Sámal Jacobsen
fiskimaður og skipari
Føroyski rækjuflotin hevur uppiborið eina vakra minningargrein og ikki ørvitistos um tilfeingisgjøld. Henda fyrr so stolta vinnan hjá rækjumonnum, sum vunnu »reyðargullið« av fjarastu leiðum, av Flemish Cap og undan ísinum við Labrador í vestri upp til vetrarmyrkrið við Svalbard í landnyrðingi. Vinnan, sum í 70- og 80-árunum gav 20-25% av útflutningsvirði til Føroya.
Nú syngur hon sín svanasong. Teir mest bláoygdu tosa um at vinda tilfeingisgjøld úr teimum 2-3 rækjuskipunum, sum kanska verða eftir, um oljan aftur fer at kosta undir 2 kr./l, og rækjuprísurin fer upp um 10 kr./kg. »Frøðingar« og summir tingmenn droyma um at eksperimentera við rækjum sum »ogn Føroya fólk«, ið verður býtt út á skriviborðum í Tinganesi til teir, sum bjóða seg fram at keypa veiðiloyvi og at fiska. Hvør fíggjar íløgurnar?
Men Føroyar eru so hasar 2-300 mió. kr. frá rækjunum fátækari í útflutningsvirði, sum kanska enn høvdu fingist, um rækjuflotin fekk eina FAS-líka skipan, eini 5.000 tons av rækjum meira til keyps frá Grønlandi (ella Kanada), og um oljuprísurin aftur lækkar.
Tingmenn vóru so trekir at lata rækjuskipunum handan stuðulin, at »mens græsset gror, dør horsemor«. Hann blívur kanska »síðsta oljan« ístaðin fyri bjarging hjá rækjuflotanum. So hava teir ikki tann »studningin« at gremja seg um meira.
Men sambært »Visjón 2015« fáa vit granskarar ístaðin fyri rækjumenn. Hvussu man avreiðingarseðilin hjá hesum granskarum fyri fasta, almenna løn fara at roynast kommunu- og landskassanum sammett við tann avreiðingarseðil, okkara rækjumenn kundu leggja á borðið líka til tað síðsta, og sum okkara fiskimenn annars framhaldandi fara at leggja fram. »Tilfeingisgjøld« tosar løgtingið um nú. Prosent og 100-tals milliónir spola upp eftir sjónvarpsskíggjanum, meðan rækjurnar(!) renna úr posanum niður í sliskuna aftan. Nei, tá rækjutilfeingið er søga, tosa akademikarar til fánýtis um tilfeingisgjøld av hesum fiskaslag.
Landgrunnurin hevur til fyri 2 árum síðan givið uml. 1000 mió. kr. í avreiðingarvirði. Kann heimaflotin bera tilfeingisgjøld? Neyvan við verandi fiskaprísum, veiðinøgd og oljuprísum. Tilfeingisgjøld verða steinur oman á byrðu, sum ger, at skipini straks verða bundin við kei.
Tað kann bara blíva »rullumaðurin á Myrkinesgrunninum«, sum rindar hesa tilfeingisleigu av síni hýru? Hvat verður so eftir til hann sjálvan og til útróðrarbátin, línuskipið og partrolaran?
Fiskiflotin hevur hesi seinnu árini havt ta eydnu at hava avlop. Tá rinda feløgini skatt av avlopi og vinningsbýti (um nakað er). Men nú hava, við nøkrum undantøkum, nógvir bátar og skip á heimaleiðum hall av rakstri. Tilfeingisgjald av samlaðum halli gevur hvørki 300, 200 ella 100 mió. kr. í landskassanum um árið. Nógv prosent av 0 gevur eisini 0.
Gamaní hava toskakvoturnar í Barentshavinum eitt ávíst søluvirði, um tær verða handlaðar. Men 40 mió. kr. (um tað er virðið) eru ikki komnar eftir einum degi. Tað hevur tikið 30 ár hjá hesum skipum at fáa hetta kvotavirði - altso »bara« eina góða millión um árið. Tað er kanska ikki burturvið at skatta hesar sølur sum vanlig avlop og/ella vinningsbýti hjá partafeløgum. Men gloym at skatta tær so har, sum onkur kundi hugsað sær, tí so verða ongar sølur.
Nótaflotin starir eisini komandi avmarkingum í eyguni, tá svartkjafturin verður kvoteraður. Landsstýrið skuldi arbeitt fyri at banna fiskiskapi eftir svartkjafti í altjóða sjógvi. So høvdu vit í hvussu er stongt norðmenn inni á egnum øki og havt sum frægast eftir sjálvir í føroyskum sjógvi. Men her verða vit helst líka fittir móti norðmennum, sum vit hava verið móti kanadamonnum á Flemich Cap. Tað gevur einki til okkara - bara til mótpartin.
Føroyski fiskiflotin á nær-, mið- og fjarleiðum kann geva upp til 1.000 mió. kr. í hýrum árliga, tá væl gongst. Í útflutningsvirði kann øll høvuðsvinnan geva max. 3.000 mió. kr. og lønir hareftir. Tað gevur kanska aðrar 1.000 mió. kr. í avleiddum inntøkum.
Hetta er tann helvt av BTÚ, sum Føroyar liva av. Hetta er tað virði, sum heldur øllum øðrum uppi. Uttan fiskivinnuna var øskukalt í Føroyum. Fiskivinnan er hønan, sum verpur gulleggini til allar føroyingar. Hesi »gullegg« eru grundarlagið undir allari vælferð á sjógvi og landi, privat og alment.
Fiskivinnan er sostatt eisini grundarlagið til allar skatta- og MVG-inntøkur hjá tí almenna, hjá landi og kommunum.
Leggja politkarar tilfeingisgjøld á fiskimenn og høvuðsvinnuna oman á allar aðrar skattir og avgjøld, sum hitt almenna livir av, kippa teir hønuna, sum enn verpur gulleggini til allar føroyingar.
Hjúklið heldur um hønuna, gevið henni tað allar besta fóðrið, tit eiga. Kelið fyri henni, so hon verpur so nógv, stór og góð gullegg, sum hon orkar. Alt annað er ørskapur, sum bara menn, ið einki skilja um fiskivinnu og aðra vinnu, kunnu finna uppá.









