Friedrich Merz, sum verður nýggjur kanslari í Týsklandi eftir valið í gjár, hevur tosað í telefon við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu. Undir telefonsamrøðuni skal Merz hava sagt, at hann [...] forsætisráðharran sum ein krígsbrotsmann, skrivar skrivstovan hjá Netanyahu. Altjóða revsirætturin, ICC, hevur givið handtøkuboð um ísraelska forsætisráðharran. Hann er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsverk [...] hann setir fótin á teirra jørð. Týskland er partur av ICC. Merz váttar á tíðindafundi í dag, at hann hevur tosað í telefon við Netanyahu. - Um so er, at hann (Netanyahu, red.) ætlar at vitja Týskland, so havi
ár, men ikki hevur verið greitt, hvør skuldi hava heimavallarfyrimunin, um neyðugt verður við eini triðju finalu. Tað vita vit nú, eftir at SÍ í gjár vann 3-0 á Mjølni, sum tí ikki hevur møguleika at taka [...] finalurnar, har spælt verður best av trimum dystum. Fremsta liðið í landskappingini hevur heimadyst fyrst, og síðani hevur tvey’arin heimadyst. Vinna tey hvør sín dyst, so verður triði og avgerandi finaludysturin [...] aftur, og SÍ vann so mikið sum 25-11. Hetta var triði av teimum fýra dystunum teirra millum, sum SÍ hevur vunnið 3-0. Tann fjórða vann Mjølnir 3-2. FM-finalurnar, sum eru best av trimum dystum, verða spældar
slóðbrótandi tøkni og nýggjastu altjóða gransking, ið hevur við ferðavinnu, ferðamál og menning at gera. ##med4## ##med5## Seinastu árini hevur ráðstevnan verið í Valencia, Bruges og Bologna. Fyrra ráðstevnan [...] Tíðindaskriv: – Stórur eftirspurningur hevur verið frá limalondunum í City Destinations Alliance at sleppa til Føroyar á ráðstevnu, og eru vit fegin um, at vit av álvara eru komin á banan sum eitt eitt [...] Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn. Visit Tórshavn er limur hjá City Destinations Alliance, og hevur vunnið ráðstevnuna í samstarvi við Visit Faroe Islands og GreenGate Incoming, sum fer at taka sær
umganga vanligar skipanir í Gaza. Ísrael hevur seinastu dagarnar verið fyri vaksandi altjóða atfinningum av menniskjaligu støðuni í Gaza. Í næstan tríggjar mánaðir hevur ein ísraelsk sperring av neyðhjálp gjørt [...] skotum frá ísraelskum akførum móti túsundtals sivilfólkum, sigur hann. Hetta er ikki váttað, og Ísrael hevur ikki gjørt viðmerkingar til frágreiðingina. Fráboðanir um talið av deyðum og særdum eru ymiskar. Sambært [...] hjá ST sambært Reuters. Skotini vórðu latin av ísraelska herinum, upplýsir ST. Ísraelski herurin hevur noktað, at sivilfólk vórðu skotin. GHF er farin undir at býta út hjálp sum partur av nýggjari skipan
hesum arbeiði, har felagið eisini hevur norskan undirveitara. Av teimum fimm tunlunum, skal Havsbrún hava tríggjar, og teir hava tveir tunlar frammanundan her. Bergfrost hevur fimm tunlar til frysting frammanundan [...] bara frammanfyri fóðurgoymsluni hjá Havsbrún, at havnalagið í Fuglafirði verður útbygt. Rókin Sp/f hevur síðan í fjør heyst eisini verið í holt við ein 80 metrar langan bryggjukant úr Pelagos-brúnni og norður [...] hjá Vónini. Hetta verður ein djúphavnsbryggja, og úr Fuglafirði verður sagt, at arbeiðið hjá Rókini hevur gingið væl, tá hugsað verður um, at meginparturin av arbeiðnum er gjørt í ringastu tíð av árinum.
skapa broytingar. Hann hevur arbeitt miðvíst við at brúka spælið til at varpa ljós á umhvørvis felagsskapir, umhvørvisátøk og at skapa eitt fevnandi talgilt umhvørvi. Mathias hevur við strategiskum átøkum [...] samstarvi við amerikonsku songkvinnuna Demi Lovato, fyri at minka um útlát av vakstrarhúsgassið. Hann hevur eisini verið við til at stovna Playing for the Planet Alliance og Sustainable Games Alliance, sum [...] Factory, og er eisini ráðgevi fyri donsku stjórnina innan skapandi vinnur og vøkstur. Harumframt hevur hann skrivað bókina Gaming for Good, sum greiðir frá, hvussu spøl kunnu økja um tilvitskuna og geva
Hetta hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur latið upp fyri at ferðast til Istanbul í dag, um "framgongd er í samráðingunum". Samstundis hevur Trump áður sagt, at amerikanski uttanríkisráðharrin [...] byrjar. Forsetin í Ukraina er komin til Ankara í dag at hitta turkiska forsetan, Erdogan. Zelensky hevur fleiri ferðir sagt, at hann er til reiðar at hitta Putin í Istanbul, men um middagsleitið staðfesti [...] forsetin, Vladimir Putin, ikki kemur á fundin í Istanbul. At Putin møguliga fór at vera á fundinum, hevur verið ein av stóru spurningunum í sambandi við fundin - sjálvt um vónirnar um, at tað veruliga fór
Reuters er hetta millum annað tengt at, at stjórin í Tesla, Elon Musk, hevur gjørt vart við seg á politiska pallinum. Tøknimiljarderurin hevur víst seg sum ein av størstu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum [...] Avbjóðingarnar hópa seg upp hjá Tesla, sum hevur havt eina afturgongd í inntøkunum, eftir at marknaðarparturin hjá elbilaframleiðaranum er fallin í Evropa. Inntøkurnar hjá felagnum í fyrsta ársfjórðingi [...] Donald Trump og stendur á odda fyri amerikanska ráðnu fyri stjórnareffektiviteti (DoGE). Tað hevur til endamáls at seta í verk stórar niðurskurðir í sambandsríkinum USA. Sølan av Tesla bilum í Danmark
kapping. Nú hevur Jens-Frederik Nielsen so vunnið stórsigur á grønlendska valinum, har hann og hini í Demokraatit hava fingið meir enn 30 prosent av atkvøðunum. Jens-Frederik Nielsen hevur fingið nærum [...] n, Naleraq sum hevur fingið meir enn 24 prosent av atkvøðunum. Stjórnarflokkarnir, Siumut og Inuit Ataqatigiit hava havt stóra afturgongd á grønlendska valinum. Inuit Ataqatigiit hevur fingið 21,6 prosent [...] yvirtaka málsøkini stig fyri stig. Ein kann loyva sær at siga, at tað er ein "føroysk loysn", ið hevur vunnið grønlendska valið. Sannlíkt er, at Jens-Frederik Nielsen verður stjórnarleiðari í Grønlandi
arrin, Múte B. Egede, í samrøðu við DR, at amerikanski forsetin ikki hevur viðgjørt grønlendingar við tí virðing, sum fólkið hevur uppiborið. - Tað, sum hendir í heiminum beint nú, fær meg rættiliga at [...] flokkar í Grønlandi og bjóðaði teimum á fund nakrar vikur undan valinum. Tað upplýsir Politiken, sum hevur sæð boðini frá konsulátinum. Sambært blaðnum stendur í kanningini, at amerikanska konsulatið vil hoyra [...] Politiken. Valið til grønlendska landstingið, Inatsisartut, verður í morgin 11. mars. Síðani desember hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir víst á ynski um at fáa Grønland á amerikanskum hondum