Sjálvur hevur hann undirvíst í sangi(tónleiki) í fólkaskúlanum, og væl dugir kallurin at gera løg og syngja sjálvur. Ja, tað vóru góðir dagar, tá ið hann undirvísti í Fuglafjarðar skúla, tá ið sangurin næminga og lærara millum átti sína glóð næstan í øllum lærugreinum. Tá var hvør árgangur eitt kór. Meg minnist væl frá míni tíð sum næmingur í Fuglafjarðar skúla, at sungið var hjá øllum lærarum í skúlanum, og var hetta eisini sami andi, tá ið eg fyri 40 árum síðani sjálvur bleiv lærari í sama skúla. Í mong Harrans ár stóð ikki á t. d. at fáa næmingarnar at syngja bæði í barnaskúlanum og í framhaldsdeildini. Eg gevi Jógvani mín fulla stuðul, at vit eiga at syngja meira í fólkaskúlanum, tí vit hava nakað at samanbera við, og tað er tann vani og siður, sum vit hava havt, sum nú fyri mær, er við at kódna av anglisaksiskum ljóði í MP3arum og ljóðpottum, sum kunnu rúma eini 20 000 løgum. So kemur alt annað. sum t. d. útvarp, alnótin, fløgur, DVD og video, sum í stóran mun bera sama boðskap i orð og ljóði. Tað er ein øgilig bylgja av fremmandum løgum, sum floyma yvir okkum dag sum nátt, og er meginpartur av hesum vánalig poppløg.
Tey ungu skulu vera ung, meðan tey eru ung
Sjálvandi skulu tey ungu vera ung, meðan tey eru ung (børn). Einki ilt um tað. Vit lurtaðu í okkara ungu døgum eftir Luxemburg, Top -Twenty fyri at hoyra, hvat nú t. d. Tommy Steele hevði upp á hjartað, men fá vóru tey, ið áttu t. d. plátuspælara og bandupptakara, so tá ið hugurin var til tað kundi verið lurtað eftir teimum løgum, sum vóru uppi á døgum um hesa tíð. Hugsi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hesi løg meira enn tað, at tað var bara nakað, sum sungið var onkuntíð í løttum løtum í ungmannakæti og í góðum hýri saman við øðrum. Hetta fylti ikki so nógv í sinninum, men var tó ein partur av okkara ungdómsmentan. Persónliga minnist meg væl, tá ið eg hoyrdi kórsang, t. d. Fuglafjarðar sangkór syngja jólakvøld í Fuglafjarðar kirkju, at hetta vildi eg ogna mær og sleppa mær upp í okkurt kór, tá ið hetta stóð einum í boði. Poppurin rakk ikki hesar hæddir í mínari verð, men avspeglaði kórsangurin eina mentan, sum mong ung droymdu um at ogna sær. Ja, í skúlanum varð sungið týskt, eingilskt, svenskt, íslendskt, danskt og sjálvandi føroyskt. Hetta var føroyskur sangur, inter norðurlendskur sangur og inter evropeiskur sangur. Hesin táttur í sangmentanina møtti tú eisini á Føroya læraraskúla.
Dreymurin um at syngja í eina mikrofon.
Tað tykist mær nú, at vit vaksnu skulu niður á tað støði, har tey ungu eru við sínum løgum og dyrka tey. Hetta kemur ikki so sjáldan fyri, og eru treytirnar, tá ið undirvísast skal í sangi og tónleiki í t. d. framhaldsdeildini. Nú eru forsterkarar og alskins eldrivin ljóðføri á lofti, og verður sangurin framborin við mikrofonum. Vit eiga ikki at gloyma, at sangurin í túsundir og aftur túsundir av árum er borin fram beinleiðis á mannamunni og í mínari verð, tá ið undirvíst verður, so er mikrofonsangur ofta drivin av fáum sangarum. Dreymurin at syngja í eina mikrofon, átti kanska verið fyri øll. Sjálvandi finst ein javnvág millum henda dreym og vanligan flokssang, treyðugt so, eins og tað finst ein gongd leið millum Orff ljóðføri og sang. Stóri trupulleikin í dag innan skúlans gátt er, at tað verður so lítið sungið í øðrum tímum, tí er uppgáva hjá sanglærarum ovurstór t. d. bert at føra føroyska/inter norðurlendska/inter evropeiska sangsiðin víðari. Tí haldi eg tað, at Jógvan er komin at tinnuna í hesum føri, so tað stendur eftir. Tá ið eg t. d. fór at syngja við kóri sum blaðungur, vóru vit bert ung, sum sungu . Hetta var í seksti árunum, men vit lurtaðu sanniliga eisini eftir t. d. Elvis Presly, Beathles, Rolling Stones, Pat Boone og Robert McBirnie.
Í dag standa somu fólk og syngja í teimum somu blandaðu kórunum, og tilgongdin av ungum fólkum hevur verið lítil seinastu 30 árini. Havi ofta sagt við ung fólk at koma upp í tað blandaða kórið, men fái til svar: “Har eru bara gomul fók, ið syngja, og tað er so moðið, sum tit syngja!” Statt har! Rætt mær eina mikrifon og eitt gospellag, tað er cool og tað rular!
Nú er ikki uppgáva skúlans at útbúgva sangarar til kórsangarar. Í føroyskum skulu vit ikki útbúgva skald, ella listafólk í myndlist, men ein natúrlig kensla av tí, ið er lógarfest (lesiætlan, kunngerðum, rundskrivum) í lærugreinunum, tað kensluliga, mentanarliga og vitanini at frama er t. d. tað, sum vit lærarar eiga at hugsa um, tá ið undirvíst verður og ikki leggja okkum eftir einsporaðum sangi, sum verður trúttað niður í okkum frá morgni til myrkurs.
Fjøltáttaður sangur
Nú eri eg vorðin so gamal, at hugsandi er, at tað finst ein javnvág millum klassiska siðvenjing og nýmótans rytmiskan tónleik, men ein dag fer alt Føroya fólk at rakna úr einum anglisaksiskum rúsi – Top-twenty rúsi og leitar aftur til okkara sang - til kingosangin, til rímirnar, vísirnar, kvæðini, skjaldrini, sálmarnar og allan annan føroyskan sang. Lat meg siga tað afturat, at tað er eingin tjóð í Norðurlondum, sum eigur so fjøltáttaðan (fólka)sang, sum vit føroyingar, tí haldi eg tað, at orð Jógvans eru komin upp á breddan í tøkum tíma.
Allir skúlar í Føroyum, sum hava eitt næmingatal, sum liggur millum 200 og 400 næmingar eiga at hava eitt ella fleiri kór. Tað skuldi verið eitt krav – lógarfest bæði við kunngerðum, rundskrivum og í eini lesiætlan. Hetta kræv skuldi verið sett t. d. Føroya Læraraskúla. Hví ikki tað? Hví ikki lyfta og lætta og vera har uppi sum ljómurin er bestur bæði í klassiskum og rytmiskum tónleiki? Men hetta náa vit ikki, uttan at allir lærarar syngja við børnunum!!!! So skuldi eisini verið eitt krav, hvat næmingarnir áttu at duga av løgum(sangi), tá ið teir fóru úr 7. flokki. og eitt krav til læraraskúlanæmingarnar, tá ið teir komu út av læraraskúlanum. Hetta hevði nørt um alla sangundirvísing og allan tónleik.










