AB valdi fyri kortum at lata toppskorarin í ár, Stig-Roar Søbsted, fara til B36. Fyrr í ár koyrdi felagið allar leikararnar niður í løn, men sambært Sjúðri Olsen úr FC Argjum er tað ikki fíggjarlig kreppa í AB.
– Nei tað er ikki fíggjarlig kreppa í AB. Vit fyribyrgja bara, at AB kemur í fíggjarligt óføri. Vit mugu spara har vit kunnu, sigur Sjúrður Olsen úr FC Argir, sum rekur besta liðið hjá AB.
AB hevði í fjør tað besta kappingarárið í søgu felagsins, tá teir endaðu á einum sætta plássi. Í ár hevur støðan verið ein onnur. Felagið hevur undir niðurflytingarstrikuni í alt ár og eru í løtuni á einum deildum aftasta plássi saman við FC Suðuroy.
– Vit hava fleiri góðat spælarar á næstbesta liðnum, ið eru klárir at traðka til á besta liðnum. Eitt nú Jákup Dam, sum byrjaði inni í Fuglafirði. Vit hava eisini onkran styrk í kikarinum til at avloysa Stig-Roar, sigur Sjúrður Olsen.
AB missur eisini Alex Mellemgard (18), Jobin Drangastein (19) og Tummas Justinussen (20), sum allir fara á fótbóltsskúla í Ikast í Danmark.
– Ein av orsøkinum til at eg eri við í AB, er fyri at uppala egnar spælarar. Vit stuðla sjálvandi nú teir fara og vóna at teir koma aftur enn betri enn teir eru. Vit leita í løtuni eftir styrki til at avloysa teir tríggjar, sigur Sjúrður Olsen.
Teir byrjaðu allir tríggir inn í Fuglafirði leygardagin. Alex Mellemgaard er tann spælarin hjá AB, sum hevur spælt triðj mest minuttir fyri AB í ár.
– Vit gera alt í okkara magt fyri at yvirliva í bestu deildini, men tað er ongin vanlukka um vit flyta niður. Eg eri ikki í iva um, at vit koma uppa aftur beinanvegin, sigur Sjúrður Olsen
AB hevur í løtuni 10 stig og liggur á einum deildum aftasta plássi saman við FC Suðuroy. AB hevur spælt ein dyst fleiri enn hini botnliðini.









