løgreglan í Havn fráboðan um, at 13 tons stóri føroyskt bygdi báturin, Skorðhamar, hevði siglt á land á Glyvursnesi. - Tá ið vit fingu boðini frá Alarmsentralinum, hevði maðurin, sum var einsamallur í bátinum [...] Hann var farin úr Vágunum seinnapartin leygardagin, og tilburðurin hevði einki við bátastevnuna í Vestmanna at gera. - Maðurin var ikki ávirkaður, men hugsandi er, at hann er sovnaður. Løgreglan sigur, at
frá barnsbeini av, at læra at hava ein positivan hugburð til eitt reint umhvørvi. Hetta eru fólk í Vestmanna byrjað at taka stig til, nevniliga at seta á stovn ein sokallaðan grønan barnagarð, ið leggur stóran [...] Tað sigst, at Føroyar hava eitt tað reinasta havumhvørvið í heiminum, og er hetta nakað, sum vit føroyingar eru sera stoltir av. Men vit kenna eisini tann snýkjandi fíggindan, ið eitur dálking, og sum [...] um umhvørvið. Tad vísir seg eisini, at børnini halda, at tað er spennandi og byrja at vera ágrýtin í arbeiðnum fyri at verja umhvørvið. Umframt at umhvørvið verður styrkt av hesum, eru vit eisini við til
um føroyska boksaran í Danmark, Sarah Mahfoud, sum er fyrrverandi heimsmeistari. Fríggjakvøldið 29. november fór Sarah Mahfoud í ringin aftur. Sarah, sum hevur mammu úr Vestmanna, skuldi boksa ímóti [...] uppá, at eg vinni. Sosialurin var til dystin, lesið frásøgn og samrøðu við Sarah Mahfoud í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo
ni í Føroyum, hildin í Klaksvík. Musikkstevnan er, tá ið horn- og træblásarar í øllum aldri kring landið hittast at spæla fyri hvørjum øðrum og øllum áhugaðum. Fyrsta stevnan var hildin í Vestmanna í 1966 [...] árið eftir var hon í Klaksvík, so í Havn og øll orkestrini hava síðani verið vertir fyri stevnuni eftir tørni – hetta er 52. árið á rað, at musikkstevna er, og 8. ferðin at hon er í Klaksvík. Talið av [...] kenningar hendan dagin. Um kvøldið er veitsla í Skálanum. Stevnan er í Miðhøllini á Skúlatrøð, og hon byrjar klokkan 14. Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs setir stevnuna
Seinnapartin í dag klokkan 16 skal U20-landsliðið í manshondbólti spæla tann fyrsta av trimum dystum í EM-undankappingini, sum er í Schaffhausen í Sveis um vikuskiftið. Kári Nielsen og Ingi Olsen eru venjarar [...] spældir í BBC Arena í Schaffhausen. Rás 2 fer at siga beinleiðis frá øllum trimum dystunum hjá U20-landsliðnum, sum kunnu hoyrast á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9, á FM 98,7, og í Vestmanna á STAÐIÐ [...] Men vit meta, at dysturin í dag er tann, har vit hava besta møguleikan at gera vart við okkum, heldur hann. Dysturin í dag er ímóti Montenegro, og so spæla Føroyar aftur í morgin klokkan 16 ímóti Makedonia
listarlig handverk. Grótlaðarin í Leirvík, Adrian Stauss, byrjaði í sínari tíð hjá Dia Jacobsen. Herfyri, tá Vikublaðið skifti orð við Regin Jóanesarson, grótlaðara í Vestmanna, segði hann, at tað eisini var [...] at laða, men lítið man vera at ivast í, at Dia telist millum teir, ið hava givið mongum íblástur. Í alt 2015 hevur Dia Jacobsen laðað ein part av kirkjugarðinum í Sørvági, og nú stendur garðurin liðugur [...] einar 90 metrar, og kirkjugarðurin er 110 sentimetrar høgur. - Men, kendi laðarin er ikki heilt liðugur í Sørvági enn, tí nú bíða honum aðrar uppgávur at gera fyri Sørvágs kommunu, eitt nú at laða framvið Stórá
Neistin hevur heimavøll, tá seinastu tveir dystirnir í fyrru hálvfinalunum í steypakappingini verða avgreiddir í dag. Hjá monnum er tað H71, sum kemur á vitjan. Hoyvíkingar megnaðu at vinna sín bólk framman [...] millum Neistan og VÍF. VÍF vann sín bólk í kapping við Kyndil, og tær hava í vetur prógvað, at tær á einum góðum degi kunnu vinna á øllum øðrum liðum. Neistin er oddalið í landskappingini, og tær hava verið [...] heimavølli hava tær eisini havt takið á VÍF, meðan tær hinvegin taptu greitt, tá vitjað varð í Vestmanna. Mansdysturin í dag byrjar klokkan 16.00. Hjá kvinnunum er fyrsta bríkslið klokkan 17.30.
Í døgunum 15. juni – 18. juni fara tvey av teimum best kendu kórunum í Svøríki at hava konsertir í Føroyum. Tá fara o.u. 180 børn og ung í Uppsala domkyrkas gosskör och flickkör at syngja í gjónni við [...] við Gjógv, í Vesturkirkjuni og í Fríðrikskirkjuni. Umleið180 børn og ung millum 8 og 25 ár syngja í dreingja- og gentukóri í dómkirkjuni í Uppsala. Tey syngja fyrst og fremst til konsertir, guðstænastur [...] r og høgtíðir í dómkirkjuni, men eisini ymsa aðrastaðni í Svøríki og úti í heimi. Uppsala domkyrkas gosskör er elsta dreingjakór í Svøríki, og stigtakari til kórið var erkabispurin og úrmælingurin Nathan
og vaks í fjúrtan og stóð í stað í tveimum kommunum. Størsta minkingin, 19 fólk, var í Runavíkar kommunu.
Kommunurnar, ið hava størstan fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Vestmanna og Vágs [...] Fólkavøkstur var í átta av oyggjunum: Fugloy, Borðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Skúvoy og Suðuroy. Størsta minkingin var í Viðoy. Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í fjúrtan kommunum [...] síni. Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 218 fólkum, meðan Streymoyar Sýsla annars minkaði við 51 fólkum. Samanumtikið kann sigast at fólkatalið vaks í øllum sýslum. Orsøkin til fólkavøksturin
gomul. Hon er ættað úr Vestmanna, men hevur búð í Húsavík í meiri enn 40 ár. Í morgin - 3. desember - eru júst 40 ár liðin, síðan hon og Hanus Sørensen, sáli, fluttu í húsini í Húsavík, har Hanna framvegis [...] Leygardagin hin 7. desember verður jólasøla í skúlanum í Húsavík, sum Hanna Sørensen og Jóhanna F. Jancyardóttir, saman við øðrum hava tikið stig til. Tær báðar hava heitt á fólk um at koma við ymiskum [...] kaffi og góðar køkur, leggur Hanna aftrat. Hugna um bygdina Hon sigur, at í eini lítlari bygd sum Húsavík hendir ikki so nógv í vanliga gerandisdegnum. - Vit vilja tí fegin hugna um dagarnar undan jólum