Gigga við Keldu níti ár

Í morgin fyllir Gigga við Keldu í Klaksvík 90 ár. Hon er fødd á Kirkju í Fugloy. Bert 2 ára gomul, tá hon gjørdist faðirleys, varð hon send til Klaksvíkar at vera. Gigga býr í dag á Norðoya Røktarheimi. Hóast sjúku lættir hon við sínum ljósa og glaða lyndi um gerandisdagin hjá øllum, ið koma á hennara leið

Sigga Malena Elisabeth Sofie Rasmussen, soleiðis varð hon doypt, men alt sítt lív hevur hon verði rópt Gigga. Foreldur hennara, Absolina og Hanus Rasmussen á Kirkju í Fugloy, fingu trý børn. Ein son, sum doyði bert 12 ára gamal og tvær døtur, Sigrid og Giggu. Tað var bara knapt ár millum systrarnar báðar.
            Bert 2 ára gomul gjørdist Gigga faðirleys og varð send til Klaksvíkar at vera. Fyrst búði hon hjá Ellu og Malvinus í Vátutoft. Ella var mostur hennara. Men tá hon var 5 ára gomul, flutti hon norð á Stengurnar til Elspu og Joen Jacob Jabobsen.
            Gigga sigur, at hon hevði tað ógvuliga gott hjá Elspu og Jóan Jakku.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Tá barnaár og skúli vóru lokin, fór hon sum flestu gentur tá út at tæna. Leiðin gekk suður til Havnar, har hon var arbeiðsgenta hjá millum øðrum Jens Mohr, Edward Mitens og dr. Lynge.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Giftist Theodor við Keldu
 
Tá Gigga var um 20 ára gomul, kom Theodor við Keldu úr Leirvík til Klaksvíkar at arbeiða. Fyrst á posthúsinum og síðani í handlinum hjá Joen Jacob, sum var handilsmaður og hevði handil á Stongunum.
Skjótt rann saman millum Giggu og Theodor, men tað skuldu ganga heili seks ár, til tey í giftust.
Í 1937 flutti dr. Lynge aftur til Danmarkar. Tey vildu hava Giggu at koma við teimum niður, og tað tilboðið kundi hon ikki siga frá sær. Hon helt, at hon mátti sleppa at uppliva okkurt, áðrenn hon gifti seg.
Hon var arbeiðsgenta hjá teimum í Danmark í tvey ár, og tá hon í 1939 kom heimaftur, giftust hon og Theodor.
Gigga og Theodor fingu trý børn, Regin, Jógvan og Áslu. Regin býr í Munkebo á Fjóni, og Jógvan og Álsa búgva bæði í Klaksvík.
 
Ikki bara ein dansur á rósum
 
Tað, sum eyðkennir Giggu, er hennara serstakliga positiva lyndi. Tað kom henni til góðar, tá Theodor, bert 38 ára gamal, gjørdist sjúkur av parkinson. Pensjónin tá á døgum munaði lítið og var ikki nóg stór at breyføða einari familju.
            Men Gigga fírdi ikki fyri at taka fatt og lá ikki á tí løtu síðuni.
 Í nøkur ár arbeiddi hon á hotellinum hjá Erik Olsen, har hon hjálpti til við matgerð og hevði ábyrgdina av borðreiðingini.
Seinni fór hon á pylsuvirkið hjá Hans Jakku, kollfirðinginum at arbeiða. Eitt skifti bakaði hon til handlarnar at selja, og í fleiri ár hevði hon logerandi, sum tað varð rópt tá. Við hvørt búðu upp í 4 dreingir til leigu hjá teimum. Hetta vóru avbygdadreingir, sum vóru í læru ella gingu til telegrafist og á skiparaskúla í Klaksvík.
 
Fyrsta nýggja knæið
 
Gigga var tann fyrsta, sum fekk nýtt knæ á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. At fara undir slíkar skurðviðgerðir her heima kravdi mót, bæði hjá læknum og sjúklingum.
Rajani, sum skuldi gera skurðviðgerðina, segði, at tað skuldi verða Gigga, ið bleiv tann fyrsta, tí hon er so positiv. Rajani visti, hvønn týdning tað hevði fyri sjúkrahúsið, at henda fyrsta skurðviðgerðin fekk góða umtalu.
Og væl dugdi læknin at velja, tí sama hvussu hevði gingist, hevði Gigga ivaleyst fingið tað positiva fram.
Seinni varð hitt knæið skift, men tað var úr plastikk. Tað vóru bert 5 mánaðir millum skurðviðgerðirnar, og  eydnaðust tær báðar væl.
 
Út at ferðast á gamalsaldri
 
Á blaðungum árum komu Gigga og Hjørdis hjá Peturi Háberg at kennast. Tær gjørdist góðar vinkonur og hevur teirra vinarlag hildið til henda dag.
            Ungar í sinninum, sum tær báðar eru, lótu tær ikki aldurin ráða, men fóru á gamalsaldri út at ferðast. Tá vóru báðar um 80 ára aldur.
Fyrsta ferðin gekk til Pólands, og eitt árið gekk leiðin við bussi til París. Eisini hava tær báðar verið í summarhúsi í Danmark, har tær koyrdu um stóran part av Jútlandi í bili við Hjørdis sum bilførara.
Hjørdis sigur, at Gigga er ein einastandandi góð og trúføst vinkona.
 
 
Fitt og lítillátin
 
Gigga er ein serstakliga fitt og lítillátin kvinna. Sum so nógv onnur faðir- ella móðurleys, mátti hon, sum lítil genta, út til onnur at verða. Tá vóru sosialu liviumstøðurnar heilt aðrar enn í dag, og mong eru tey børn, sum ikki sluppu at vaksa upp heima saman við sínum systkjum.
Eitt, sum eyðkennir mong av hesum, er, at tey gera lítlan háva burtur úr sær sjálvum og vilja ongum liggja til byrði. Og júst soleiðis er Gigga. Altíð er hon við tí góða orðinum, smílandi og sera fyrikomandi.
Gigga var til trúgv á Jesus, ið hon alt lívið hevur sett sítt álit á. Saman við manni sínum og børnunum hevur hon verið samkomuni í Betesda ein stuðul og fyrimynd.
Vit ynskja Giggu og øllum hennara hjartaliga tillukku við føðingardegnum, og at Harrin má vera við henni tað, sum eftir er av róðrinum.