Sjóferðsla
Leygarkvøldið um gott 20-tíðina fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at 13 tons stóri føroyskt bygdi báturin, Skorðhamar, hevði siglt á land á Glyvursnesi.
- Tá ið vit fingu boðini frá Alarmsentralinum, hevði maðurin, sum var einsamallur í bátinum, bjargað sær uppá land. Vit boðaðu MRCC Tórshavn frá tilburðinum, og eftir at vit høvdu havt samband við mannin, koyrdu vit út á Glyvursnes.
Løgreglan sigur, at maðurin var hampiliga væl fyri, tá ið teir komu út á Glyvursnes, men fyri tryggleikans skuld, bóðu vit hann hyggja fram við á skaðastovuni.
- Hann var vátur, men sá ikki út til at hava fingið nakað mein.
Løgreglan sigur, at maðurin var á veg úr Vágunum til Havnar við bátinum. Hann var farin úr Vágunum seinnapartin leygardagin, og tilburðurin hevði einki við bátastevnuna í Vestmanna at gera.
- Maðurin var ikki ávirkaður, men hugsandi er, at hann er sovnaður.
Løgreglan sigur, at báturin hevði ikki fingið nakran sjónligan skaða og eftir hendingina, sleipaði ein annar bátur, sum kom framvið, Skorðhamar til Havnar.