tyrlu sjúkrabil, lækna og til reiðar. Men tá ið vit ikki fingu samband ringdi eg aftur til løgregluna, men tá var tyrlan longu á veg. Brim var í sjónum so tað bar ikki til at fáa fatur á manninum tann [...] at rópa á mannin, men hann svaraði ikki, sigur Poul Gunnar Poulsen. Hann segði, at hann varskógvaði løgregluna og boðaðu frá, at ein vanlukka var hend, men at teir ikki vistu, hvussu álvarsligt tað var, [...] bara trý korter frá tí, at løgreglan hevði fingið boðini, til tyrlan var á staðnum, líka úr Vágum. Ein maður leyp úr tyrluni, inn á at hjálpa til. Eg haldi, at tað var ónáttúrliga væl og djarvt atborið
men tað er ikki so langt síðani, at tú hoyrdi um onkran, sum fór til Danmarkar fyri har at fylgja við í sjónvarpinum. Í sjeyti árunum komu fyrstu videomaskinurnar og fyrstu sjónvørpini til landið. Í fyrstuni [...] er um at vera av á hesum sinni. Í kvøld skulu Kroatia og Holland, ið hava tað til felags, at tey eru vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist hjá teimum at røkka finaluni, royna at stramma seg upp fyri at vinna [...] vertur fyri HM kappingini í ár. Mótstøðumenninir koma úr Brasiliu, og vónirnar og krøvini til teir gulu og bláu eru ikki minni. Brasila hevur higartil vunnið HM fimm ferðir ? í 1950, 1958, 1962, 1970 og 1994
peningur til ella møguleiki at hava fleiri tílíkar serlæknar á hvørjum einstøkum sjúkrahúsi. Tí er gott, at til ber at samarbeiða tøknifrøðiliga, so at hesin serkunnleikin og royndirnar ikki bara koma [...] sjúkrahúsini, kennir Høgni til eisini frá síni tíð á Landssjúkrahúsinum. Men hann heldur kortini ikki, at støðan altíð er rætt lýst. Tað politiska kjakið hevur hann sjálvur ikki blandað seg uppí, men sj [...] koma einum sjúkrahúsi, og fólkinum, sum har búgva, til góðar, men øllum Føroya fólki. ? Tað er sera gott, at til ber at fáa eitt tílíkt samarbeiði at virka. Sum suðuroyingur kenni eg hetta sum ein stóran
kirkes barne & ungdomskor. Tey komu til Føroyar týsdagin, og verða her til síðst í næstu viku. Fyrstu dagarnar búðu tey í Funningi, men í gjár fóru tey víðari til Strendur, har tey skulu búgva restina [...] Føroyum. Tað serliga við hesum kóri er, at tey hava ikki bara kórsang. Tey spæla eisini ein leik, sum tey sjálvi hava skrivað og gjørt tónleikin til. Leikurin er í grundini ein umskriving av Jesu líknilsi
tjóðskaparspurningin, so skerst ikki burtur, at samvinnan við danir undan búskaparkreppuni var fyrimyndarlig og at hon hevur verið til stóran bata fyri føroyska samfelagið. NÚ føroyska tjóðin ? eftir ætlan ? skal [...] KORTINI má ásannast, at komið er ikki á beint enn, og tí er at vóna, at partarnir eru so mikið at sær komnir, at í heyst verða viðurskiftini normal aftur. Líka mikið, hvat vit annars halda um tjóðskap [...] og ein meira nútímans sáttmála millum londini bæði, so nú er at smíða meðan jarnið er heitt. HELDUR ikki skerst burtur, at samstarvið millum føroyska og danska javnaðarflokkin hevur verið fruktargott fyri
Vegna summarfrí er skrivstovan stongd frá 1. juli til og við 4. august 1998. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 [...] gonguklæði og matpakka við. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Tlf. 316491 Opið er hvønn dag, mána-dag til fríggjadag frá kl. 14 til 18. Drekkamunnur og bløðini eru at fáa hvønn dag. Í juli hevur býarsavnið eina framsýning [...] deaf_fo@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793
fregnast, um eg ikki klári meg uttan Beethoven. Jú, men kanska vit kundu lært hvønn annan nakað, møguligvís, eg veit ikki, sigur, Eyvindur, ið ikki sigur seg vita, um hann hevur talent, tí tað er til eftirtíðina [...] tit síggja, tað fólk vanliga ikki síggja, sigur Eyvindur. Vit kenna okkum týdningarmiklar, at sleppa at njóta hesi framíhjárættindi, og vit verða sanniliga ikki vónbrotnir. Til sjóndar á vegginum kemur skitsa [...] at alt er ikki, sum tað skuldi verið. Men øll menniskju hava talent, hugin til at skapa, sigur Eyvindur. Eitt sindur um listamannin í andstøðu sæst eisini á lepanum, har Eyvindur bjóðar til sýning, Vernissage
roynd og veru ikki egið fólk, men ein partur av arabiska fólkahavinum. Hví gav Jordan ikki palestinum teirra egna stat, meðan Jordan ráddi fyri Palestina frá 1948-1967? Nei, teir ynsktu ikki sínum egnu brøðrum [...] henda, um Ísrael byggir á lendi eystan fyri Jerusalem. Tað er ikki neyðugt hjá Sosialinum at óttast fyri at muslimar ikki framvegis sleppa til halgistøðini, tað hava teir sloppið síðani Ísrael tók eystu [...] gjørdi Jordan við palestinska flóttafólkið og PLO, sum hildu til í Jordan á sinni? Jú, teir fóru í vápnaðan bardaga móti teimum og róku teir til Libanon. Ein palestinari, sum býr í Danmark og sum var flóttamaður
prógv um, at har tey grundleggjandi tingini vóru skúgvaði til viks, gekk ikki langt tíðarskeið, til bæði stór og smá lond heystaðu niðurgongd fyri ikki at siga undirgang. Hann, sum gav lívið, gav lívsins lógir [...] tykjast verða einaráðandi, eru onnur veruligu ting til í heiminum. Hesa áskoðan eiga vit at frígera okkum fyri í størst møguligan mun, um vit skulu koma til at skilja, at eisini vit sum fólk hava eina stóra [...] viðurskiftir kunnu lættliga fáa undirluta kenslurnar fram í okkum føroyingum, sum millum annað kunnu føra til, at vit fara at hugsa, at tá so er vorðið, mugu vit bara liva fyri okkum sjálvi og syrgja fyri at tað
Men tað var tað fyrsta eg legði til merkis tá konsertin byrjaði ? at allir 160 mans reistu seg sum ein stór ljóðleys vera ? tignarlig og næstan øgilig í stødd. Tað er ikki bara sum at siga tað at seta 4 [...] Verdi saman við 599 øðrum áhoyrarum. Hetta er tónleikur, ið ferð eftir ferð hevur kroyst meg saman til eitt einasta stórt dukandi hjarta. Eg fari altíð at gráta, tá »Dies Irae« dundrar út yvir mítt syndiga [...] konsentrerað, og áhoyrarin kendi og var smittaður av hesi somu konsentratión. Nøkur fá smáprik eru tó til kórið; útgangurin á nógvum frasum var heldur óruddiligur, t.d. tá endakonsonanturin var ?s? og ?t?