Útgávukonsertir við Eivør

Nú er nýggja fløgan hjá Eivør liðug, og hon bjóðar til útgávukonsetir kring landið. Heiti á fløguni er Larva og á fløguni er 11 løg, sum í stóran mun eru skrivað av Eivør sjálvari.

 

Tvey av løgunum eru skrivað saman við Benjamin, eitt lag er eitt gamalt Clickhaze lag, meðan lagið Hounds of Love er lænt frá Kate Bush.

Fløgan er í høvuðsheitum upptikin í Lundgaard Studio í Danmark og á Støkumørk, innan Glyvur. Tónleikararnir, ið eru við á fløguni eru Benjamin Petersen, Høgni Liberg og Mikael Blak, meðan framleiðari hevur verið Jens L. Thomsen.

 

-Vit kunnu ikki annað enn verða samd, tá G! festivalurin á sínari heimasíðu sigur, at, at Jens hevur megnað at hála ráu og villu Eivør fram aftur úr skápinum, meðan pena, fitta mannabarnið er pakkað niður fyri nú, sigur Sigvør Laksá, umboðskvinna hjá Eivør.

 

 

Úrslitið av samstarvinum millum Eivør, bólkin og Jens er á ein hátt bæði myrkt og innanvent, samstundis sum tað er beint-í-andlitið. Minimalistiskt, men stórt. Huglagið er stundum klassiskt, tó mystiskt og onkursvegna vandamikið ella ófrættakent. Ljóðið er vistfröðiligt og tilvitað skitið.

Høvðusljóðføri í ljóðmyndini eru tey elektronisku. Synthbassar, Moogar og Juno ljómborð renna saman við ullintum trummum og tjúkkum gittarum, meðan Eivør, saman við filmiskum streingjaspæli og kórasangi, sveimar omanfyri. Í summum sangum er Eivør ein særdur elskari, í øðrum ein valdandi drotning. Men í øllum er hon Eivør.

 

Sum eyka krydd til tónleikin hevur Tróndur Bogason arrangerað strúkarar og kór til nøkur av løgunum. Tað er Mpiri, ið hevur sungið kórpartarnar, meðan íslendska strúkikvartettin Caput hevur innspælt streingirnar.

 

Fløgan kemur út í handlarnar í Føroyum og Íslandi tann 12. Mai, og sama kvøldi verður høvið at hoyra Eivør saman við og við kórinum Mpiri til konsert í Sjónleikarahúsinum.

 

Útgávukonsertirnar verið 12. Og 13. Mai kl. 21 í Sjónleikarhúsinum, og 14. Mai kl. 21 í Losjuni í Gøtu. Umframt tað verður høvið at hoyra Eivør við bólki og við Mpiri til konsertina, sum verður í Saltsiloini tann 15. Mai.