Ein sera sjáldsom listaframsýning letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í dag klokkan 16.
Listamaðurin er Janus á Húsagarði.
Hann hevur innrættað smiðjuna soleiis, at á niðaru hæddini eru tekningar, sum venda sær til børn og barnsligar sálir. Á loftinum eru tekningar meira til tey vaksnu.
Barnsligu tekningarnar eru tær, sum hann hevur prýtt nýggju bók sína Ferðin hjá Mosalinu við.
Hetta eru fittar litríkar tekningar, sum útstrála lívsglaði.
- Eg vil hava tað so, at tá fólk fara út hiðani, skulu tey fara við einum smíli, sigur Janus á Húsagarði.
Ferðin hjá Mosalinu er onnur bókin hjá Janusi á Húsagarði. Hin fyrra æt Mossamollis og var um ein trølladrong, sum ferðaðist úr Mykinesi eystur til Slættaratind.
Henda bókin er um trøllagentuna Mosalisu, sum býr í Beinsvørði, og í bókini ferðast hon runt í Suðuroynni.
Eingin tekstur
Tað sermekrta við bókunum hjá Janusi á Húsagarði er, at søgurnar eru bara myndir. Eingin tekstur. Tað merkir, at tann, sum sigur søguna, má brúka sítt hugflog og vera fullkomiliga til staðar, meðan fortalt verður. Børn kunnu eisini sjálv gera søgur út frá tekningunum. Nógvir møguleikar eru at siga børnunum út frá myndunum um landalæru, blómur, djór og annað.
Janus á Húsagarði hevur teknað, síðan hann var smádrongur.
- Eg eri eitt sindur orðblindur, og tá ið eg gekk í skúla, sat eg bara pinnastillur og teknaði, órógvaði ongan, sigur Janus á Húsagarði.
Orðblindni hansara er eisini ein orsøkin til, at hann ger søgur við ongum teksti, sigur hann.
Ferðin hjá Mosalisu er komin út í bókaklubbanum, og nú kemur hon í bókhandlarnar.
Janus á Húsagarði hevur í ár fyri aðru ferð teknað eina ólavsøkuplakat. Hetta er esiini ein stuttlig og litrík tekning við nógvum detaljum av ymsum av tí, sum hendir á ólavsøku.
Ymiskar aðrar plakatir hevur hann eisini gjørt til hesa framsýningina.
Framsýningin er opin í dag frá klokkan 16 til 19, og leygardagin til týsdagin frá kl. 10 til 20.
randi@sosialurin.fo