Ferðin í Los Angeles gjørdist ein uppliving fyri lívið

- Eg havi sjáldan havt nakað nýggjárslyfti, men eg leggi til merkis, at eg við árunum eri blivin meira tilvitað um, hvussu eg brúki mína tíð og orku, sigur Sigbritt við Neyst.

 

 

 

Hvussu plaga tit at halda gamlaárskvøld, nú kvøldið er lagt aftur um, og vit skriva 2020?

- Vit hava eina heldur øðrvísi sigvenju gamlaárskvøld. Í seinnu helvt av 90’unum, tá elstu børnini vóru smá, og vit undir útbúgving, búðu vit í Danmark, har vit onkuntíð eisini vóru á jólum og nýggjárinum. Vit høvdu tá einki ræst kjøt ella annan góðan føroyskan mat. Tá spurdi eg dóttrina, hvat hon allarhelst hevði ynskt, at vit fingu at eta gamlaárskvøld.

Sigbritt við Neyst vísir á, at svarið hjá dóttrini var, at henni best hevði dámt at fingið heimagjørda pitsa, og tað vildi mamman sjálvandi eftirlíka henni.

- Tað, eg ikki visti tá, var, at hetta gjørdist byrjanin til eina fasta siðvenju. Hóast vit, síðan vit fluttu heim, ætlaðu og hava havt møguleika at broyta hetta, kemur tað als ikki upp á tal. Børnini - og eisini tey, sum eru komin til síðan - krevja heimagjørda pitsa. So, meðan grannar og vinfólk gera veitslumat, standi eg so trúliga og geri heimagjørda pitsa gamlaárskvøld.

Hon sigur, at kvøldið hesaferð var einki undantak, og tí noyðist ræsta kjøtið at bíða til í dag, nýggjársdag. Í gjárkvøldið bjóðaði elsta dóttirin ræsta súpan, og har vóru tey so í gjárkvøldið saman við allari familjuni.

Hvat gekk væl í 2019, og hvat gekk minni væl?

- Tað, eg gleðist mest um í 2019, er at síggja, hvussu væl tað hevur gingist børnunum. Tey eru í ymiskum aldri og ymiskt, hvar tey eru í lívinum. Men, at øll hava ein gerandisdag, har tey trívast og mennast og hava dreymar og ynskir, sum tey arbeiða ímóti, fegnist eg um.

Sigbritt við Neyst vísir á, at við einum soni, sum hevur verið skurðviðgjørdur umleið 40 ferðir, gleðist hon hvørja ferð, tað gongur eitt ár uttan skurðviðgerð.

- Í byrjanini av árinum gjørdist eg liðug við eina styttri útbúgving, ið fevnir um viðgerð, sum serliga verður brúkt til trauma, angist, tunglyndi og strongd, og henda útbúgving hevur verið eitt sera gott ískoyti í mínum arbeiði. Tá eg hyggi afturá, hvussu arbeiðslívið hevur verið í 2019, kann eg ikki annað enn vera eyðmjúk og takksom fyri at kunna arbeiða burturav við tí mær dámar best - og fyri allar løturnar í djúpum samrøðum um lívið.

Hon sigur, at tey sum familja vóru ein fantastiskan túr í Los Angeles og vitjaðu fólk, tey eru komin at kenna á teirra ferðum sum fotografar í Føroyum.

- Hesi vístu okkum sera stóran blíðskap og gjørdu, at ferðin gjørdist ein uppliving fyri lívið. Tey hava verið fleiri ferð aftur í Føroyum, og seinastu ferð vóru tey ferðaleiðarar hjá 12 øðrum fotografum, har eg bleiv sett til at taka mær av øllum tí praktiska. Hetta gjørdi, at eg kom at kenna og fáa vinir um allan heimin. 

Sigbritt við Neyst heldur ikki, at tað er nógv, sum hevur gingið minni væl í 2019.

- Men, at bróta mær armin, sum haraftrat ikki vaks pent saman aftur, kom ikki væl við. Eg havi ein gerandisdag sum ofta krevur nógv, eitt nú við einum soni, sum hevur fjølbrek, og tí havi eg tørv á at hava ein arm, sum er virkin frá morgni til kvølds. Men, í øllum hevur tað verið fantastiskt at sæð, hvussu øll rundan um meg hava traðka til, sigur hon.

Hvørjar eru vónirnar og ætlanir fyri 2020?

- Vit eru júst farin í holt við stóra umbygging í húsinum, har fyritøkan hevur sítt virksemi. Eri sera spent, hvussu langt vit koma við hesi verkætlan í 2020.  

Sigbritt við Neyst gleðir seg eisini til at fara við starvsfeløgum til Warszawa í juni at taka tað, sum rópt verður  ”advanced” skeið í traumaviðgerð.

- Okkara vinir í Los Angeles koma at verða í Føroyum við tilsamans heili fimm ferðaliðum deili yvir alt 2020, so vit fara aftur at samstarva um hetta og gera, at okkara gestir - fotografar úr øllum heiminum - fáa eina so góða uppliving í Føroyum sum tilber. 

Hon vísir á, at hon ofta leggur sær stórar ætlanir frammi í tíðini.

- Eg eri forvitin og tilvitað um hvørjar hurðar, møguleikar og avbjóðingar lata seg upp í lívinum, og eg flyti meg eftir tí, sigur Sigbritt við Neyst.

Hevur tú givið eitt nýggjárslyfti?

- Eg havi sera sjáldan havt nakað nýggjárslyfti, men eg leggi til merkis, at eg við árunum eri blivin meira tilvitað um, hvussu eg brúki mína tíð og orku. At lesa, skriva og verða skapandi á ymsan hátt, at hitta áhugaverd menniskju, sum hava ymiskar lívsáskoðanir ella at njóta løtur saman við familju, er alt nakað, sum hevur týdning fyri meg. Eg fari uttan iva eisini í nýggja árinum at leggja størri dent á at brúka mína tíð til tað, sum veruliga hevur týdning og gevur meining, sigur Sigbritt við Neyst.