Í fleiri bygdum har eysturi í India hava fólk drukkið eitrað brennivín, sum hevur kostað 102 fólkum lívið. Myndugleikarnir siga, at í 20 av teimum deyðu hava læknarnir funnið evnið metanol, sum eisini verður rópt træspritt.
Reuters skrivar, at fólk í 10 bygdum nærhendis markinum við Bangla Desh hava drukkið av tí eitraða brennivíninum. Talan er um heimabryggj, sum var so bíligt, at fleiri valdu at keypa tað heldur enn tað vanliga brennivínið, sum kostar umleið tríggjar ferðir so nógv.
Hetta er minni enn so fyrstu ferð, at eitrað brennivín er selt í teimum fátæku økjunum í India. Sambært myndugleikunum doyggja fleiri fólk á hvørjum ári, tí tey hava drukkið brennivin við træspritti í. Evnið er skaðiligt fyri livrina og sjónina og kann vera lívshættisligt, um fólk fáa ov nógv av tí.