35 ára gamli fótbóltsspælarin Jose Antonio Reyes er deyður í einum ferðsluóhappi. Hesum boðar fyrrverandi felagið hjá honum Sevilla frá á Twitter í dag.
Jose Antonio Reyes hevur spælt fótbólt á hægsta stigi við liðum sum Sevilla, Atletico Madrid, Arsenal og Real Madrid. Hann var áleypari.
Seinasta lið hansara var Extremadura, sum spælir í næstbestu sponsku deildini. Áðrenn hetta spældi Reyes í kinesiskum fótbólti.
Hann hevur eisini spælt fyri spanska landsliðið, og tað bleiv tilsamans til 22 dystir.
Fyrrverandi lið hansara, Arsenal, skrivar soleiðis í dag:
- Okkara tankar eru við familjuni, vinum og liðfeløgum. Jose, sum var partur av okkara liði, var sera væl dámdur og fer altíð at hava eitt serligt pláss í okkara hjarta.
##med2##
##med3##
##med4##















