Seinnapartin í dag klokkan 16 skal U20-landsliðið í manshondbólti spæla tann fyrsta av trimum dystum í EM-undankappingini, sum er í Schaffhausen í Sveis um vikuskiftið.
Kári Nielsen og Ingi Olsen eru venjarar hjá U20-landsliðnum, og tá vit hittu Kára Nielsen fyri eini løtu síðani, lat hann væl at støðuni í hópinum, har hvørki smáskaðar ella annað forða fyri, at nakar av monnunum kann tørna til.
- Vit kenna ikki so nógv til hesi trý mótstøðuliðini, sum tó heldur ikki kenna so nógv til okkum. Men vit meta, at dysturin í dag er tann, har vit hava besta møguleikan at gera vart við okkum, heldur hann.
Dysturin í dag er ímóti Montenegro, og so spæla Føroyar aftur í morgin klokkan 16 ímóti Makedonia og sunnudagin klokkan 12 ímóti Sveis. Allir dystirnir verða spældir í BBC Arena í Schaffhausen.
Rás 2 fer at siga beinleiðis frá øllum trimum dystunum hjá U20-landsliðnum, sum kunnu hoyrast á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9, á FM 98,7, og í Vestmanna á STAÐIÐ FM 101, sum samsendir allar tríggjar dystirnar við Rás2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kára Nielsen, landsliðsvenjara.