Í tíðindaskrivi í kvøld sigur tingbólkur Javnaðarfloksins, at hann fegnast millum annað um, at lønarafturbering er komin í lag, at umhvørvisgjald er álagt, og at mjólkastuðulin ikki lækkar so nógv. Javnaðarflokkurin sigur soleiðis:
Fyri viku síðani setti Javnaðarflokkurin fram nøkur krøv í sambandi við fíggjarlógina fyri 2011. Eftir drúgt arbeiði og samráðingar kunnu vit nú fegnast um, at ein samd fíggjarnevnd hevur lagt fram álit. Álitið er í fullum samsvari við høvuðslinjurnar hjá Javnaðarflokkinum. Hetta fegnast vit um.
Í álitinum skrivar fíggjarnevndin m.a. soleiðis:
?Nevndin fegnast um, at tað hevur eydnast at veita fulla lønarafturbering til almanna,
heilsu- og skúlaøkið. Somuleiðis er javningin til pensiónir á 1% fingin við. Hetta er ein staðfesting av, at hildið er fast við upprunaligu raðfestingarnar av eldrarøktini, serforsorg og útbúgvingarøkinum. Tillagingar eru gjørdar í játtanini til Serforsorg, soleiðis at heimið til sinnisveik í Vági verður klárt at taka í nýtslu sum ætlað.
Tað hevur alstóran týdning at skapa karmar, sum minka um ungdómsarbeiðsloysi eitt nú
við at útvega møguleikar til førleikamenning. Eins og tað er alneyðugt at halda fram við at útvega nýggj røktarheimspláss til okkara eldru.
Ásannandi at tað er neyðugt at lætta um hjá húsarhaldunum, hevur nevndin tillagað
uppskotið um umhvørvisavgjøld soleiðis, at hægri avgjøld ikki verða løgd á olju til
sethús. Mjólkastuðulin lækkar heldur ikki í tann mun, sum landsstýrið hevði skotið upp.
Umhvørvisgjøld verða ikki løgd á flogfør og bunkring til skip. Undantøkan av avgjaldi av
bunkring av skipum, viðførir at Strandfaraskipini sleppa undan øktum avgjaldi. Harvið vera ferðaseðlakostnaðir og túratal óbroytt komandi ár.
Samtykti útreiðslukarmurin ásetti, at hallið á fíggjarlógini í 2011 í mesta lagi kundi verða 599,9 mió. Fyriliggjandi uppskot hevur eitt hall á 468 mió. Dentur er eisini lagdur á at spjaða íløgurnar kring landið og at fremja virksemisskapandi íløgur.?
Í sambandi við fíggjarlógina er fyri fyrstu ferð í søguni tilfeingisgjald samtykt, sigur tingmanning Javnaðarfloksins í tíðindaskrivi í kvøld.










