Malcolm Young er deyður. Hann sovnaði stillisliga í dag, við familjuni kring seg.
Malcolm Young var eyðkendur guitarleikari í AC/DC, og er ofta sagdur at vera veruligi leiðarin í bólkinum, hóast hann helt seg eitt sindur aftur á palli.
Saman við øðrum og yngra beiggja sínum, Angus Young, ið sum kunnungt stórtrívist á palli, stovnaði Malcolm AC/DC í 1973. Legendariski bólkurin sá dagsins ljós í Sydney.
Malcolm Young verður sagdur at vera maðurin aftanfyri fleiri av kendu guitar-riffunum hjá bólkinum, og hann verður eisini roknaður millum heimsins bestu rockguitarleikarar.
Í 2014 var staðfest, at Malcolm hevði demens. Í 2010 var hann í viðgerð fyri lungakrabba, og hann hevði pacemakara. Malcolm Young gjørdist 64 ár.









