.


BP hevði tvey mál borað varð eftir. Teir møttu sama trupulleika í báðum. Loftið - dekklagið manglaði. Men tað varð tó staðgest, at tilfarið, sum borað varð ígjøgnum, er tað sama sum vestan fyri Hetland. Og enn eitt positivt tekin: oljugóðskan er eisini av sama góða slag sum tann í Foinaven oljufeltinum.


-At úrslitið er vánaligt kunnu vit skjótt blíva samd um. Vit funnu ikki lønandi oljufelt men fingu prógv fyri, her finnast øki, sum olja kann í vera sigur Hjarnar Djurhuus, sum vísir á, at teir nú hava seismikkin og veruleikan at halda seg til. -Tey gera teg betri føran fyri at leita framyvir. Tú fær so eisini upplýsingar frá øðrum, sum bora. So samanumtikið er man nógv betri fyri seinni at meta um økið og taka støðu til, hvat tú skal gera. Og tess fleiri hol tú borar tess betri møguleiki er at avmarka økið og finna olju.




BP hevur bundið seg til at bora tríggjar brunnar. Tað verður ikki tikið støða til næsta brunnin fyrr enn alt tilfarið er kannað til botns. Tað verður neyvan her og nú. Talan er um dýrt keypta vitan, sum nú skal arbeiðast. Brunnurin hevur kostað einar 200 mill. kr., og tað eru kanska einar 50 mill. kr. meira enn upprunaliga mett. Shell er eisini við í hesum loyvinum og kemur at bera sín part av útreiðslunum.


Hjarnar Djurhuus sigur annars, at tá hugsað verður um teir umleið 100 brunnarnar, sum vórðu boraðir vestan fyri Hetland, áðrenn lønandi fund vórðu gjørd, so má siga, at vit eru kanska í so krevjandi at rokna við fundum beinanvegin. -Tað var kanska ?geilað? ov nógv upp, at fyrstu ferð borur varð settur í skuldi tað vera jackpot.


Nú verður so farið um markið við West Navion at bora ein nýggjan brunn fyri BP og Shell í bretskum øki, og Hjarnar Djurhuus dylur ikki fyri, at úrlitið av tí boringini kann ávirka støðuna á føroyaøkinum.