Marathon-rennarin sum hvarv

Mitt í marathon-renningini á teimum olympisku leikunum í Stockholm í 1912 hvarv japanski rennarin Shizo Kanakuri. 54 ár seinni kom hann á mál

Tað var ein stórur heiður fyri tann 20 ára gamla Shizo Kanakuri, tá hann bleiv valdur til at umboða Japan á teimum olympisku leikunum í Stockholm í 1912, tí hetta var fyrstu ferð, at Japan sendi umboð til teir olympisku leikirnar. Kanakuri var sjálvur annar.

Tá í tíðini vóru ferðamøguleikarnir ikki teir somu sum í dag, so tá Shizo Kanakuri kom til svenska høvuðsstaðin, vóru 18 dagar, síðani hann var farin frá húsum. Hann hevði ferðast við skipi og ta longu tokferðina eftir teirri transsibirisku jarnbreytini, og tá hann loksins kom vegin fram, vóru fimm dagar til marathonrenningina.

Tá renningardagurin kom, var av allar fagrasta summarveðri, og hitin var oman fyri tey 30 stigini. Marathonteinurin var frá tí olympiska leikvøllinum til Sollentuna og aftur til leikvøllin.

Hetta skuldi vísa seg at blíva ein kapping, sum gav hvørjum manni nóg mikið og summum ov nógv. Ein rennari úr Portugal doyði, so útlúgvaður var hann, og 68 aðrir valdu at gevast.


Hvarv
Shizo Kanakuri var millum teir 68 rennararnar, sum góvust at renna. Tað stóð at lesa á tí almenna úrslitalistanum. Men har stóð ikki, at Kanakuri var ongantíð komin aftur - hvørki so ella so.

Onnur søgdu seg hava sæð hann miðskeiðis á teininum, men aftan á tað hevði eingin borið eygað við hann. Hann var ikki skrásettur á teimum ávísu støðunum, har rennararnir blivu skrásettir undir kappingini, hann var ikki at síggja á málinum ella har um vegir, og fyrireikararnir høvdu ikki fingið nøkur boð um hann.

Shizo var snøgt sagt horvin. Onkur vildi vera við, at hann hevði mistikið seg á einum krossvegi og var farin skeivan veg, og at hann framvegis rann onkunstaðni.

Tað vóru bara tveir japanskir luttakarar á leikunum í Stockholm, og teir høvdu sum vera man ongar liðleiðarar ella onnur hjálparfólk við sær heiman. Harafturat vóru samskiftismøguleikarnir ógvuliga avmarkaðir, og tað gekk long tíð, áðrenn tað frættist, at Shizo Kanakuri var komin afturíaftur.

Ein gáta
Shizo Kanakuri umboðaði aftur Japan á teimum olympisku leikunum í 1920 og í 1924, men hann hevði framvegis ikki sagt, hvat var hent tann julidagin í Svøríki.

Sjálvur var hann væl kendur innan frælsan ítrótt í heimlandinum. Í 1917 var tað hann, sum tók stig til eina boðrenning í sambandi við, at 50 ár vóru liðin, síðani Tokyo gjørdist høvuðsstaður í staðin fyri Kyoto.

Men evropear og serliga sviar hugsaðu framvegis javnan um tann japanska marathonrennaran, sum hvarv uttan fyri Stockholm í 1912, og søgan gjørdist ein støðugt størri gáta. Í dag hevði hetta verið ørvísið, men samskiftið tá í tíðini var ikki sum nú, og Japan var eitt sera fjarskotið land.

Tað gingu 50 ár. Tá høvdu fleiri svensk bløð greinar við minnum frá Stockholm-leikunum, og ein av tíðindamonnunum gjørdi av at fara til Japan at vita, um tað mundi bera til at fáa at fáa greiði á, hvat hendi tí horvna rennaranum.

Hann hevði eydnuna við sær. Í einum lítlum býi, sum eitur Tamana, fann hann tann gamla rennaran. Har hevði hann livað eitt stillisligt lív sum lærari í landalæru, men nú hann var vorðin 70, hevði hann valt at fara frá við eftirløn. Og nú fekk tann svenski tíðindamaðurin alla søguna.


Bað um djús
Tá Shizo Kanakuri hevði sveittað seg ígjøgnum teir fyrstu 30 kilometrarnar, var hann sera tystur. Tá í tíðini vóru eingi støð, har rennararnir kundu fáa ein vatnsopa, og sum nevnt høvdu luttakararnir ikki tey hjálparfólkini sum nú.

Tá Kanakuri rann fram við einum húsum í útjaðaranum á Stockholm, sá hann, at fólk sótu uttanfyri og drukku appelsindjús. Hann rann inn í túnið og spurdi, um hann kundi fáa eitt glas ella tvey. Verturin var blíður og bað Kanakuri seta seg niður, meðan hann fór inn eftir einum glasi.

Tá verturin kom útaftur, sat Kanakuri og svav á einum stóli. Verturin hevði ikki samvitsku til at vakja gestin, so hann lat hann sova. Tá Kanakuri loksins vaknaði av sær sjálvum, var tann olympiska marathonrenningin liðug, og nú hann kortini var ov seinur, valdi hann at hugna sær saman við vertinum og húski hansara eina løtu afturat.

-Men eg var so illa við og skammaði meg so, at eg tordi næstan ikki at vísa meg aftaná. Eg fór við tokinum inn í miðbýin, gisti á einum lítlum hotelli og fór við fyrsta skipi til Eysturlond, greiddi Kanakuri tí svenska tíðindamanninum frá 50 ár seinni.

Men søgan endar ikki her, tí nakrir svenskir vinnulívsmenn gjørdu av at bjóða Shizo Kanakuri til Svøríkis, so hann kundi fullføra tað, sum hann var byrjaður uppá í 1912.


Endaði 54 ár seinni
Hetta gjørdist veruleiki í 1967, og eitt mál við tiltakinum var at savna pening til ta svensku luttøkuna á teimum olympisku leikunum í Meksiko árið eftir. So ein mánadag, sum var munandi kaldari enn tann heiti julidagurin í 1912, rann tann 76 ára gamli Shizo tann seinasta partin av marathonteininum. Allastaðni stóðu fólk og fagnaðu honum.

Tá sannleikin skal sigast, so rann hann ikki alt tað, sum var eftir í 1912. Nakrir metrar inni á sjálvum leikvøllinum restaðu í. Men hann kom tó á mál, og tá hann fór um málstrikuna, vóru júst 54 ár, 8 mánaðir, 6 dagar, 8 tímar, 32 minuttir og 20,3 sekund, síðani hann byrjaði. Sum vera man nógv tann longsta tíðin, sum nakar marathonrennari hevur brúkt. Og metið verður neyvan tikið.

Aftaná varð Shizo boðin at vitja tey húsini, har hann hevði sitið uttanfyri og drukkið appelsindjús og fingið sær ein blund hin heita dagin í 1912. Tað var bankamaðurin Bengt Petre, sum bjóðaði honum hagar. Tað var pápi Bengt, sum var vertur hjá Shizo 54 ár frammanundan.


Ein long kapping
Tá Shizo Kanakuri hevði fullført renningina, tók hann samanum:

-Hetta hevur verið ein long kapping. Men ímeðan havi eg fingið bæði konu, seks børn og tíggju abbabørn, og øll mugu skilja, at slíkt tekur tíð.

Tað hoyrir við til søguna, at í veruleikanum høvdu sviar fingið eitt lívstekin frá tí japanska rennaranum. Nakað aftan á leikirnar í 1912 fekk Petre eina bók sendandi frá sínum japanska gesti. Petre tulkaði hetta sum eina persónliga heilsan og goymdi bókina sum eitt virðismikið minni. Tá so Kanakuri kom aftur 54 ár seinni, vísti sonurin honum bókina.

-Á hatta, lat í tí gamla japanaranum. -Hatta er bara eitt gamalt tollavgreiðsluskjal.

Nógvir japanar liva leingi, og Shizo Kanakuri var einki undantak. Hann doyði 93 ára gamal í 1984 í sama býi, sum hann var føddur í. Hann er ikki gloymdur í Japan, tí tann, sum vinnur ta japonsku Fukuoka-marathonrenningina, verður heiðraður við Kanakuri-steypinum.

(Kelda: NRK)