Lækni á Landssjúkrahúsinum stuðlar Jenis móti landsstýrinum

Hann elskar Jesus av øllum sínum hjarta, útbúgvin lækni 27. november í fjør, er limur í Miðflokkinum, arbeiðir á Landssjúkrhahúsinum, og hann er langtstíðani koppsettur ímóti Covid-19

Hann eitur Aksel Kambsskarð Berg, er limur í Miðflokkinum, hann er lækni á Landssjúkarhúsinum, har hann byrjaði í starvi fyrr í ár. Hann varð útbúgvin lækni 27. november 2020, hann elskar Jesus av øllum sínum hjarta, og hann er langtstíðani koppsettur ímóti Covid-19. Men hann heldur, at tað er keðiligt, at tað er ein ekstrem einsporing í samband við Covid-19, sum vit síggja dagliga.

 

– Eg havi ilt at skilja, hví Jenis Av Rana skal verða so illa kritiseraður av, at hann hevur eina privatmeining um, at hann ikki metir, at vísindaliga grundarlagið fyri vaccinurnar eru nóg væl undirbygdar til, at hann følir seg tryggan at verða vaccineraður í løtuni.

 

– Vit liva í einum samfelag, har tað vanliga er uppfordrað til, at man sjálvur dugur at hugsa og reflektera yvir støður. Men viðvíkjandi COVID er hetta skúgvað fullkomiliga til viks. Tú skalt halda, at sjúkan er ekstremt farlig, tú skalt stuðla niðurlukning og restriktiónir og sleppur ikki at seta spurnartekin til logikkin aftanfyri, og tú skalt vaccinera teg, um tú vilt fáa títt frælsi aftur, skrivar nýútbúni ungi læknin, sum hevur verið formaður í ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum, millum annað á Facebook.

 

Hann er soleiðis als ikki samdur við Læknafelagnum og Pál Weihe, formanni felagsins, sum í samrøðu við Kringvarpið segði, at hann visti bara um ein lækna, sum helt tað sama sum Jenis av Rana, sum hevur lagt eina bumbu undir koppsetingarætlanina hjá løgmanni.

 

Spildurnýggi læknin, sum ikki er meira samdur við Jensi av Rana enn sum so, at hann sjálvur er koppsettur, spyr, hví tað er ikki pláss til at seta spurningar.

 

– Hví verða vaksin fólk afturvendandi ómyndiggjørd?

 

– Hví skal man vaccinerast, um man býr í einum landi uttan nevniverda smittu, spyr ungi læknin á Landssjúkrahúsinum.

 

Hann ger vart við, at Tað er púra legitimt at seta spurningar.

 

– Tað gera vísindafólk í hópatal eisini, men tey verða somuleiðis skúgvað til viks av fjølmiðlum og tí vísindaligu elituni, ið setur dagsskránna í hesum koronutíðum.

 

– Tað er rætt, at COVID-vaccinurnar eru hasti-góðkendar við fleiri undantøkum, og tí kenna vit ikki langtíðarárin av teimum. Tískil haldi eg, at fólk sjálvi skula taka støðu til, um tey meta tað vera rætt fyri seg sjálvan at verða vaccinerað. Tað er júst tað sama, sum Jenis hevur sagt, at fólk sjálvi skula velja, og hann onki tilmæli hevur til tey - hvørki frá ella til, sigur hesin læknin.

 

Spurningurin er so, um tað eru fleiri læknar, sum hava hesi sjónarmið, sum læknarnir í Miðflokkinum. Ella um hesin ungi limur í Miðflokkin bara vil stuðla sínum formanni, tá hann sjálvur hevur latið seg koppseta – og so fer út og stuðlar sínum floksformanni.

 

Øll vita, at Jenis av Rana hevur sera drúgvar royndir sum lækni. Men hesin ungi læknin, sum higartil sum tann einasti stuðlar Jenis av Rana, hevur bara royndir í nakrar vikur sum lækni ~– og hevur sjálvur tikið ímóti koppseting.

 

Kortini sigur hann, at hann heldur í botn og grund ikki, at landsstýrið skal biðja borgarar um at koppsetast, men skal syrgja fyri at tilboðið er har, so tey hava valmøguleikan.

 

– Eg eri sjálvur vaccineraður fyri COVID aftur í januar, tí eg metti, at hetta var tað rætta fyri meg í mínum dagliga læknastarvi. Men eg havi fulla virðing fyri, at Jenis og nógv onnur velja vaccinuna frá, ella velja at bíða eitt sindur, um tey meta tað vera tryggari, sigur ungi læknin á Landssjúkrahúsinum, Aksel Kambsskarð Berg, í eini verjurøðu fyri Jenis av Rana á Facebook.

 

Spurningurin hjá Føroya fólki eru nú: Skulu vit trúgva Jensi av Rana, ella skulu vit trúgva øllum hinum læknunum og almenna politikkinum hjá landsstýrinum? 

 

Hesum fer løgmaður helst at greiða okkum frá eftir landsstýrisfundin í morgin...