Vinnie var ættað úr Vági, dóttir Helgu, sum var av Fanø, og Jóhan Godtfred, Jóhan hjá Diasi á Heyggi. Jarðarmóðirin í syðru helvt av Suðuroynni hevði úr at gera tann 24. august 1941, tí sama dag vórðu fimm børn fødd har suðuri. Trý teirri vóru fødd í Vági: Vinnie, systkinabarn hennara Andrew Godtfred yngri, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og Ruth Smith, sum er gift við Ívari Iversen. Haraftrat varð eitt barn føtt í Porkeri og eitt í Sumba. Jarðarmóðirin hevði so vítt um at fara, at hon kom ongantíð til Helgu, men læknin var til staðar, tá Vinnie varð fødd.
Helga og Jóhan fingu fýra børn: Jonnu, Litu, Vinnie og Dias, sum øll hava búð í Ålborg tey seinastu árini.
Vinnie tók realprógv í Vági. Nakað aftaná fór hon til Hull, har hon var au pair genta í eitt ár. Heimafturkomin fór hon at arbeiða á Telegrafstøðini í Havn og arbeiddi har í nøkur ár, til hon giftist við Hjørleif Splidt av Nesi, Vági, í 1963.
Tey búsettust í Vági, har Hjørleif var deildarleiðari í Føroya Banka. Í 1991 fór hann úr hesum starvi, og tey fluttu til Ålborg, har tey hava búð síðani. Hesi árini í Ålborg hava Vinnie og Hjørleif í tíðarskeiðum havt eitthvørt fyrifallandi arbeiði.
Tey fingu tvey børn, Helgu og Andrass, sum bæði búgva í Keypmannahavn. Helga er útbúgvin korrespondentur. Andrass er løgfrøðingur. Hann er giftur við Hjørdis úr Havn.