forsvar. Grundin til, at HPS tók so dýran til í Framanum á sinni, var m.a.: Sitat úr somu oddagrein í Framanum hjá m.ø. HPS. »Í felag royndu Jóhann Mortensen og Hans Jørgensen, sum umboð fyri tað unga jav [...] fasismuni. Men flokkarnir? Oddamennirnir?« Hetta vóru orðini frá HPS til Hans fyri tjúgu árum síðan. Nú traðkar Hans fram sum javnaðarumberari fyri revsaran úr Vági. At enda í oddagreinini siterar HPS leystliga [...] chefideologinum Hans Jørgensen, so hava nógv munnliga stuðla grein míni. Vitnisburðurin hjá Strøm Nú síggi eg eisini, at Hans Pauli hevur tikið til orðanna. Greinin hevur givið honum møguleikan at greiða frá
in í útlegd leita heim aftur, fyri at bera fløguna fram fyri almenninginum. Kristian Blak reistist beint eftir klokkan 20. Hann bjóðaði áhoyrarunum at vera vælkomnum til hesa konsert. Hann greiddi frá [...] givið Mariu íblástur, men heldur sum ein roynd hjá mær at lýsa røddina fyri teimum ið ikki vóru tilstaðar ella sum ikki kenna til hennara rødd. Hóast Maria hevur tjekk uppá tær teknisku síðurnar av at [...] akkurát tað sum skuldi til, tí at hóast Maria syngur og spælir væl, so var tað deiligt at hoyra eitt sindur av variatión í konsertini. Innslagið við Leni og Mariu var hæddarpunktið fyri meg, tí at tær eru
høvuðsstaðarkjarna situr og stýrir tí nógvu mentanini og listini í landinum. Høgni Mohr sipaði fyri kortum til, at skipanin við listastuðuli - starvslønirnar og listafólkalønirnar - verða í summum førum stýrdar [...] arbeiðsnáðir í seks mánaðir. - Jú, ein skal eisini duga at siga takk og vera eyðmjúkur fyri hvørt oyra. Men tað er ringt fyri sjálvsálitið hjá skrivandi og skapandi menniskjum, um tú ferð eftir ferð dumpar í [...] útjaðarin umboðar eina annaðklassamentan loyvi eg meg kortini at ivast í. Eg skal ikki gera meg til talsmann fyri serligum økiskvotum, men eg vildi inniliga ynskt, at tey sum sita í ráðum og nevndum, har tey
Føroya fólk at rakna úr einum anglisaksiskum rúsi – Top-twenty rúsi og leitar aftur til okkara sang - til kingosangin, til rímirnar, vísirnar, kvæðini, skjaldrini, sálmarnar og allan annan føroyskan sang [...] árgangur eitt kór. Meg minnist væl frá míni tíð sum næmingur í Fuglafjarðar skúla, at sungið var hjá øllum lærarum í skúlanum, og var hetta eisini sami andi, tá ið eg fyri 40 árum síðani sjálvur bleiv lærari [...] eftir Luxemburg, Top -Twenty fyri at hoyra, hvat nú t. d. Tommy Steele hevði upp á hjartað, men fá vóru tey, ið áttu t. d. plátuspælara og bandupptakara, so tá ið hugurin var til tað kundi verið lurtað eftir
stongt, fyri at ymiskt viðlíkahald kann gerast. Leiðarin fyri svimjihøllini, Heri Lava Olsen hevur verið so vinarligur, at halda hitarúmið heitt til hendan samrøðan er liðug. - Hitarúmið er gott fyri gikt [...] nógvar tímar av lívinum í sauna. Fyri onnur kann hetta tykjast tann reina tíðarspilla og hvat kundi ikki verið fingið av skafti av nyttugum avriki allar hesar tímar. Men fyri teir føstu í hitarúminum er hetta [...] í svimjibuksur, nú myndamaðurin ger seg til reiðar at taka myndir. - Prátið hevur altíð verið stuttligt í hitarúminum. Klerens plagdi at siga, at tað besta fyri hann í hitarúminum var, at her lærdi hann
gamal, er komin við bili út til hølini hjá Bláa Krossi í Saltangará. Síðan hann gjørdist pensjónistur, hevur hann brúkt ein part av sínari frítíð til at gera hjálpararbeiði fyri Reyða Kross, har hann einaferð [...] stundir. John Ellefsen greiðir frá, at hann fyrst fór til Klaksvíkar, har systir hansara eisini býr, og haðani til Fuglafjarðar, FK í Saltangará og síðan út til Bláa Kross í Saltangará, har hann var stutt eftir [...] sjúklingi, sum skuldi flytast til Klaksvíkar. Sjúklingurin, sum ikki var í lívsvanda, varð settur av við Effo-støðina í Leirvík, og síðan koyrdi sjúkrabilurin so skjótt tað bar til út til Saltangará. Men, hvussu
hann velur fyri okkum. Í staðin fyri at halda røðu, velur Uni at syngja ein Uppsang við tónleiki afturvið: Fólk á smáum plássum hugsa mangan alt ov smátt tey skræða seg um slag og halda onnur fyri spott tey [...] fangandi og hvør smálutur hoyrist. Tilætlaðir smámunir í ljóðmyndini, frá rúmklangi til turrasta nærljóð, eru ein fragd fyri oyrað. Saman við skiftandi ljóðførum og avmáldum kórrøddum eyðkennir hetta alla [...] plátan varð skorin, Bob Dylan bleiv til og vit fingu egnar Vælferðarvísur. Í sínum einfeldni setur fólkatónleikur og poppur strong krøv, ið tung eru at lyfta, snøgga til og gera sangbær – við fynd. Tí júst
stórur heiður fyri tann 20 ára gamla Shizo Kanakuri, tá hann bleiv valdur til at umboða Japan á teimum olympisku leikunum í Stockholm í 1912, tí hetta var fyrstu ferð, at Japan sendi umboð til teir olympisku [...] fimm dagar til marathonrenningina. Tá renningardagurin kom, var av allar fagrasta summarveðri, og hitin var oman fyri tey 30 stigini. Marathonteinurin var frá tí olympiska leikvøllinum til Sollentuna og [...] heimlandinum. Í 1917 var tað hann, sum tók stig til eina boðrenning í sambandi við, at 50 ár vóru liðin, síðani Tokyo gjørdist høvuðsstaður í staðin fyri Kyoto. Men evropear og serliga sviar hugsaðu framvegis
Vísandi til míni fyrru lesarabrøv, vil eg her greiða eitt sindur frá, hvussu ferðavinnan virkar framm í tíð og krevur langtíðaratlit og stabilitet, fyri at kunna virka. Eisini vil eg koma inn á tað manglandi [...] liggja klár til árið eftir. Hetta skal skiljast so, at vit longu nú, í februar 2024, sita og smíða útferðir, pakkar, prísir og annað sølutilfar saman, til ferðafólk ið væntast at koma til landið í 2025 [...] byrjaðar at biða um tilfar til hvat vit koma at bjóða í 2025 og summi enntá til 2026. Tískil er tað av alstórum týdningi, at øll skilja at ongar broytingar mugu koma dag frá degi til dags ella við styttri skotbrái
Messi og Cristiano Ronaldo. Messi verður í løtuni roknaður sum stórfavorittur til heitið sum ársins spælari í 2009. Ein heiður, sum Ronaldo vann sær í fjør. Meira enn persónligu herðaklappini er tað tó steypið [...] byrjaði álopið, sum avleiddi avgerandi málið, ið Frank Stapleton sendi í kassan til samlaðan 3-2 sigur. Dysturin livdi tó fram til tað seinasta, og í evstu løtu sendi Bernd Schuster eitt skot bara sentimetrar [...] nú veruliga var við at gerast tann stórspælarin, sum tær 60 milliónirnar, ið Barcelona hevði sent til Boca Juniors, bóru boð um. Men á Old Trafford var tað stríðsmaðurin, sum vann á bóltsnillinginum. Við