Vilja vinna á toppliði

Føroyska talvfelagið í Keypmannahavn er vælmannað til dystin sunnudagin í 4. umfari móti næstfremsta liðnum í Danmark. Norski stórmeistarin á føroyska liðnum, Einar Gausel, er aftur tøkur og vónirnar eru tí góðar. Málið er eirindaleyst: Ein sigur

Upptakt

Hóast mótstulið okkara í 4. umfari er á einum øðrum plássi í bestu donsku deildini, vænta vit at kunna standa K 41 kurl. Farið verður eftir sigrinum, og hví ikki; liðini bæði eru styrkismett nøkunlunda jøvn og hava vit tí manningina at vinna á næstfremsta danska liðinum í løtuni.
Ein sigur sunnudagin tryggjar, at vit ikki bert leika fyri at sleppa undan niðurflyting í okkara fyrsta ári í donsku elituni.
Fýra umfør eru eftir at leika og støðan eftir trý umfør í 1. deild er hendan:

1Helsinge 20,0 stig
2K 4115,0
3Skolerne14,5
4Brønshøj12,5
5Talvfelagið Føroyar10,5
6SK 19689,0
7Århus7,5
8Nørresundby7,5
(Tey bæði niðastu liðini flyta niður)

K 41, ið heldur til í Valby, Keypmannahavn, hevur eftir fyrstu trimum umførunum tikið flest øll á bóli við teirra væl uppiborna øðrum plássi. Ikki hava teir hitt Helsinge enn, sum vit reiðiliga taptu ímóti í 3. umfari. Hinvegin hava teir longu leikt móti Skolerne og Brønshøj á ávíkavist triðja og fjórða plássi, og kunnu tí røkka langt í ár. Eingin steðgar Helsinge, men møguliga eru K 41 eitt gott boð uppá annað plássið.
Vit hava sjálvir ætlanir um at enda í ovari helvt, og sunnudagin muga vit leggja væl frá landi um málið skal røkkast. Tapa vit dystin, eiga vit at gloyma ætlanina um eitt møguligt sensationelt triðja pláss, og heldur gera alt fyri at ikki flyta niður aftur í 2. deild. Tvey lið flyta niður.
Sum tað sæst aðrastaðnis á síðuni, eru vit styrkismettir eitt vet sterkari enn K 41. Munurin er tó somikið lítil, at talan er um ein framanundan mettan javnan dyst. Okkara samlaða væntaða skora er beint omanfyri 50% (sambært almenna útrokningarháttinum, ELO-skipanin).
K 41 hevur viðvind í løtuni, og at kalla allir á liðnum hava yvirraskað positivt. Tað er altíð vandi á ferð, tá mótstøðan er full av sjálvsáliti.

Ovaru borðini
Tað verður stórmeistaratelving á fyrsta borði. Danski stórmeistarin hjá K 41, Henrik Danielsen, hevur vunnið øll síni trý talv í liðkappingini, og við hvíta fólkinum móti okkara Gausel fer hann ivaleyst eftir sigrinum. Danielsen vann herfyri eina kapping í Íslandi, og við sínari góðu byrjan í 1. deild, verður hann tungur at syfta hjá Gausel. Norðmaðurin tapir tó sjáldan, og tí er helst líkt til, at úrslitið verður javnleikur.
Danin á okkara liði, IM Nikolaj Borge, eigur at vinna við hvíta fólkinum á Esben Lund. Borge er greiður ratingfavorittur, og hevur eina 2500-styrki við hvíta fólkinum.
John Arni Nilssen á triðja borði hittur ein gamlan kenning í danskari telving. Veteranurin Kresten Schmidt hevur royndir sum fáur. Hóast hetta vigar nógv, er vælhugsandi at John Arni dregur longra stráðið við. Torført verður tað kortini.
Okkara maður á fjórða borði, Flóvin Tór Næs, fær vandamikla mótstøðu. Roland Greger er kendur fyri ágangandi telving, og nakrar ferðir hevur hann verið tætt við IM-normar. Eitt púra opið talv.
John Rødgaard, sum mannaði fjórða borð í dystinum 7. desembur móti Helsinge, verður ikki við ímóti K 41. Tá kundi Gausel ikki telva, og tí vórðu boð send eftir tvøramanninum. John hjálpir okkum í neyðstøðum, sum t.d. tá Gausel mátti geva avboð. Felagið hevur tíverri ikki ein breiðan hóp.

Niðaru borðini
Heini Olsen á fimta borði hevur fingið eina góða byrjan í liðkappingini. Ein sigur og tveir javnleikir er flott tá talan er um 1. deild. Álitismaðurin á liðnum hevur svarta fólkið sunnudagin, og spurningurin er um hann kompromileyst ætlar sær eftir sigrinum, ella um hann tryggjar liðnum ein góðan javnleik. Eingin ivi er nevnliga um, at Heini eigur at fáa okkurt stig burturúr talvinum.
Eingin trongir meir til okkurt stigið enn Eyðun Nolsøe. Hann hevur tapt síni trý fyrstu talv. Eyðun hevur havt støður til eini tvey stig, men tíverri hevur hann leikt skeivt í avgerandi løtum. Við hvíta fólkinum móti einum 2200-manni, er møguleikin góður fyri fullari úrtøku. Vónandi so verður.
Carl Eli N. Samuelsen hevur eins og Heini Olsen, skavað sær tvey stig saman eftir fyrstu trý umførini. Carl Eli hittur við svarta fólkinum ein støðugan telvara. Sterkur er danin við hvíta fólkinum, og samstundis er hann ratingfavorittur móti føroyinginum. Eitt hálvt stig á sjeynda borði til føroyska liðið, vildi verið kærkomið.
Áttanda borð mannar Heini Danielsen. Mótstøðumaðurin hevur fingið eina betri kappingarbyrjan enn Heini, men havnarmaðurin hevur hvíta fólkið og eins nógv rating sum danin. Tískil eitt púra opið talv á 8. borði sunnudagin.
Samanumtikið ein opin dystur. Vit fara eftir sigrinum og kenna at vit hava góðar møguleikar til tess.

Væntaðu liðuppstillingarnar:
Talvfelagið FøroyarRatingK 41RatingVæntað skora hjá TF
1GM Einar Gausel2525GM Henrik Danielsen24960,54
2IM Nikolaj Borge2408Esben Lund22830,67
3John Arni Nilssen2426Kresten Schmidt23390,62
4Flóvin Tór Næs2337Roland Reinhard Greger23270,51
5Heini Olsen2264Jens Hartung-Nielsen22090,58
6Eyðun Nolsøe2227Eric Brøndum22140,52
7Carl Eli Nolsøe Samuelsen2194Brian Jørgensen22400,44
8Heini Danielsen2165Peter Ulrik Röder21570,51


:4,39 stig