Tað sigst, at Føroyar hava eitt tað reinasta havumhvørvið í heiminum, og er hetta nakað, sum vit føroyingar eru sera stoltir av. Men vit kenna eisini tann snýkjandi fíggindan, ið eitur dálking, og sum hóttir okkara vakra umhvørvi. Fyri at varðveita hetta reina havumhvørvið og eina reina náttúru eiga børn, longu frá barnsbeini av, at læra at hava ein positivan hugburð til eitt reint umhvørvi. Hetta eru fólk í Vestmanna byrjað at taka stig til, nevniliga at seta á stovn ein sokallaðan grønan barnagarð, ið leggur stóran dent á at venja børnini til at verja teirra umhvørvi. Eitt frálíkt tiltak, ið vónandi fær aðrar barnagarðar til at gera líknandi tiltøk.
Tað er neyðugt, at børnini fáa ein góðan og sunnan hugburð til umhvørvið inn við móðurmjólkini soleiðis at hesi, tá ið tey verða vaksin av sínum eintingum hugsa um umhvørvið. Tad vísir seg eisini, at børnini halda, at tað er spennandi og byrja at vera ágrýtin í arbeiðnum fyri at verja umhvørvið. Umframt at umhvørvið verður styrkt av hesum, eru vit eisini við til at geva børnum okkara nøkur dygdargóð virði.