Neistin eigur tørn í dag

Næsta greipan av hálvfinalum verður í dag, tá Neistin hevur heimavøll móti monnunum hjá H71 og kvinnunum hjá VÍF

Neistin hevur heimavøll, tá seinastu tveir dystirnir í fyrru hálvfinalunum í steypakappingini verða avgreiddir í dag.

 

Hjá monnum er tað H71, sum kemur á vitjan. Hoyvíkingar megnaðu at vinna sín bólk framman fyri Kyndil, hóast teir høvdu nógv trýst á sær, tá teir høvdu tapt móti Team Klaksvík. Neistin syrgdi fyri sínum plássi við at vinna trygt á KÍF.

 

Hoyvíkingar hava á pappírinum betra liðið, og í FM-kappingini elta teir Kyndil, sum í løtuni er á finaluplássi. Úrslitini hava hinvegin sveiggjað nógv, og eitt nú hava tær bæði tapt og vunnið stórt móti júst Neistanum. Neistin hevur somuleiðis sveiggjað sera nógv í sínum avrikum, og tí er ilt at gita, hvussu leikur fer í dag. Men lítil ivi er um, at báðir partar fara at leggja nógv fyri.

 

Hjá kvinnunum stendur hálvfinalan millum Neistan og VÍF. VÍF vann sín bólk í kapping við Kyndil, og tær hava í vetur prógvað, at tær á einum góðum degi kunnu vinna á øllum øðrum liðum. Neistin er oddalið í landskappingini, og tær hava verið rættiliga støðugar gjøgnum hondbóltsveturin. Á heimavølli hava tær eisini havt takið á VÍF, meðan tær hinvegin taptu greitt, tá vitjað varð í Vestmanna.

 

Mansdysturin í dag byrjar klokkan 16.00. Hjá kvinnunum er fyrsta bríkslið klokkan 17.30.