Tá ræður um tónleikaheimin, kanska serliga country-tónleikin, er ikki so sjáldan at hoyra, at ókend nøvn gjørdust við tíðini kend, tá tey fóru at syngja saman við Halli Joensen.
Steintór Rasmussen man eisini hava lagt mongum evnaríkum unglingi lag á við sangi og tónleiki, og sama kann sigast um aðrar tónleikarar við.
Vit síggja hetta eisini, tá ræður um onnur - um vit kunnu siga - listarlig handverk. Grótlaðarin í Leirvík, Adrian Stauss, byrjaði í sínari tíð hjá Dia Jacobsen.
Herfyri, tá Vikublaðið skifti orð við Regin Jóanesarson, grótlaðara í Vestmanna, segði hann, at tað eisini var Dia, sum gav honum íblástur til laðing.
Tað eru nógvir føroyingar, sum duga óføra væl at laða, men lítið man vera at ivast í, at Dia telist millum teir, ið hava givið mongum íblástur.
Í alt 2015 hevur Dia Jacobsen laðað ein part av kirkjugarðinum í Sørvági, og nú stendur garðurin liðugur.
Sørvágs kommuna, sum eisini eigur viðheftu myndir, veit at siga, at samlaða longdin á garðinum er einar 90 metrar, og kirkjugarðurin er 110 sentimetrar høgur.
- Men, kendi laðarin er ikki heilt liðugur í Sørvági enn, tí nú bíða honum aðrar uppgávur at gera fyri Sørvágs kommunu, eitt nú at laða framvið Stórá, veit Sørvágs kommuna at siga.











