Skipanin bítur seg sjálva í halan

Hóast tey flestu munnu fegnast um, at almenni stuðulin til list av ymiskum slag er øktur, og at Mentanargrunnur landsins hevur fleiri og størri játtanir at luta út, so eru ikki øll eins fegin um tann leist og ta framferð, ið higartil hevur verið lutað út eftir

 

 

Fleiri atfinningarsamar røddir hava seinastu árini verið á lofti, ið hava funnist at mátanum, ið almenni listastuðulin hjá Mentanargrunninum verður útlutaður. Vit hava fingið orð á Steintór Rasmussen, sum í bókini Horvna Rósan spinnur eina krimisøgu um føroyskt frændaveldi, har ein hørð høvuðsstaðarkjarna situr og stýrir tí nógvu mentanini og listini í landinum.

 

Høgni Mohr sipaði fyri kortum til, at skipanin við listastuðuli - starvslønirnar og listafólkalønirnar - verða í summum førum stýrdar av vina- og kenningapolitikki. Í øðrum førum verður yvirkompenserað, soleiðis onkur sleppur ikki upp í part, tí at viðkomandi kennir tey í nevndini ov væl.

Hann skjeyt upp, kanska skemtandi, at starvslønirnar skuldu latast tilvildarliga á tann hátt, at onkur á kontórinum í Mentamálaráðnum skuldi draga nøvnini úr einum posa.

Er hald í kritikkinum? Er hetta ein vansi við núverandi skipan?

- Tað er ikki uttan orsøk, at Høgni Mohr fær hug at taka so speiskliga til orðanna. Hann er ikki einamallur, sum undrast yvir ta vanbýtið, ið mangan tykist at vera, tá ið nøvnini á teimum, sum hava fingið starvsløn hava verið kunngjørd. Ikki tí, at játtaðu umsóknirnar  ikki hava uppborið stuðul ella almennan styrk , men ofta liggja góðir og upplagdir kandidatar ár eftir ár í bunkanum og vóna at sleppa uppí part.

- Sjálvur skrivaði eg fýra krimiskaldsøgur og gav út mína egnu barnasangbók, áðrenn eg í ár fekk játtað arbeiðsnáðir í seks mánaðir.

- Jú, ein skal eisini duga at siga takk og vera eyðmjúkur fyri hvørt oyra. Men tað er ringt fyri sjálvsálitið hjá skrivandi og skapandi menniskjum, um tú ferð eftir ferð dumpar í tí mentanarligu burturlutingini  av almennum pengum. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Sjálvur havi eg sum frægast roynt at skriva meg burturúr frustratiónunum. Horvna Rósan lýsir eitt samfelag, har mentanarlig karaktermorð fáa fanan fram í einum annars hampuligum listamanni.              

  

Sólfinn Hansen hevur í grein í Norðlýsinum áður havt á lofti, at listastuðul endar í ov stóran mun í miðstaðarøkinum. Norðlýsið hevði tá gjørt yvirlit yvir tey 20, ið høvdu fingið mest í starvsløn frá Mentanargrunni landsins. 11 teirra vóru búsitandi í Havn, fimm teirra uttanlands, og bert fýra vóru búsitandi uttan fyri høvuðsstaðin í Føroyum. Síðan tá er Listafólkalønin løgd aftrat stuðulinum frá Mentanargrunninum, og av teimum seks, ið higartil hava fingið listafólkaløn, er eingin búsitandi í Føroyum uttan fyri miðstaðarøkið.

Er almenni listastuðulin ov miðsavnaður kring høvuðsstaðin?

 

- Statistiskt er tað tíanverri so, at í nýggjari tíð hava tónleikarar, rithøvundar, myndlistafólk og sjónleikarar uttanfyri Havnina ikki móttikið nakað av týdningi úr teimum stóru almennu grunnunum. Men um útjaðarin umboðar eina annaðklassamentan loyvi eg meg kortini at ivast í. Eg skal ikki gera meg til talsmann fyri serligum økiskvotum, men eg vildi inniliga ynskt, at tey sum sita í ráðum og nevndum, har tey viðgera list og mentan, royna at skoða alt tað føroyska landslagið. Og kanska av og á eisini ganga minni kendar leiðir. Til vildar øllum, kann eingi gera. Øll hava sína fatan av veruleikanum. Upp ígjøgnum tíðirnar hevur nógv hugtakandi list, tónleikur og skaldskapur verið í høvuðsstaðnum. Ongin ivi um tað. Men tú kanst ikki fornokta alt tað góða og áhugaverda, sum verður sungið, skrivað, málað, givið út og sett á pall kring alt landið.

- Men treytirnar fyri stuðli mugu sjálvandi verða, at tú ert virkin og gert vart við teg. Tað er forvitnisligt at lesa toppskoraralistan hjá Mentarargrunninum. Og nógvar meiningar eru um okkara listarliga úrvalslið. Men kanska hevði tað verið eins áhugavert at vitað, hvør ið situr á beinkinum, og hvør ongantíð verður úttikin. Ja, hvørji fólk grunnurin tilvitað velur frá. Serliga um hesi somu hava søkt í fleiri ár á rað, uttan at fáa styrk av týdningi. Tað mugu vera evnini og skapanarhugurin, sum ger av hvørji skulu hava mentanarstarvsløn. Ikki bústaðurin hjá umsøkjaranum.  

 

Laura Edit Gunnváardóttir hevur í tema í Sosialinum funnist at, at ov nógv nepotisma er í føroyska listaumhvørvinum.

- Við fyrivarni fyri at ljóða eitt sindur bittur, so meini eg, at tað er heilt nógv nepotisma innan føroyska listaheimin. Tað eru tey somu listafólkini, ið fáa fígging til verkætlanir, og tað eru tey somu listafólkini, ið verða boðin at koma til tiltøk. Ofta kann tað eisini tykjast sum, at ein sleppur ikki framat uttan rætta ummælið frá rætta ummælara, segði Laura Edit Gunnváardóttir.

Er tað so, at oftari tú fært løn fyri títt mentanarstrev, tess lættari verður tað hjá tær sum listarmanni at avrika og at fáa meiri almennan pening frameftir?

- Ja, tað sigur seg sjálvt. Og kanska skuldi eitt hámark ella kvota verið fyri, hvussu nógv sami persónur skal fáa í almennum stuðli. Tey, sum fáa 3 ára starvslønir og eftirfylgjandi nógvar mánaðir afturat til skapandi virksemi, hava ein stóran fyrimun fram um tey, sum knógva eftir arbeiðstið ella royna at stjala seg til onkrar løtur fyri at realisera sínar kreativu ætlanir.  Men tað ironiska av øllum er, at um sami og væl leskaði listamaðurin ella kvinnan ynskir meiri stuðul, so verður hann ella hon oftast tikin framum tað spírandi talentið ella tann minni viðurkenda persónin. Skipanin bítur seg í halan. Og okkara mest hámentu ummælarar tyktist meiri og meiri nærsýntir. Vit síggja eisini, at tey somu fólkini verða umaftur og umaftur tilnevnd prísir og heiðurslønir, og harafturat eisini vald at umboða listina úti og heima, uttan at hetta flytir skaldskapin og listina nakað nevnisvert.

- Í míni verð kann stuðulin í Mentanargrunni Landsins samanberast við okkara  fiskivinnuríkidømi. Vit tosa í báðum førum um ogn Føroya fólks, men summi halda, at tað mest ráðiliga er, at býta í stórar partar og at tey somu, sum frammanundan duga og hava royndirnar, fáa sum frægast burturúr. Men eg loyvi mær at vera ósamdur. Hugmóðin og sjálvgóðskan kennir ikki mun á tí skrivandi og siglandi manninum. Og prinsipielt haldi eg, at tað er betri politikkur at lata fleiri sleppa at royna seg. Úr eini ríkari mentan sprettur tann vakrasta og mest skelkandi listin.               

- Spurningurin er kanska meiri, hvat vit tola og vilja góðtaka sum samfelag. Sjálvur havi eg seinastu árini roynt meg við eini nýggjari krimirøð. Men eg sakni framvegis afturmeldingar frá bókmentafrøðingum og ummælarum. Møguliga hava brotsmannasøgur ikki sama status í Føroyum sum tann meiri klassiski skaldskapurin. Men tað verður trupult at bólka rithøvundar og bøkur. Bókmentaheimurin hevur ongi mørk. Tær nógvu meiningarnar, breiddin og rúgvan, gera føroyingin áhugaverdan. Og Føroyar verdar at syngja og skriva um.