Gud hjálpi og læri meg at boyggja meg undir hansara vilja, sum er tann besti, og sum hevur makt í himli og jørð.1 ár og 4 mánaðir høvdu vit ring saman.Gud vælsigni okkum.” Bæði umrøddi ringur og dagbókin [...] ber skeið, og smildrar skeið - er okkara dýra leið. Væl stýrdi køna hond, tá kavaguvan fjaldi lond, og brot í íðu vóð, og brim í grasið stóð. So manga skaðanátt tit nýttu tykkar ytsta mátt og tykkar besta [...] til. Hátt tykkar verk er mett. - Nú flagg á topp, hvítt, blátt og reytt, og havsins kvæði enn tit kvøðið, havsins menn. Og báran brøtt og blá, sum mangan vandaleikin sá, hon er - tað svitast ei - vár egna
a. verið í Onglandi og í Skotlandi og ferðast saman, og spara nú upp aftur til enn eina ferð einaferð seinni. Arbeiðið á virkinum er skipað í tvær 8-tíma vaktir. Onnur møtir kl. 8 og hin kl. 16, sum skiftast [...] Føroyska flakavinnan hevur verið fyri mongum broytingum tey seinastu 20-30 árini. Bæði nøgdir, prísir og tal av starvsfólkum hava gingið upp og niður - kanska mest niður. Tað hevur víst seg, at tá væl av øðrum [...] bygdini, og spurdi um nakað arbeiði var. Nógv arbeiði var í landinum um hetta mundið, og nógv fólk úr øðrum londum fingu arbeiði í Føroyum. Svarið sum Bjørg fekk frá virkisleiðsluni var játtandi, og kundi
sjógvi og landi, privat og alment. Fiskivinnan er sostatt eisini grundarlagið til allar skatta- og MVG-inntøkur hjá tí almenna, hjá landi og kommunum. Leggja politkarar tilfeingisgjøld á fiskimenn og høv [...] « av fjarastu leiðum, av Flemish Cap og undan ísinum við Labrador í vestri upp til vetrarmyrkrið við Svalbard í landnyrðingi. Vinnan, sum í 70- og 80-árunum gav 20-25% av útflutningsvirði til Føroya. Nú [...] so eftir til hann sjálvan og til útróðrarbátin, línuskipið og partrolaran? Fiskiflotin hevur hesi seinnu árini havt ta eydnu at hava avlop. Tá rinda feløgini skatt av avlopi og vinningsbýti (um nakað er)
teimum í Danmark í tvey ár, og tá hon í 1939 kom heimaftur, giftust hon og Theodor. Gigga og Theodor fingu trý børn, Regin, Jógvan og Áslu. Regin býr í Munkebo á Fjóni, og Jógvan og Álsa búgva bæði í Klaksvík [...] verði rópt Gigga. Foreldur hennara, Absolina og Hanus Rasmussen á Kirkju í Fugloy, fingu trý børn. Ein son, sum doyði bert 12 ára gamal og tvær døtur, Sigrid og Giggu. Tað var bara knapt ár millum systrarnar [...] faðirleys og varð send til Klaksvíkar at vera. Fyrst búði hon hjá Ellu og Malvinus í Vátutoft. Ella var mostur hennara. Men tá hon var 5 ára gomul, flutti hon norð á Stengurnar til Elspu og Joen Jacob
var sekstanda finalan hjá KÍ og áttanda finalan hjá B36, og tilsamans høvdu tey vunnið 14 av teimum 20 finalunum, sum høvdu verið síðani 1992. Hesa ferð gjørdist KÍ drúgvari og vann 2-1, men tað var ikki [...] so høgt innfyri, og tá roynt varð ímóti málinum, stóð Rannvá B. Andreasen á málstrikuni við øðrum beininum og koyrdi hitt aftur um seg fyri at sparka bóltin upp undir yvirliggjaran og útaftur í spælið [...] ímyndar tær í eini steypafinalu, men tað var fult uppiborið og myndaði gongdina í dystinum, tí øll sótu bara og bíðaðu eftir, at KÍ fór at fáa hol á. Og hóast B36 royndi seg við onkrum smávegis broytingum ímóti
feltið hjá mótstøðuliðnum. Bárður J. Hansen, sum var sera raskur og rann alla høgru síðu upp og niður, varð feldur í einari knappari vending og so ivaðist lettiski dómarin ikki. Brotsspark til Víking. Sølvi [...] tá ið Ilya Aleksivich varð spældur leysur og økti enn meiri. Hesa løtuna miseydnaðust fleiri uppspøl hjá Víkingi, og vóru teir ikki mentir at renna aftur og verja fyri skjótu mótálopunum. Staðfestu s [...] tað tóktist eins og Víkingur fór í svart, misti bóltin alt ov ofta og leikararnir vóru ikki mentir at bjarga mistøkunum, teir gjørdu. Spælið hjá FC Gomel gekk alt ov skjótt til tess og frammanfyri málinum
Trivnaðurin og trygdin hjá neytunum og eisini hjá viðskiftafólkunum er í hásæti. Frá mjólki robotti - ið mjólkar, skrásetir mongd, góðsku og relevant sjúkufyribrigdi - til automatiska fóðring og sóping. Allir [...] eitt nú í Danmark, Hollandi og í Íslandi og framkomna mjólki robottin hava hollendarir brúkt í 15-20 ár. Men í føroyskum høpi er hetta ein revolutión innan mjólkaframleiðslu, og eitt farvæl til tað gomlu [...] størri lønsemi og størri flexibiliteti um unga ættarliðið skal tíma at yvirtaka og trívast. Fyrimunir við hesum átakinum eru nógvir, og fevna t.d. um betri úrtøku, betri samskipan og møguleikar fyri at
avgjørt nakað nýtt, fekst og sjálvstøðugt. Yrkingar hansara eru upprunakendar og nýskapandi. Men hann er lítillátin og tað sipa ikki minst heitini á yrkingasøvnum hansara til, Tríkirni og Orðakumlar til dømis [...] komponisti, sum eru so góð og vøkur, spennandi og skiftandi sum løgini hjá Regini Dahl. Tónleikurin er altíð lagaður til mál, innihald og til ta tíð, yrkingin er frá. Tey spreingja stirvnu og avmarkaðu nótaskipanina [...] lesa fagrar bókmentir og norrønt. Í 1947 tók hann við ráðgevarastarvi á bókaforlagnum, ið seinni fekk navnið Gyldendahl, og til fyrst í áttatiárunum starvaðist hann sum handritametari og ráðgevi har. Regin
Yrkisfelagið og landsstýrið, tí eins og Starvsmannafelagið, so er Yrkisfelagið ónøgt við reallønina. Yrkisfelagið hevur ikki færri enn 110 limir, og hesir undirvísa á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring [...] hava húgvu í summar. At hesir næmingar ganga og stúra fyri, at eitt møguligt verkfall kemur og fer at órógva teirra skúlagongd og próvtøku, er væl skiljandi, og tveir av nevndarlimunum í næmingaráðnum í Hoydølum [...] millum Yrkisfelagið og Landsstýrið seinni í hesi vikuni, og vónandi spyrst okkurt gott burtur úr hesum fundinum. Tað er greitt, at gongdin í samráðingunum millum fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið
hásæti við undirhaldi við klovninum Hannibal og vinkonu hansara Angelu. Harumframt var andlitsmáling, har børnini vórðu málaði sum flogmýs og annað vandamikið og spennandi. Skipað var eisini fyri livandi [...] prosentir av søluni. Hetta hevur lætt eitt sindur um, og riggar øgiliga væl. Hetta er annað ár á rað at Stina stendur fyri hesum, og hon er dugnalig og von at gera mat til nógv fólk. Hon hevur fingið rættiliga [...] føroyskur matur, sum skerpikjøt og rullupylsa vóru á skránni. Hetta er fólk von at fáa á regattaini, og tí høvdu tey verið skuffa, um tað ikki var til sølu. Hóast veðrið var gott, og rættiliga fitt av fólki var