Tað er gott fyri gróðurin, siga tey, ið fáast við slíkt. Men nú fer eisini at sansa at hjá mongum av teimum, tí nú skal hoyggjast, og enn hevur ongin hoyterri verið.
Annað er, at vit hava okkurt at grenja um. Og tað er vælsignað at kunna gera tað, og vita, at flest øll eru so púra samd, og at tað neyvan er nakar, ið kallar teg eitt grenj, sum ongin skilir ella tímur at lurta eftir.
Tí fakta er fakta. Sóldagarnir hava verið fáir, meðan hásummarið er farið framvið, sum um onki var hent.
Men so hava vit tað at tosa og grenja um. Í felag. Og tað er fantastiskt! Onki er sum felagskensla. Hon er sterk.Tað er hesa kenslu, vit uppliva, tá vit eru til fótbóltsdyst ella enntá meira, tá vit hyggja at landsdysti. Ella tá vit halda ólavsøku.Vit eru partur av einum størri hópi.
Tann kenslan er sterk og hon er enntá sjálvforsterkandi. Tað er grenjið um veðrið kanska prógv um. Tá fleiri uttan at himprast taka undir, verður veðrið brátt lagt undir at hava verið nógv verri, enn tað í veruleikanum hevur.
Tá er nokkso skemtiligt, tá turru veðurfrøðingarnir, sum altíð boða frá vætu, koma við sínum hagtølum og siga, at tað hevur regnað so og so lítð í ár, og at sóltímarnir hava verið so og so mangir. Tá hongur mangan ikki saman hjá okkum vanligu veðursjúku.
Summarið er farið at hallað. Tey, sum er væl við bankan, eru aftur á klettunum og í tokuni, við gyltum enni og ørmum, og á blusum teirra verður boðað frá, hvat fyri eitt heitt stað tey - í ár - elska av heilum hjarta.
Her heima kódnar alt í mjørkatosi um vantandi sól. Tú veitst, hin...., sólin!!! Hon, sum bert hevur sæð einar fimm ella seks ferðinar í summar. Ella har á leið.
Men eftir stendur, at summar bert hevur verið summar summardagar í ár.