Fyrst snúði málið seg bara um hendan tunnilin. Men nú meirilutin hjá samgonguni ikki er intaktur, so hevur løgmaður engt við Sandoyartunlinum og fingið bæði Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúvu at loypa beint á blámam. Við at taka stovnsfæið úr Landsbankanum – 150 milliónir krónur – og koyra tað í Sandoyartunnilin, so hevur hann keypt sær tvær atkvøður úr andstøðuni at bjarga samgonuni. Snilt, sera snilt, vil onkur halda.
Men tað sum er enn løgnari er, at øll tann politiska skipanin er púra blendað av øllum tunnilstosinum. Tað er vorðið til eina sjálvfylgju – altso tað er politiskt korrekt – at siga, at sjálvandi skulu vit hava Skálafjarðartunnilin.
Hetta er vorðið so sjálvsagt, at vit taka bara Sandoyartunnilin við í keypinum.
Løgmaður hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at landsstýrismaðurin hevur fulla heimild til at skriva undir sáttmálan við CIP uttan at spyrja tingið. Hesa heimild hevur hann fingið frá undanfarna løgtingi.
Men kortini er málið farið í tingið aftur, og løgmaður og landsstýrismaðurin ætlaðu at fáa tingið at samtykkja málið í blindum. Uttan at siga løgtinginum, hvat innihaldið í avtaluni eru, skuldi løgtingið góðtaka hana.
Seinastu dagarnar er eisini komið fram, at Kári P. Højgaard hevur bundið landsstýrið til at rinda hesum danska felagnum eina millión krónur í endurgjaldi, um avtalan ikki verður undirskrivað innan ávísa freist.
Tað hevur sjálvsagt áhuga, bæði hjá løgtinginum og hjá almenninginum at vita, um tað passar, at ein landsstýrismaður soleiðis setir almennar pengar upp á spæl. Tí við hesum letur hann eitt útlendskt felag seta løgtinginum treytir fyri at gera eitt lógaruppskot, og tað ber sjálvsagt ikki til.
Spennandi verður nú at síggja, hvussu leikur fer.
Javnaðarflokkurin vil hava formansskapin í tinginum at burturvísa málið, tí tað lýkur ikki treytirnar fyri at verða lagt fram. Tað hendir valla. Men lagnunnar speisemi verður tað helst, at Javnaðarflokkurin fer at tryggja løgmanni og meiriluta í hesum máli. Tað hendir ógvuliga sannlíkt. Og skuldi eitt misálit verið reist móti Kára P. Højgaard, so verður tað helst eisini tingmenn úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi sum tryggja Kára P. Højgaard sætið í Tinganesi.










