Á leguni eru menn í øllum aldri saman bæði um tað sosiala og tað andliga. Nógv tiltøk eru á skránni, bæði fyrilestrar, ítriv, sangur og annað ‘mansligt’ virksemi.
Evnið í ár er ‘Menn, sum tæna Kristi’. Tað verður Símun P. Jacobsen, prestur, sum fer at hava tveir av fyrilestrunum, har hann viðger mannin sum tænara í familjuni, í kirkjuliðnum og í samfelagnum.
Triðja fyrilesturin á mansleguni fer ein kvinna at hava, nevniliga Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini. Heitið er ‘Menn tæna børnunum’.
At Marjan sum ein kvinna undirvísir á mansleguni er vegna tað, at Marjan dagliga stendur í støðuni, at bara fá mannfólk taka lut í barna- og familjuarbeiðinum. Hon fer eisini at vísa monnum á týdningin at vera fyrimynd fyri børnini.
Á mansleguni er annars nógv annað á skránni enn fyrilestrar. Har er millum annað ítriv av ymiskum slag, so sum ein fiskitúrur, gongutúrur, fótbóltur, tónleikur, jamming, sangur og annað. Eisini er festkvøld, har tað bæði verður álvari og gaman.