Opin fyrispurningur til Búnaðargrunnin

- við atliti til fígging av framtíðar fjós-koncepti til mjólkineyt

Leygardagin 13. september 2008 kl. 14-17 var opið hús ella receptión úti í nýggja framtíðar fjósinum í Havnardali har øll vóru vælkomin. Fólk í hundraðatali – úr bygd og bý – høvdu leitað sær út í Havnardal, fyri at síggja hetta Føroya – ja kanska eisini mest framkomna fjósið í danska kongaríkinum, sum nú stendur klárt til at taka ímóti útvið 200 neytum. Trivnaðurin og trygdin hjá neytunum og eisini hjá viðskiftafólkunum er í hásæti. Frá mjólki robotti - ið mjólkar, skrásetir mongd, góðsku og relevant sjúkufyribrigdi - til automatiska fóðring og sóping. Allir hesir hentleikar gera at nógmikið er við einum fólki á vakt í senn.

Hetta fjós-konceptið er við góðum úrsliti roynt í útlondum eitt nú í Danmark, Hollandi og í Íslandi og framkomna mjólki robottin hava hollendarir brúkt í 15-20 ár.

Men í føroyskum høpi er hetta ein revolutión innan mjólkaframleiðslu, og eitt farvæl til tað gomlu meir ella minni “slavu tilveruna”, ið mjólki bøndur higartil hava havt.

 

Stórrakstrarfyrimunir og betri trivnaður

Teir fýra framfýsnu bøndurnir, sum standa aftan fyri hetta føroyska framtíðar fjós-konceptið, eru: Poul Müller úr Havn, Jóan Petur Brekkstein, Torfinnur Dalsgarð og Páll Djóni av Steinum allir tríggir av Velbastað. Endamálið hjá bøndrunum við hesum átakinum er m.a. at uppnáa ymsar stórrakstrarfyrimunir, sum er eitt vælkent fyribrigdi. Ikki minst í landbúnaðinum er tað alneyðugt við t.d. størri lønsemi og størri flexibiliteti um unga ættarliðið skal tíma at yvirtaka og trívast. Fyrimunir við hesum átakinum eru nógvir, og fevna t.d. um betri úrtøku, betri samskipan og møguleikar fyri at tryggja sær eitt betri familjulív, sum alt í alt eisini gevur yvirskot til nýhugsan – innovatión, sum jú er kjarnan í Visjón 2015.

 

Fíggingarmøguleikar innan nýskapandi virksemi

Úti í framkomna fjósinum var eisini dúgliga tosað um fígging av fjósinum, men flestu vitjandi ógvaðust við, tá tey fingu at vita, at Búnaðargrunnurin, ið annars umsitir hundraðatals milliónir hjá festikonti, ikki higartil so frægt sum hevur ønt teimum eitt svar upp á fyrispurning um møguliga fígging. Hesir 4 framfýsnu bøndur sleppa soleiðis í verandi støðu ikki at fáa ávísan part av egnum peningi í stendur á festikonto teirra í Búnaðargrunninum útgoldnan til fjósið, og hava ei heldur fingið játtað lagalig lán úr Búnaðargrunninum, sum reglugerðin fyri grunnin annars loyvir. Aðalmálini við reglugerðini fyri Búnaðargrunnin eru annars greið. Á skynsaman hátt, at vera við til at menna landbúnaðin í Føroyum við at veita lán til landbúnaðin, harundir lán til bygging av fjósum sum hava vinnuligt grundalag.

 

Hesir fýra nýhugsandi bøndurnir hava megna at gjørt tað, sum ein almenn royndarstøð og ráðgevarar vanliga taka sær av, nevnliga at royna nýggjar leiðir og vinnuliga at slóða inn í framtíðina. Alt research arbeiðið og undankanningar – innan sum uttanlands - noyddust teir sjálvir at taka sær av og gjalda úr egnum lumma. Soleiðis kann ein undrast yvir at hetta framtíðar fjós-konceptið ikki higartil hevur fingið íverksetarastuðul, tí tað slóðar fyri nýhugsan innan landbúnaðin í Føroyum. Avleiðingin av verandi støðu er, at teir fýra bøndurnir noyðast at taka lán úr peningastovni.

 

Um tað er soleiðis vit honorera okkara nýskapandi eldsálum, er ikki trupult at síggja hví so mong heldur velja sær eina framtíð uttan fyri Føroyar, hóast dúgliga verður tosað um Visjón 2015.

 

Samanumtikið

Omanfyristandandi setur spurnartekin við eina røð av fyribrigdum innan menning av landbúnðarøkinum, og tískil kann mann spyrja um Búnaðargrunnurin/umsitingin av honum er nútíðarhóskandi og livir upp til endamálsorðingina. Sum nú er freistast mann at hugsa, at Búnaðargrunninum í hesum føri heldur velur at sita á sínum ‘deyða kapitali’ ístaðin fyri aktivt at stuðla nýhugsan og lata kapitalin arbeiða.

 

Av tí at hetta framtíðar fjós-konceptið hevur alstóran týdning fyri menning innan føroyskan landbúna og eisini hevur almennan áhuga, verða niðanfyri standandi opnu fyrispurningar settir Búnaðargrunninum, sum vinarliga verður biðin um at svara aftur í blaðnum.

 

Er endamálið við Búnaðargrunninum í mjólkineytahøpi nútíðarhóskandi?

Eru tað lógir/viðtøkur ella annað, ið forða fyri hesum, og hvussu broyta vit hesar?

Hevur Búnaðargrunnurin fólk við røttum førleikum í nevndini, sum kunnu verða við til at tryggja at nýhugsan innan mjólkaframleiðslu verður raðfest á hóskandi hátt?

Hví hevur Búnaðargrunnurin ikki stuðlað framtíðar fjós konceptinum aktivt?

Hví hevur Búnaðargrunnurin ikki svara fyrispurninginum frá bøndrunum?

Er tað hóskandi at ein avgerð hjá Búnaðargrunninum ikki kann kærast um hetta hevur við sær at nýhugsan innan mjólkaframleiðslu dettur fyri bakka?

 

Annars vil eg ynskja tykkum fýra góðan byr framyvir – eisini í Búnaðargruns regi.