í dag, við familjuni kring seg. Malcolm Young var eyðkendur guitarleikari í AC/DC, og er ofta sagdur at vera veruligi leiðarin í bólkinum, hóast hann helt seg eitt sindur aftur á palli. Saman við øðrum
suðuri í Marokko í dag. Myndugleikarnir siga, at øll, sum doyðu, eru úr Marokko, og at arbeitt verður við at eyðmerkja tey. Umleið 25 fólk fingu skaða, og tey eru flutt á ymisk sjúkrahús í grannabýunum. T [...] kortini ikki óvanligar har. Í november í 2010 druknaðu 24 fólk, tá ein bussur datt niður í eina á tætt við høvuðsstaðin Rabat.
doyðu í minsta lagi 20 sivilfólk, sum vóru í tveimum smáum bussum, tá ein vegjaðarabumba brast tætt við bussarnar tíðliga í morgun. Myndugleikarnir siga, at bæði kvinnur og børn vóru í bussunum, sum vóru [...] sum skipaði fyri spreingingini í morgun. Stutt undan spreingingini í Herat brast ein sjálvmorðsbumba við eina amerikanska herstøð í Paktia-landspartinum. Tveir afghanskir trygdarmenn doyðu.
fangunum, sum sluppu við lívinum, flýddu í ruðuleikanum, sum stóðst av eldinum. -Her eru nógvir deyðir fangar, og nógvir eru flýddir. Alt fongslið stendur í ljósum loga, sigur eitt eygnavitni við tíðindastovuna
Ein melduródn, sum eisini hevur ført við sær áraføri og vatnflóð, hevur rættiliga gjørt um seg í syðra parti av Brasilia. Tíðindastovan NTB veit frá øðrum útlendskum keldum at siga, at ódnin í minsta lagi [...] meginparturin av teimum, sum hava latið lív, búðu í statinum, Rio Grande do Sul. Rio Grande do Sul liggur við markið til Argentina og Uruguay. Eisini í grannastatinum, Santa Catarina, eru fráboðanir um deyðføll
West-landslutinum í landinum, tá teir vórðu innistongdir í november í fjør. Síðan tá hevur verið arbeitt við at bjarga námsarbeiðarunum úr náminum, men tað hevur ikki eydnast, og nú er so langt fráliðið. Í dag [...] tíggjutals líkum. Ein løgreglumaður, sum tíðindastovan NTB endurgevur, sigur, at arbeitt verður framvegis við at staðfesta talið av deyðum í gullnáminum í Suðurafrika.
systkinabarn hennara Andrew Godtfred yngri, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og Ruth Smith, sum er gift við Ívari Iversen. Haraftrat varð eitt barn føtt í Porkeri og eitt í Sumba. Jarðarmóðirin hevði so vítt [...] Heimafturkomin fór hon at arbeiða á Telegrafstøðini í Havn og arbeiddi har í nøkur ár, til hon giftist við Hjørleif Splidt av Nesi, Vági, í 1963. Tey búsettust í Vági, har Hjørleif var deildarleiðari í Føroya [...] búgva í Keypmannahavn. Helga er útbúgvin korrespondentur. Andrass er løgfrøðingur. Hann er giftur við Hjørdis úr Havn.
felagið hjá honum Sevilla frá á Twitter í dag. Jose Antonio Reyes hevur spælt fótbólt á hægsta stigi við liðum sum Sevilla, Atletico Madrid, Arsenal og Real Madrid. Hann var áleypari. Seinasta lið hansara [...] tilsamans til 22 dystir. Fyrrverandi lið hansara, Arsenal, skrivar soleiðis í dag: - Okkara tankar eru við familjuni, vinum og liðfeløgum. Jose, sum var partur av okkara liði, var sera væl dámdur og fer altíð
yvir í mótgangandi ferðslubreytina. Har rennur hann saman við einum bili á veg suðureftir. Stoyturin var so mikið harður, at báðir bilarnir endaðu við síðuna av vegnum omanfyri, har jeepurin, sum var á veg [...] ongan skaða. Hann varð kortini fluttur á Landssjúkrahúsið og skuldi í skannaran, tá Sosialurin tosaði við vakthavandi á politistøðini. Unga kvinnan, sum bert var 18-ára gomul, var á veg norður á Kambsdal,
metanol, sum eisini verður rópt træspritt. Reuters skrivar, at fólk í 10 bygdum nærhendis markinum við Bangla Desh hava drukkið av tí eitraða brennivíninum. Talan er um heimabryggj, sum var so bíligt, at [...] økjunum í India. Sambært myndugleikunum doyggja fleiri fólk á hvørjum ári, tí tey hava drukkið brennivin við træspritti í. Evnið er skaðiligt fyri livrina og sjónina og kann vera lívshættisligt, um fólk fáa ov