Talan er um føroyska boksaran í Danmark, Sarah Mahfoud, sum er fyrrverandi heimsmeistari.
Fríggjakvøldið 29. november fór Sarah Mahfoud í ringin aftur. Sarah, sum hevur mammu úr Vestmanna, skuldi boksa ímóti einum øðrum fyrrverandi heimsmeistara, nevniliga brasiliansku Danilu Ramos.
Lagt varð upp til ein lagnudyst teirra millum, tí tær eru báðar ávikavist nummar 1 og 2 á heimsstyrkilistanum hjá WBO í fjøðurvekt - og vinnarin av teimum sleppur helst at møta heimsmeistaranum Amanda Serrano frá Puerto Rico.
Áðrenn dystin segði Sarah Mahfoud soleiðis um sterku mótstøðukvinnuna úr Brasil:
– Eg tími ikki at møta einum boksara, har tað verður væntað, at eg vinni. Mær dámar væl hesar dystirnar, har eg møti teimum sterkastu gentunum, so eg kann prógva, at eg hoyri til á toppinum. Og so vil eg eisini geva áskoðarunum ein góðan dyst, sigur hon.
– Eg trúgvi uppá, at eg vinni.
Sosialurin var til dystin, lesið frásøgn og samrøðu við Sarah Mahfoud í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo