tilvitaðan um, at hann hevur tveir kasjettar á høvdinum. Tí hevur hann heldur einki við manningarásetingarnar í Sjóvinnustýrinum at gera, eins og Skipaeftirlitið har einki hevur við FAS at gera. Hann sigur [...] sigur, at viðvíkjandi undantøkunum, til dømis tá ræður um manningarskjølini, sum onkur hevur so ilt av og sum verða sett í samband við hansara dupultfunksjón, so kann hann bara vísa á hagtølini sum vísa [...] at tað er høga støðið í FAS, sum er vørumerkið, tá vit royna at fáa nýggj skip skrásett. So tað hevur eisini avgerandi týdning fyri FAS, at Skipaeftirlitið undir Sjóvinnustýrinum virkar væl og óheft,
Syðrugøtu, samstundis sum vit hava havt ein dana til hjálpar, ið hevur fingist við slíka framleiðslu í eini 17 ár. Hann sigur, at tað, sum Varðin hevur í umbúna, er eitt framkomið virkið, har umleið 60 fólk koma [...] lata fisk í dósir. Tað sigur Jákup Jacobsen, vanliga róptur Dunga Jákup. Hann vísir á, at Varðin hevur arbeitt í umleið hálvt annað ár við eini verkætlan, sum skal gera, at meira kann fáast burtur úr [...] longu hevði verið undir landi. - Soleiðis, sum eg havi skilt, er tað serliga makrelur í dós, sum hevur eina tollforðing í ES. Hinvegin hava eitt nú sild, svartkjaftur og rækjur ikki somu tollforðing. Eg
er úr Suður Korea og hevur búð í 10 ár í USA og seks ár í Týsklandi. Hann er útbúgvin “Bachelor of Arts in Political Science” og “Master of Arts in Intercultural Studies” og hevur tí eisini góðar fakligar [...] Klaksvíkar kommuna hevur sett David Im í eitt verkætlanarstarv, har hann fer at kanna umstøður og ynski hjá útlendingum, sum eru búsitandi í kommununi, og út frá hesum at gera uppskot til politikk á økinum [...] økinum. Verkætlanin, sum Klaksvíkar kommuna og David Im samstarva um, hevur til endamáls at kanna og lýsa, hvussu innflytarar til Klaksvíkar kommunu best kunnu verða integreraðir í lokalsamfelagið. David
teimum, men hon vil ikki í smálutir við tí, sum er viðgjørt. Nógv hevur verið tosað um eftirlønarskipanina og eitt, sum fleiri ferðir hevur verið ført fram, er, at fólk, sum hava sínar egnu eftirløn, skulu [...] trúverdugari, heldur hon. Tí boðsendi hon øllum flokkum í arbeiðslegu vesturi í Vágum og tað heldur hon, hevur eydnast væl. Hon staðfestir, at hon er eisini sinnað at lurta eftir andstøðuna, so at allir flokkar [...] kunnu føla at teir eru við í semjuni. - Allir flokkarnir hava verið jaligir í síni viðger, so hetta hevur verið tveir gevandi dagar sigur hon. Hon sigur, at tað fyrsta á skránni var at fakfólk, bæði úr A
fiskimálaráðið hevur fingið ein hóp av umsóknum um loyvi til nýggj skip ella innflutt skip til uppsjóvarfiskiskap. - Fiskimálaráðið hevur ikki gingið hesum umsóknum á møti, tí mett hevur verið, at verandi [...] Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, um nakrar umsóknir eru úr Sandoyingum um loyvi til at fiska uppsjóvarfisk og um hann heldur [...] ki, sum føroysk skip hava havt rætt til at fiska, sigur hann. Nøkur undantøk hava verið, men har hevur talan verið um at skifta eitt skip út við eitt annað skip eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. Jacob
, tí UEFA hevur ikki meirilutan í FIFA, sigur Christian Andreasen, FSF forseti. Tað hava í longri tið verið spent viðurskifti millum UEFA, sum er ein av seks limum í FIFA, og FIFA. Tað hevur eisini ljóðað [...] Sepp Blatter frá, at hann ætlar at halda fram sum forseti fyri FIFA. Hann er í dag 78 ára gamal og hevur verið nógv umstríddur orsaka av millum annað mutri. Eitt nú í samband við HM í 2022, sum verður í [...] tað ger hann undir ongum umstøðum, um Sepp Blatter stillar upp. - Tað er nýtt fyri mær, at Blatter hevur tikið hesa støðu. Eg havi fingið upplýst, at á forfundinum hjá UEFA, har Sepp Blatter altíð er hjásaddur
Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, er, at liðformaðurin og miðvallarin Fróði Benjaminsen hevur verið so framúr. Málverjin Teitur Matras Gestsson hevur eisini verið sera sannførandi. Ímóti [...] Meðan tað hevur gingið sum eftir ánni hjá HB, ið framvegis er ósigrað, so hevur tað seinastu ferðirnar verið lítið sannførandi hjá KÍ. Tað eru fyritreytarnar undan klassikaranum, tá ið HB og KÍ hittast
Higartil í ár hevur HB ikki tapt á bygd. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1 við Margáir, og síðani hava føroyameistararnir vunnið allar ferðirnar, tá ið teir hava verið burtur úr Gundadali. Nú skal HB aftur [...] at teir royna at vinna hvørja ferð, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at roynast. EB/Streymur hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið góða úrtøku. Bæði í heimadystinum ímóti B36, tá ið úrslitið var [...] Vit ætla okkum at vinna við Margáir, sigur Heðin Askham, fyrrverandi EB/Streyma venjarin, sum nú hevur ábyrgdina av HB. Umframt langtíðarskaddu Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen
tað avgjørt eisini hevur sín týdning, at onkur fyritøka í økinum er fíggjarliga sterk. Hann heldur, at høvdu vágbingar ikki havt Vágs Timburhandil og Suðursmíð og tað samstarv, sum hevur verið við - og millum [...] hetta er av tilvild - ella um tað er tí, at roynt hevur verið at geva økinum eitt positivt skump, er trupult at siga. Dennis vísir á, at Vágs kommuna hevur havt ein fólkavøkstur seinasta árið á eini 25 fólk [...] - Vinnuliga hevur gingið væl í Suðuroy, síðan Varðin Pelagic kom, men tað eru eisini nógv onnur ting í oynni, sum vinnuliga peika rætta vegin. Tað hendir nógv positivt á vinnulívsøkinum í Suðuroy yvirhøvur
sambúgvandi par hevur eina inntøku á 19.700 krónur um mánaðin. Tað merkir, at at eitt sambúgvandi par hevur eina inntøku, ið er einar 3.200 krónur hægri um mánaðin enn tað gifta parið hevur, sigur Annika [...] ógift. Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur spurt hana um hon heldur at tað er rætt, at sambúgvandi skulu hava betri sømdir, enn hjúnafelagar [...] pensjónistar fáa somu sømdir sum sambúgvandi fólkapensjónistar. Ein broyting í pensjónslógini, sum hevur við sær, at giftir pensjónistar fáa somu pensjón sum sambúgvandi pensjónistar, kostar landskassanum