Eri júst heimkomin úr Norðurlandahúsinum. Eg havi hoyrt »Requiem« hjá Giuseppe Verdi saman við 599 øðrum áhoyrarum.
Hetta er tónleikur, ið ferð eftir ferð hevur kroyst meg saman til eitt einasta stórt dukandi hjarta.
Eg fari altíð at gráta, tá »Dies Irae« dundrar út yvir mítt syndiga høvur.
Jú ? Giuseppe ? hann dugdi sítt handverk!
Ein stór ljóðleys vera
160 mans stóra kórið var sera væl disiplinerað. Tú hugsar kanska: »Hvat hevur tað við tónleikin at gera, um tey duga at reisa og seta seg niður ljóðleyst?« Men tað var tað fyrsta eg legði til merkis tá konsertin byrjaði ? at allir 160 mans reistu seg sum ein stór ljóðleys vera ? tignarlig og næstan øgilig í stødd.
Tað er ikki bara sum at siga tað at seta 4 ymisk kór saman, men tað skal Yaacov Bergman eiga ? risakórið ljóðaði sum ein væl samansungin og samansjóðað eind, ið hevði arbeitt saman leingi og dyggiliga. Tað var ein fragd at hoyra stundisligu innkomurnar og fínt samanklingandi fraseringar. Bassarnir vóru heilt uppi á professionellum støði, tá teir brestu »Rex Tremendae Majestatis« út í rúmið og tað var frálíkt fyri eina gamla føroyska kórrottu endiliga at hoyra eitt blandað kór við bassum og tenorum, ið tordu at taka leiðsluna, tá biðið varð um tað. Kórið var livandi og konsentrerað, og áhoyrarin kendi og var smittaður av hesi somu konsentratión.
Nøkur fá smáprik eru tó til kórið; útgangurin á nógvum frasum var heldur óruddiligur, t.d. tá endakonsonanturin var ?s? og ?t?, sumstaðni kundu tær rútmisku myndirnar staðið hvassari og fleiri piano-petti gjørdust heldur lin og máttleys.
Fortissimo og
pianissimo
Lyngby-Taarbæk Symfoniorkester kláraði eisini uppgávuna væl. »Requiem« er eingin sunnudagstúrur eftir oyggj, men hesir blaðungu tónleikararnir komu sera væl frá tí. Kann vera at strúkararnir sumstaðni vóru heldur óeinigir um intonatión, at messingblásararnir vóru óhepnir við innkomunum nakrar ferðir og at munurin ímillum fortissimo og pianissimo av og á var heldur lítil ? sum heild spældi orkestrið sera væl og kommunikatiónin út til áhoyrararnar var týðulig og greið í allar flestu føru.
Solistar úr Pólandi
og Íslandi
Solistar eru jú altíð ein søga fyri seg, og hesi fýra vóru einki undantak.
Sera væl dámdi mær tey bæði Urszula Kryger (mezzosopran) og Krzystof Borysiewicz (bass). Urszula Kryger hevði eitt sera livandi andlitsbragd og eina silkimjúka rødd. Eingin ivi var hjá áhoyraranum um hvørjar kenslurnar vóru, tá hon sang t.d.: »Nil inultum remanebit«. Krzystof Boryiewicz var ógvuliga hábærsligur. Hann sang við róligari tign og stórum klangi, ið bara sera væl ígjøgnum bæði kór og orkestur.
Óløf Kolbrún Harðardóttir (sopran) var í so ófjølbroytt í framburði sínum, tá hon var einsamøll og tá hon sang í hópi við hinum solistunum. Hon var, sum heild, ov áleypandi tá solistarnir sungu í hópi. Jón Rúnar Arason (tenor) havi eg mest at seta at. Stóra og vakra tenorsoloin: »Ingemisco tamquam reus?« eydnaðist ikki væl. Røddin ljóðaði sperd og óegal. Og so vóru »tenor-hulkini« og »italienara-smellini« ov nógv eftir mínum tykki.
Maestro Bergman
Sjálvandi hevði Yaacov Bergman sín stóra part av æruni fyri at úrslitið gjørdist so heilstoypt.
Hann stýrdi hópinum við myndugleika. Mær dámdi væl hansara val av tempi hóast tey sumstaðni gjørdust í tyngra lagi. Hetta var einamest í piano-pettunum ? tey gjørdust sum áður sagt heldur lin, og kanska hann kundi stýrt ljóðjavnvágini eitt sindur betur tá solistarnir sungu ? orkestrið hevði lyndi til at køva teir.
Men einsamallur klárar dirigenturin einki, verið hann so dúgligur hann vera vil. Kór og orkestur arbeiddu við honum og fyri hann, og áhoyrararnir fingu eina fram úr góða konsert.
Elsa Súsanna Dalsgaard









