Stóri dysturin í dystinum, tá Champions League-finalan er á skránni í morgin, stendur millum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo. Messi verður í løtuni roknaður sum stórfavorittur til heitið sum ársins spælari í 2009. Ein heiður, sum Ronaldo vann sær í fjør.
Meira enn persónligu herðaklappini er tað tó steypið við stóru oyrunum, sum stendur upp á spæl hesaferð. Fimm ferðir áður hava Barcelona og Manchester United dystast í europiskum høpi, og mest sum hvørja ferð hevur talan verið um spennandi uppgerðir, sum í dag verða roknaðar sum týðandi partar av europisku fótbóltssøguni.
Robson basti Maradona
Fyrsta europiska uppgerðin millum Manchester United og Barcelona var í mars mánaði í 1984. Hvørki av liðunum hevði vunnið meistaraheitið í drúgt áramál, men í steypakappingini hevði kortini bragdað, og á pappírinum var talan um sannan brellbita millum tvey av best umtóktu liðunum í Europa.
Fyrra dystin á Camp Nou stríddist Manchester United við rygginum móti múrinum. Teir vardu tó framúr væl, men eitt sjálvmál frá Graeme Hogg og eitt kanónskot frá Juan Carlos Rojo bóru við sær, at Barcelona stóð við einum framúr útgangsstøði undan seinna dystinum.
Umframt dysti millum tvey stórfeløg, so var talan eisini um uppgerð millum tveir av bestu miðvallarunum í heiminum. Bryan Robson sprongdi enska transfer-metið, tá Manchester United keypti hann frá West Bromwich Albion, og altíð hart arbeiðandi miðvallargeneralurin var lykilin, um United skuldi venda uppgerðini.
Hinumegin miðlinjuna stóð tó heimsins dýrasti spælari. Diego Maradona, sum nú veruliga var við at gerast tann stórspælarin, sum tær 60 milliónirnar, ið Barcelona hevði sent til Boca Juniors, bóru boð um.
Men á Old Trafford var tað stríðsmaðurin, sum vann á bóltsnillinginum. Við einum ófatiligum arbeiðsavriki helt Captain Marvel Maradona mest sum úti úr dystinum.Sog sjálvur skoraði Robson eisini tey bæði málini, sum fingu javnvág í roknskapinum. Fyrru ferðina, tá hann tveitti seg og stútaði hornaspark í netið, og aðru ferðina, tá hann gjørdi sær dælt av mistaki frá Javier Urroticoechea.
Og sjálvandi var tað eisini Robson, sum byrjaði álopið, sum avleiddi avgerandi málið, ið Frank Stapleton sendi í kassan til samlaðan 3-2 sigur.
Dysturin livdi tó fram til tað seinasta, og í evstu løtu sendi Bernd Schuster eitt skot bara sentimetrar út um stólpan. Men tá alt var av, var tað Robson, ið stóð eftir sum stóra hetjan. Stórliga fagnaður av einum samlaðum Stretford End, ið als ikki vildi lata spælaran fara av vøllinum.
Hughes prógvaði mistakið
Næsta uppgerðin millum risarnar var eisini í Cup Winners-kappingini. Hesa ferð finalan í 1991.
Tann nú rutineraði Bryan Robson var framvegis partur av liðnum hjá United, meðan Maradona fyri langari tíð síðani var farin úr Barcelona.
Fyrst og fremst snúi prátið undan dystinum seg tó um Mark Hughes, sum eftir eitt miseydnað uppihald í Barcelona nú var aftur í Manchester United.
Og tá dysturin var av, stóð Sparky eisini í sentrum. Stútarin frá Bruce eftir 67 minuttum hevði helst undir øllum umstøðum farið í netið, men waliski framherjin setti kortini fótin á. Avgerandi málið átti hann tó við húð og hár. Í oysandi regninum trekti hann framvið Carles Busquets í Barca-málinum, og úr einum mest sum ógjørligum vinkli bankaði hann við ristini bóltin í handara síðunet.
Tað brendi á móti dystarenda, tá hartskjórandi Barcelona-sweeparin, Ronald Koeman – sum varð mansvardur av Brian McClair! – móti dystarenda minkaði munin til 2-1. Seinni mátti Clayton Blackmore á akrobatiskan hátt ruddað bóltin av málstrikuni, men United helt fast, og so hevði Alex Ferguson vunnið sítt fyrsta europiska steyp við Manchester United.
Dýr útlendingaregla
Í 1994/95 vóru Manchester United og Barcelona í sama bólki í Champions League bólkaspælinum. Men talan gjørdist ikki veruliga um tær klassisku uppgerðirnar, sum áskoðararnir høvdu vónir um.
Hetta komst fyrst og fremst av broyttu UEFA-reglunum um nýtslu av útlendingum. Nú taldu skotar, walisar, írar og norðurírar eisini sum útlendingar hjá enskum feløgum, og tað noyddi Alex Ferguson at hugsa alternativt, tá liðið skuldi setast til europisku uppgerðirnar.
Á Old Trafford gjørdist talan tó um undirhaldandi 2-2 javnleik. Hughes legði vertirnar á odda, men Romario og Bakero skutu Barca upp á 2-1, áðrenn Lee Sharpe javnaði við einum frekum hælsparki.
Á Camp Nou var tó eingin ivi um, at tað var Johan Cruyff, sum átti sítt egna Dream-Team. Ein av avgerðunum hjá Ferguson var at ofra Peter Schmeichel í útlendingakabalini, og hann kundi hjálparsleysur hyggja at, meðan Stoichkov (2), Romario og Ferrer bankaðu fýra kassar inn um Gary Walsh, sum saman við restini av United-verjuni so ruddiliga varð úrlætin í catalanska høvuðsstaðnum.
Dreymabóltur og 12 mál
Í 1998/99 vóru Barca og United saman við Bayern München partur av sannari dynamitt-pulju í bólkaspælinum í Champions League.
Somikið sterkur var bólkurin, at bæði Manchester United og Bayern München at enda stóðu í finaluni, men áðrenn Barcelona var úti úr kappingini, var liðið partur av tveimum ógloymandi uppgerðum móti komandi europisku meistarunum úr United.
Giggs, Sholes og Beckham løgdu United á odda tríggjar ferðir í heimadystinum, men hvørja ferð javnaði Barcelona. Og seinastu løtuna trýstu gestirnir fyri sigrinum, eftir at Nicky Butt varð rikin av vølli.
Tveir mánaðir seinni var talan um enn betri undirhald. Dwight Yorke og Andy Cole høvdu ment eitt mest sum telepatiskt samskifti, og ikki minst 2-1 málið hjá Cole var framúrskarandi dømi um hetta.
Men í Rivaldo hevði Barcelona ein spælara, sum veruliga var í heimsflokki. Og við einum beinleiðis frísparki og einum framúrskarandi saksasparki var hann høvuðsmaðurin hjá heimaliðnum. Og var tvørtræið yvir Peter Schmeichel plaserað bara tríggjar sentimetrar hægri, hevði brasiliumaðurin skotið hattrick. Barcelona hevði verið víðari úr bólkaspælinum og Champions League søgan hevði sæð øðrvísi út.
Ginger slapp í finaluna
Higartil seinasta uppgerðin millum tey bæði mótstøðuliðini í Rom var í hálvfinalunum í Champions League.
Her gjørdist talan ikki um somu málveitslu, men á Camp Nou var talan um mest sum fullkomnan dominans frá heimaliðnum, sum tó ikki megnaði at skora.
Tað hevði Ronaldo hinvegin møguleika fyri eftir bara trimum minuttum í returdystinum á Old Trafford, men hann misnýtti møguleikan, sum hann fekk úr 11 metrum. Ístaðin mátti United seta álitið á roynda Paul Scholes, sum hølvaði eitt langskot upp í málhornið, soleiðis at hann eisini slapp at royna seg í finaluni, sum hann ikki varð partur av í 1999, tá hann hevði leikbann.
Vinnarar 1956-2008
1956 Real Madrid
1957 Real Madrid
1958 Real Madrid
1959 Real Madrid
1960 Real Madrid
1961 Benfica
1962 Benfica
1963 AC Milan
1964 Inter
1965 Inter
1966 Real Madrid
1967 Celtic
1968 Manchester United
1969 AC Milan
1970 Feyenoord
1971 Ajax Amsterdam
1972 Ajax Amsterdam
1973 Ajax Amsterdam
1974 Bayern München
1975 Bayern München
1976 Bayern München
1977 Liverpool
1978 Liverpool
1979 Nottingham Forest
1980 Nottingham Forest
1981 Liverpool
1982 Aston Villa
1983 Hamburg SV
1984 Liverpool
1985 Juventus
1986 Steaua Bucarest
1987 FC Porto
1988 PSV Eindhoven
1989 AC Milan
1990 AC Milan
1991 Reyða Stjørna Beograd
1992 FC Barcelona
1993 Olympique Marseille
1994 AC Milan
1995 Ajax Amsterdam
1996 Juventus
1997 Borussia Dortmund
1998 Real Madrid
1999 Manchester United
2000 Real Madrid
2001 Bayern München
2002 Real Madrid
2003 AC Milan
2004 FC Porto
2005 Liverpool
2006 FC Barcelona
2007 AC Milan
2008 Manchester United










