Maria Guttesen í Miðla­húsinum  Ein sangfuglur í útlegd!

Hóast Maria hevur verið í útlegd í mong ár, so er hon als ikki gloymd her heima. Javnan er hon at hoyra í útvarpinum, men tað er sjáldsamt at vit sleppa at upp­livað hana live í heimlandinum

Maria Guttesen hevur altíð verið ein egin songkvinna. Hennara rødd er torfør at seta í bás, og somuleiðis er mestsum við tónleiki hennara. Eitt slag av popp-, soul- og kanska rokk-, svingaði millum oyrini á teimum ca. 50 áhoyrarunum, ið høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið at ynskja Mariu tillukku við nýggju útgávuni. Stuttligt var at hyggja kring hølið, tí at áhoyrirnir vóru mestsum ein samanrenning millum familju og kenningar hjá Mariu, og síðan nakrir tónleikarar sum sjálvsagt taka av, tá ið teir sleppa at hoyra eina so forkunnuga songkvinnu. Tað er jú ikki á hvørjum degi at Maria framførir sín tónleik í Før­oyum, og tískil var hetta eitt frálíkt høvið at læra hesa røddina betur at kenna.
Maria live
Maria Guttesen gevur í hes­um døgum út fløguna Live. Hetta er sum heitið ber brá av, ein fløga við nøkrum konsert upptøkum. Tónleikurin er ráur og ópoler­aður. Nú fløgan verður útgivin í Føroyum, hevur føroyingurin í útlegd leita heim aftur, fyri at bera fløguna fram fyri almenn­inginum.
Kristian Blak reistist beint eftir klokkan 20. Hann bjóðaði áhoyrarunum at vera vælkomnum til hesa konsert. Hann greiddi frá, at Tutl og Maria Guttesen hava knýtt heilt serlig bond, tí at Maria var tann fyrsta sum gav út populertónleik saman við Tutl.
Hann beyð Mariu upp á pallin, og beinanvegin kom hendan sympatiska kvinnan upp og settist við el-klaverið. Hon byrjaði at spæla, og her byrjaði ein innilig, vøkur og kanska eitt sindur ov long konsert.
Beinanvegin hoyrdist at her var talan um eina tón­leikakvinnu í góðari venjing. Hon spældi og sang trygt, og hetta gjørdi at tú sum áhoyr­ari bara kundi seta teg afturá, og nýta allan tón­­leikin sum hon bjóðaði okk­um.
Tann torskilda røddin
Um ein skal lýsa songrøddini hjá Mariu, ja, so hevur ein eina avbjóðing fyri framman. Tað er í øllum førum tor­ført at siga hvørjum hon líkist, tí at hennara rødd er rætti­liga egin. Um vit fara at sam­an­bera hana við onkrar aðrar røddir, so kundu vit varliga rópt hana sum eina samanrenning millum Eva Cassidy, Bjørk, Bonnie Taylor og Sanne Salmonsen. Onkuntíð hómast eisini ein lítil Nina Person í hennara rødd. Lesarin sær helst, at hetta er eitt torskilt rokni­stykkið, men eg skal royna at greiða frá mínum sjón­ar­miðið. Tað sum hesar song­kvinnur hava til felags er, at tær hava eina framúr innliving ella tolking av tekstum og tónleikinum, og hetta er ein eginleiki sum Maria eisini eigur. Tað liggur henni rættiliga natúrligt at tolka løgini, og hetta hoyr­ir tú væl sum áhoyrari. Hon leggur nógv drama í skap­anini av ljóðinum, men sam­an við hennara rødd gongur hetta uppí eina hægri eind.
Oman á innliving og tolk­ing, er Maria ein framúr tekniskur sangari. Hon hevur tað somu tónatrygdina sum eitt nú Eva Cassidy hevði, røddin er líka viðbrekin og varlig sum tann hjá Bjørk, og hóast hetta hevur hon eina hása rødd, sum onkuntíð leiðir teg til Bonnie Taylor, sum skríggjar av lívserfaring og pínu. Omaná hetta haldi eg, at har liggur eitt sindur av Sanne Salmonsen í røddini hjá Mariu, við tað at har er okkurt eggjandi og frekt yvir henni. Hendan samanbering skal ikki skiljast sum, at hetta eru songkvinnur sum hava givið Mariu íblástur, men heldur sum ein roynd hjá mær at lýsa røddina fyri teimum ið ikki vóru tilstað­ar ella sum ikki kenna til hennara rødd.
Hóast Maria hevur tjekk uppá tær teknisku síðurnar av at syngja, so haldi eg ikki at hon neyðtók tær endaleysu krúllurnar og fraseringarnar. Hon er generelt sera smaklig í hennara sangi, og má tískil metast at vera millum okkara allarfremstu songfuglar.
Nýtt og gamalt í nýggjum hami
Maria spældi øll løgini sum eru á finna á fløguni. Á fløguni eru onkur eldri løg, men eisini fleiri nýggj løg á fløguni. Tá ið Maria fór undir at spæla eina vøggu­vísu, kom sjálvsagda hæddarpunktið á konsertini. Tá kom Lena Andersen uppá pallin at syngja duett saman við Mariu. Nú vóru knappliga tvær av okkara fremstu songkvinnum á pall­in­um, og hetta lovaði gott.
Røddir teirra klingaði sera væl saman, tá tær í onkrum brotum sungu saman. Hetta var akkurát tað sum skuldi til, tí at hóast Maria syngur og spælir væl, so var tað deiligt at hoyra eitt sindur av variatión í konsertini. Inn­slagið við Leni og Mariu var hæddarpunktið fyri meg, tí at tær eru hvør sær so sterkar persónligheitir á pallinum, og hetta var ein sterk løta hjá okkum áhoyrarum.
Ein heldur long konsert
Konsertin gjørdist tíanverri í so drúgv eftir míni meting. Maria sang og spældi el-klaver alla tíðina, og hetta gjørdist nakað einstátta í longdini. Hetta elektriska klaverið hevði eitt so fagurt ljóð, at gjørdist ov bleytt og óinteressant í longdini. Maria hevði eisini eitt ordi­ligt klaver standandi beint við síðuna av, men hetta valdi hon ikki at brúka nakað serliga nógv.
Í einum lagið vendi Maria sær, og byrjaði at spæla Dukka Mín Er Blá á tí ordiliga klaverinum. Ikki skal eg siga at hetta innslagið var so ófatiliga væleydnað, men tú hoyrdi veruliga mun­in á einum bleytum el-klaveri og einum røttum, akustiskum klaveri. Eg haldi at tað er spell at Maria ikki spældi meiri uppá hetta klaverið, tí at eg rokni við konsertin hevði blivið betri av tí sama.
Um tónleikin hjá Mariu er at siga, at tónleikurin er bleytur tónleikur, sum leggur seg væl afturat hennara hásu rødd.
Tónleikurin er skrivaður eftir bókini; har eru rættar endurtøkur, klimaks er uppá pláss o.s.fr. Tað kemur ikki ofta fyri at, tú gerst kløkkur av tónleikinum  tónleikurin er stílreinur, og er fram um alt annað, eitt amboð hjá Mariu at syngja og yrkja yvir.
Maria Guttesen er eitt frískt lot í føroyska tónleika­heiminum. Hon er ein ein­ari sum skal virðast fyri henn­ara tónlistarliga arbeiði. Hon er ein frálík sangarinna, og so er hon eisini ein sym­pat­iskur, sjarmerandi og pro­fessionellur front­figurur.

Lesið meir um Mariu á www.mariaguttesen.dk