Føroya rættur hevur staðfest, at handverkaralærlingar hava rætt til ferðastuðul. Føroya Handverkarafelag sigur at dómurin hevur stóran týdning. TAKS boðaði í gjár frá, at TAKS hevur frá 1. januar 2010 broytt praksis fyri ferðastuðul til lærlingar.
Frá 1. januar 2010 at rokna fáa lærlingar ferðastuðul fyri bæði verkliga og ástøðiliga partin av útbúgvingini.
Áðrenn hetta høvdu lærlingar bert rætt til ferðastuðul til verkliga partin av útbúgvingini.
Føroya Handverkarafelag upplýsir í dag, at dómurin er fallin í einum máli, har ein maskinsmiðjulærlingur í 2006og 2007 søkti um stuðul til ferðaútreiðslur fyri tíðarskeiðið, sum maskinsmiðjulærlingurin var á Tekniska skúla í Havn.
TAKS noktaði at rinda maskinsmiðjulærlinginum stuðul, tí hann var í skúla og lógin gevur einans rætt til stuðul til ferðaútreiðslur millum bústað og arbeiðsstað.
Eftir at viðkomandi kærumyndugleiki hevði givið lærlinginum viðhald, legði TAKS málið fyri Føroya rætt, har millum annað varð víst á, at Føroya Rættur í einum úrskurði frá 2005 hevði fingið staðfest, at ein sjúkrarøktarfrøðilesandi ikki hevði rætt til ferðastuðul, meðan viðkomandi var í skúla.
- Føroya rættur er nú komin við einum nýggjum prinsipiellum dómi, har lærlingurin fekk viðhald í, at hann hevur rætt til ferðastuðul fyri tíðarskeiðið, meðan hann er á Tekniska skúla.
Advokaturin hjá Føroya Handverkarafelag, Djóni Thomassen, upplýsir at Føroya Rættur legði dent á, at tað er ein munur á lærlingum og lesandi og valdi tí at geva maskinsmiðjulærlinginum viðhald.
Hann sigur eisini, at hesin munurin í stuttum kann síggjast í tí, at lærlingar í høvuðsheitum eru í læru, meðan ein partur er teoretisk útbúgving, har teir eru í skúla, meðan eitt nú sjúkrarøktarfrøðilesandi í høvuðsheitum ganga í skúla, meðan ein partur av útbúgvingini er verkligur.
Av somu orsøk staðfesti Føroya Rættur, at handverkaralærlingar hava rætt til stuðul til ferðaútreiðslur í tí tíðarskeiði, teir eru í skúla.
Henry Olsen, formaður í Føroya Handverkarafelag sigur, at Handverkarafelagið metir, at
talan er um prinsipiellan dóm, ið hevur stóran týdning fyri allar lærlingar í handverkaravinnuni.