KÍ fyri tíggjundu ferð

Eftir ein javnan fyrra hálvleik setti KÍ seg tungt á seinna hálvleik, og tá orkan hjá B36 gekk undan ímóti endanum, fekk KÍ sigursmálið, ið gav liðnum tíggjunda steypasigurin ígjøgnum árini

Tað vóru tey bæði royndastu steypa­feløgini í føroyskum kvinnu­fótbólti, ið brustu saman á Tórs­vølli seinnapartin leygardagin, tí hetta var sekstanda finalan hjá KÍ og áttanda finalan hjá B36, og til­samans høvdu tey vunnið 14 av teimum 20 finalunum, sum høvdu verið síðani 1992.
Hesa ferð gjørdist KÍ drúgvari og vann 2-1, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at mest vinnandi liðið í kvinnufótbóltinum yvirhøvur megnaði at seta seg tungt á dystin. Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, og rættiliga leingi var dysturin eisini merktur av nervum og ótryggum spæli frá báðum pørtum.
Onkrar smávegis royndir høvdu verið báðar vegir, tá KÍ fekk hol á hálvantrettanda minutt inn í dystin. B36 misti bóltin í uppspælinum, og so gjørdu tær bláu skjótt av. Ása K. Thomsen sendi til Sigrid Jacobsen, sum spældi bóltin út í vinstru, har Rannvá B. Andreasen fór rennandi. Hon hevði stutt áðrenn havt eina skotroynd, men hesa ferð valdi hon at spæla tvørturum, og har var Sofía Purkhús púra leys við aftaru stong og skuldi bara seta fótin á. So var 1-0 til KÍ.

Mál ella ikki…
Góðar tveir minuttir eftir hetta málið hevði B36 helst bóltin í KÍ-mál­inum, men tað bleiv ikki dømt, tí í ferðini var helst torført at siga við vissu, at bólturin var inni. B36 hevði hornaspark í vinstru síðu, sum kom nokk so høgt innfyri, og tá roynt varð ímóti málinum, stóð Rannvá B. Andreasen á málstrikuni við øðrum beininum og koyrdi hitt aftur um seg fyri at sparka bóltin upp undir yvirliggjaran og útaftur í spælið. Men mál bleiv ikki dømt, og so helt spælið fram.
Fyrri helmingurin av fyrra hálv­leiki var merktur av, at báðir partar høvdu stóra virðing fyri hvørju­møðrum, og at hvørki liðið tordi at spæla heilt frítt. So spakuliga byrjaði tað tó at síggja út til, at KÍ hevði hug til at trýsta meira, men so riggaði brádliga alt hjá B36 í einum skjótum álopi, ið varð spælt fram eftir miðásini og endaði við útjavning.
Brynja Høj, sum fyri tað nógva varð brúkt sum »yvirfrakki« hjá Rannvá hjá KÍ, sum B36 vildi ansa serliga væl eftir, var við í upps­pælinum, ið endaði við, at Unnur Danielsen og Margit Magnusdóttir spældu stutt ímillum sín, til Unnur bleiv púra leys ímóti KÍ-málinum. Randi S. Wardum kom út ímóti, men Unnur skjeyt kaldliga bóltin fram við henni og í málið, so nú var 1-1.
Minuttin eftir mundi KÍ enn eina ferð lagt seg á odda, tá Sofía úr høgru síðu sendi tvørturum til Mariu K. Thomsen, ið var púra leys við vinstru stong, men hon skund­aði sær í meira lagi, so skall­arin fór við síðuna av.
KÍ orkaði betur
Eftir stegðin bleiv dysturin ikki aft­ur so javnur, sum hann hevði verið tað í fyrra hálvleiki, tí miðvíst setti KÍ seg meira á spælið, og B36 skapti stórt sæð ikki ein einasta líkinda málmøguleika síðstu trý korterini. Tí lá tað mesta av tíðini í luftini, at kom nakað mál, fór KÍ at fáa tað, tí bæði Maria og Rannvá høvdu havt royndir, men Bjarta Johansen í B36-málinum vardi væl fyri.
Tá eitt lítið korter var eftir, kom sigursmálið. KÍ fekk hornaspark í vinstru síðu, sum Elsa Maria Simonsen sendi innfyri, har Bjarta fór skeiv av bóltinum og tað síðani bleiv eitt sindur av trunkaspæli inni í B36-brotsteiginum, har tað endaði við, at Sofía Purkhús aftur var á blettinum og fekk prikað bóltin inn til 2-1.
Hetta var kanska ikki tað mest eleganta málið, tú ímyndar tær í eini steypafinalu, men tað var fult uppiborið og myndaði gongdina í dystinum, tí øll sótu bara og bíðaðu eftir, at KÍ fór at fáa hol á. Og hóast B36 royndi seg við onkrum smávegis broytingum ímóti endanum, sást við hálvum eyga, at orkan slett ikki var til at hótta KÍ, ið restina av dystinum hevði fult tamarhald á og kundi binda um heilan fingur, so tíggjundi steypasigurin kundi koma til høldar.
Tí bleiv tað enn eina ferð Malena Josephsen, ið slapp at taka ímóti steypinum, ið er tað tíggj­unda, og hetta undirstrikar enn eitt framúr kappingarár hjá KÍ-kvinn­unum, ið eisini fara at taka tólvta meistaraheitið á rað, nú lands­kapp­ingin hjá kvinnunum endar í næstum. B36, sum ikki rakk á mál hesa ferð, kappast við AB um at gerast næstfremst, so har eru enn av­gerandi dystir eftir at spæla.