liðinum í løtuni. Ein sigur sunnudagin tryggjar, at vit ikki bert leika fyri at sleppa undan niðurflyting í okkara fyrsta ári í donsku elituni. Fýra umfør eru eftir at leika og støðan eftir trý umfør í 1. deild [...] Hinvegin hava teir longu leikt móti Skolerne og Brønshøj á ávíkavist triðja og fjórða plássi, og kunnu tí røkka langt í ár. Eingin steðgar Helsinge, men møguliga eru K 41 eitt gott boð uppá annað plássið [...] okkara í 4. umfari er á einum øðrum plássi í bestu donsku deildini, vænta vit at kunna standa K 41 kurl. Farið verður eftir sigrinum, og hví ikki; liðini bæði eru styrkismett nøkunlunda jøvn og hava vit tí
hóast hann hevur verið skuldsettur í skipamálinum í fimm ár einki hevur frætt frá myndugleikunum um málið. ? Jógvan Páll Lassen hevur ein sakførara, og er hesin kunnaður í málinum, sigur fútin og leggur afturat [...] . Hann vísir á, at donsku løgreglufólkini sjálvsagt skulu hava mat í munnin og tak yvir høvdið, tá tey eru í Føroyum og kanna ávíst mál, og í sama viðfangi nevndi hann eisini, at var talan um eitt ferðalið [...] ið var í Føroyum fyri fimm árum síðani og gjørdi sítt kanningararbeiði til lítar. Tilfarið fult í villum Í Degi og Viku vísti Jógvan Páll Lassen eisini á, at tilfarið, løgreglan legði fram í málinum fyri
Býarmyndugleikarnir í Reykjavík siga, at broytingarnar í íslendska búskapinum fara at hava stóra ávirkan á gongdina í høvuðsstaðnum og økinum kring býin Millum annað verður fólkavøksturin í høvuðsstaðarøkinum [...] mett. Myndugleikarnir vænta hinvegin, at arbeiðsloysið fer at veksa. Í fjør var tað 0,9 prosent. í ár ætlandi 1,8 prosent, og næsta ár verður tað umleið 3,5 prosent.
Hann eitur Aksel Kambsskarð Berg, er limur í Miðflokkinum, hann er lækni á Landssjúkarhúsinum, har hann byrjaði í starvi fyrr í ár. Hann varð útbúgvin lækni 27. november 2020, hann elskar Jesus av øllum [...] sum hevur verið formaður í ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum, millum annað á Facebook. Hann er soleiðis als ikki samdur við Læknafelagnum og Pál Weihe, formanni felagsins, sum í samrøðu við Kringvarpið [...] hesin læknin. Spurningurin er so, um tað eru fleiri læknar, sum hava hesi sjónarmið, sum læknarnir í Miðflokkinum. Ella um hesin ungi limur í Miðflokkin bara vil stuðla sínum formanni, tá hann sjálvur hevur
farið fram á tingi, síðani málið varð samtykt í 1988, og at í dag eru bara 12 tingmenn eftir, sum sótu tá. Hinir 20 tingmenninir eru valdir síðani, og hava tí ongantíð verið við til at viðgjørt málið um [...] at gera sær greitt, at tá farið verður undir hetta arbeiðið, so má okkurt annað bíða. ? Vit mugu gera nakrar fáar stórar íløgur í senn, heldur enn at alt koyrir við lágumblussi, sigur hann. Tryggja at allir [...] sær, at serliga tann flokkurin, sum steðgaði prosjektinum í 1989 og hevði hug at steðga í 1992, nú skal vera heitasti talsmaður. ? Men koma vit í samgongu, fara vit at taka málið upp til politiska viðgerð
! Vit í Sambandsflokkinum eru als ikki í iva um, hvør okkara støða er, tí vit meta okkum sum eina tjóð, og vit eru ikki í iva um, at vit eisini eru fræls, hóast serstakliga landsstýrismaðurin í sjálvs [...] so eru tey samb. uppskotinum 24! Í seinasta lagi hin 1. januar 2002, 10 mál. Í seinasta lagi hin 1. januar 2004, 5 mál. Í seinasta lagi hin 1. januar 2006, 7 mál, og í seinasta lagi hin 2. januar 2008 [...] umleið 300-400 mió. kr. í seinasta lagi hin 1. januar 2002, og síðan verða tær lækkaðar, til tær eru burtur. Hugsa vit so um, hvussu umstøðurnar eru hjá teim stýrum, sum vit hava í dag, so hoyra vit javnan
at ov lítið samskifti er í nógvum førum, og hesum tekur Høgni í Jákupsstovu undir við. – Sjónvarp er nakað mann ger saman, men vit eru býtt upp í tríggjar ymiskar deildir í mun til tvær, so múrarnir eru [...] vera nøktandi, og hava uppskot til, hvussu hetta skal broytast. Stýrið sær álvaran Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, staðfestir, at hetta er eitt mál, sum verður tikið í størsta álvara [...] pening verða heldur ikki gjørd. Tað eru ongar ætlanir og visjónir, hóast leiðslan hevur sitið í eitt og eitt hálvt ár, sigur hann, og leggur afturat, at hóast bygnaðurin er gjørdur til 90 milliónir krónur, so
prestur, sum fer at hava tveir av fyrilestrunum, har hann viðger mannin sum tænara í familjuni, í kirkjuliðnum og í samfelagnum. Triðja fyrilesturin á mansleguni fer ein kvinna at hava, nevniliga Marjan [...] Á leguni eru menn í øllum aldri saman bæði um tað sosiala og tað andliga. Nógv tiltøk eru á skránni, bæði fyrilestrar, ítriv, sangur og annað ‘mansligt’ virksemi. Evnið í ár er ‘Menn, sum tæna Kristi’ [...] dagliga stendur í støðuni, at bara fá mannfólk taka lut í barna- og familjuarbeiðinum. Hon fer eisini at vísa monnum á týdningin at vera fyrimynd fyri børnini. Á mansleguni er annars nógv annað á skránni enn
leikunum á Isle of Man í 1985, hava íalt eini 1.000 ítróttafólk umboðað Føroyar á Oyggjaleikunum, og uppaftur nógv fleiri hava við spenningi fylgt við leikunum her heima. Vit hava hesi árini vunnið 361 [...] venjing, eldhuga og góðum upplivingum. Í Álandi í summar luttaka vit í badminton, borðtennis, bogaskjóting, fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, golf, judo og svimjing. Í mun til seinast eru súkkling og triathlon [...] eru viðhaldsfólk, ið hava gjørt leikirnar til afturvendandi ferðamál. Annaðhvørt ár hava vit høvi at ferðast til oyggjar, sum vit annars neyvan høvdu hugsað um at vitja. Tey, ið hava roynt at verið við til
noyðist ræsta kjøtið at bíða til í dag, nýggjársdag. Í gjárkvøldið bjóðaði elsta dóttirin ræsta súpan, og har vóru tey so í gjárkvøldið saman við allari familjuni. Hvat gekk væl í 2019, og hvat gekk minni [...] mest um í 2019, er at síggja, hvussu væl tað hevur gingist børnunum. Tey eru í ymiskum aldri og ymiskt, hvar tey eru í lívinum. Men, at øll hava ein gerandisdag, har tey trívast og mennast og hava dreymar [...] til at fara við starvsfeløgum til Warszawa í juni at taka tað, sum rópt verður ”advanced” skeið í traumaviðgerð. - Okkara vinir í Los Angeles koma at verða í Føroyum við tilsamans heili fimm ferðaliðum