Jóansøka og stórt bjartskygni í Vági

- Nógv peikar rætta vegin. Fleiri fólk eru í arbeiði, fólk flyta til kommununa, og inntøkurnar eru góðar.

- Vinnuliga hevur gingið væl í Suðuroy, síðan Varðin Pelagic kom, men tað eru eisini nógv onnur ting í oynni, sum vinnuliga peika rætta vegin. Tað hendir nógv positivt á vinnulívsøkinum í Suðuroy yvirhøvur, bæði orsakað av stóra uppsjóvarvirkinum, men eisini hjá lokalum fyritøkum í Vágs kommunu. 

 

Tað sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, nú jóansøka stundar til. Hann vísir á, at í teirra høpi eru fleiri stórar fyritøkur í Vági.

 

- Her á havnalagnum hava vit alifyritøkuna Faroe Farming, og vit hava sera dugnaligar veitarar innan jarn-og rørarbeiði, eitt nú Tangavirkið, Vágs Skipasmiðju, Rock við sínum trollemmum og ikki minst fyritøkuna hjá Kaj Joensen - Faroe Maritime Technic - við sínari tøkni. Haraftrat hava vit fleiri smærri fyritøkur í kommununi.

 

Dennis Holm sigur, at tað avgjørt eisini hevur sín týdning, at onkur fyritøka í økinum er fíggjarliga sterk. Hann heldur, at høvdu vágbingar ikki havt Vágs Timburhandil og Suðursmíð og tað samstarv, sum hevur verið við - og millum - hesar partar, hevði tað verið torført eitt nú at bygt langhylin.

 

Hann ásannar, at samstarvið millum hesar báðar fyritøkur og veitarar eisini eigur sín lut í, at tað ber til at byggja tíggju nýggjar bústaðir - eftir leistinum hjá Bústøðum.

 

Borgarstjórin fegnast um, at tað eru nógv ting í Vágs kommunu og í Suðuroy sum heild, sum peika rætta vegin.

 

- Tað eru fleiri fólk í arbeiði, fólk flyta til, og inntøkurnar eru góðar. Um hetta er av tilvild - ella um tað er tí, at roynt hevur verið at geva økinum eitt positivt skump, er trupult at siga.

 

Dennis vísir á, at Vágs kommuna hevur havt ein fólkavøkstur seinasta árið á eini 25 fólk - eftir, at fólkatalið í fleiri undanfarin ár er gingið niður á bakka.

 

- Eg veit, at tað fara eisini nýggj og spennandi ting at henda í lokala vinnulívinum, sum meira verður at hoyra um seinni í summar. Hetta síggja vit eisini fram til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.